fríggjadagur 5. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 155 · 5. november 2010
16
VIKUSKIFTI
dansarinna
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Á pallinum dansar ein ung og vøkur
svørt genta hulabanduladans til bongo
jazz. Við víðopnum, argandi eygum og
sleiktum dreingjahári. Hon er nakin,
og um lendarnar hongur eitt bast við
gulum bananum og darlar til rútmisku
rørslurnar. Og fólk eru á gosi.
Árið er 1926 og staðið er París. Og
hetta er kollveltandi og óhoyrt, tí hon er
kvinna og svørt og nakin. Men tí betur í
París og ikki í heim landi hennara USA,
har skiln aðurin millum rasurnar er so
hjølfestur, at nakni banandansurin
hevði ikki gingið ann. Har, eins og í
Europa skapar hon øsing í meirilutans
trongu heimsfatan. Men, í Europa,
verður hon eisini móttikin við opnum
ørmum, sum eitt eksot iskt natúrbarn,
eitt dekadent listar ligt innslag í ment
anar radikala um hvørvinum. Í einum
tíðarskeiði við »funkis, frísinni og
fascismu«, sum onkur hevur nevnt
hetta spennandi remb ingar tíðarskeiðið
mill um kríggini bæði.
Onki er svart og hvítt
Søgan um Josephine Baker er søgan
um ungu, svørtu dansarinnuna, sum
ikki vildi góðtaka, at heimurin var
svartur og hvítur. Hvørki tá umráddi
rasu, sexualitet ella kyn. Við Gudsgivnu
dansi og sang gávum sínum gekk hon
sínar egnu og øðrvísi leiðir í stríðnum
fyri javn rættindum millum menniskju,
og kom á hendan hátt á tal við allan
tann modernaða heimin.
Fødd og uppvaksin í Missouri í USA.
Mamman svørt, pápin hvítur, men
ókendur. Í heimlandinum var fíggjar
ligur ótryggleika, rúsdrekkaforboð og
rasu skilnaður. Og als ikki pláss fyri
einari ungari, svartari lista kvinnu, sum
vildi nak að meira við lívinum, enn tað,
sum henni var lutað til í dópsgávu í
Guds út valda landi.
Longu sum 12 ára gomul gavst
hon í skúl anum, so hon kundi sleppa
at dansa. 14 ára gomul ferðaðist hon
runt í landinum við ymsum svørtum
dansi bólkum, og sum 17 ára gomul, í
1923, endaði hon í dreymabýnum New
York, á sjálvum Broadway.
Men hon vildi ikki taka til takkar
við at spæla »blackface«, sum var
einasti leikluturin fyri litt og svørt fólk
í USA. Rasuskilnaðurin, segregationin,
loyvdi ikki svørtum at standa á palli.
Bert um tey vórðu málað svørt og
parodieraðu »nekaran«, so áskoð
ar arnir hildu, at tey vóru hvít í
veru leikanum.
Vann avantgarduna
So evnaríka dansarinnan leitaði sær
út um land oddarnar og bergtók eftir
ong ari tíð mentanarháborgirnar
París og Berlin. Har gjørdist hon
skjótt mið depilin í avantgardistiska
lista umhvørv inum í seinnu helvt
av 20'unum, serliga eftir víðagitna
banandansin á FoliesBergères í
Paris.
HeimuRin er ikki svaRtuR og HvítuR. Hetta vildi Hin unga DansaRinnan
JosepHine BakeR prógva, tá Hon við nakinDansi og øðrum ósømiligHeitum
skapti øsing og kjak í vestuRHeiminum í 20'unum og fram
Svarta Strí
við gula ban
Josephine Baker, 1906-1975.
Heimskend amerikonsk/
fronsk dansarinna,
skemtari, sangarinna
og mannarættinda-
stríðskvinna