Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 16 Sosialurin Kjak Hví minka um tinglimatalið? Nú eitt uppskot er uppi um at minka tinglimatalið úr 33 niður í 25, má eg spyrja hví. Hvat og hvørjum skal hetta gagna? Um niðurskurur í ting­ limatalinum er eitt sparingar­ átak, er so ætlanin at hækka tað aftur í betri tíðum? Og er tað ikki eitt óvanligt og vandamikið átak, at kompri­ mera fólkaræði, bara tí vit skulu spara? Eru vit sostatt eisini sinnaði at koyra ein fjórðing av politiinum ella dómsvaldinum til hús fyri at spara (eg veit, at danir gjalda bróðirpartin av hesum, men nú hugsi eg um demokratiska prinsippi í hesum átaki)? Vit mugu sanniliga hugsa okkum væl um, tá vit fara at “pilla” við ta skipan, sum vit liva undir. Tað er eitt sindur sum at sita á eini grein og byrja at skera smá skarð í hana ymsa staðni, fyri at fáa fatur í sevj­ una, og vóna, at greinin ikki brotnar. Færri tinglimir fyri at spara 5 mió kr? Landsstýrið og Løgtingið eru tveir hornasteinar í føroysku stýrisskipanini, ávikavist útinnandi og lóggevandi vald. Tær stýrisskipanar eindir, ið syrgja fyri, at Føroyar kunnu eksistera sum deomkratiskt og sivilisera samfelag, mugu ikki broytast vegna vantandi hugflog, dirvi ella vilja at fara eftir pengum, har teir reint faktiskt eru. Átta tinglimir kosta landinum eini 5 mió. kr. árliga. Hetta ger pinkulítlan og týdningarleysan mun í einum samfelag, sum árliga nýtir 4.700 mió. kr í almennum veitingum. Við at koyra átta tingfólk til hús, minkar útreiðsla landskassans 0,1%. Hetta er “peanuts”; meðan avleiðingarnar fyri einum komprimeraðum løgtingi, kunnu vera sera álvarsamar. Árin av hugflogs­ leysum sparingum 25 tinglimir merkir, at ein meiriluti á tingi kann vera 13 tinglimir. Hetta kann gerast ein máttmikil losja. 3­4 sterkir persónar fáa lættan leik at stýra henda lítla hóp, sum teimum lystir. Færri tinglimir merkir eisini verri umboðan av fólkinum – her hugsi eg ikki bert um lokal­økini, men eisini ymisku málbólkarnar, serstakliga veikar málbólkar. Eisini verður sera trupult at fáa útskifting av tinglimum; tí við færri tinglimum skal størri framgongd ella afturgongd hjá flokkunum til, fyri at eitt tingfólk verður mist ella vunni afturat. Tá ið vit skulu spara á almenna økinum, mugu vit gera tað við skili. Løgtingið er ein partur av okkara samfelagsliga fundamenti. Um eg havi tørv á nøkrum trapputrinum framman fyri úthurðina, fari eg ikki at høgga av húsagrundini hjá mær fyri at fáa tilfar til hetta. Tað hevði verið ørvitiskapur. Hetta uppskot um færri tinglimir er ikki ólíkt tí, at mága av egnari húsagrund. Við hesum er ikki sagt, at tað er í lagi, at sjúk og gomul liggja í vanrøkt vegna uppsagnir; men sum bretar siga “Two wrongs don’t make a right”. Vit mugu ikki gera okkara stýrisskipan veikari, við at minka um ein so elementeran part av henni. Løgtingið er til fyri at arbeiða fyri okkara vælferðarsamfelag. Meirilutin á Tingi hevur svikið so dyggiliga, men tað merkir bert, at tíðin er komin at skifta út í Løgtinginum. Tingmanningin skal gerast betur, ikki minni. Dávid Isfeld Hósvík Tinglimatalið má ómøguligt minka Nú alt røkist fyri, at eitt tilfeingisgjald verður álagt fiskivinnuni fyri at hjálpa upp á almenna raksturin, kann tað vera áhugavert at hyggja at, hvørt partur av landinum kemur at bera hetta gjald. Stóru bátarnir í heimaflotanum eru býttir upp í lemmatrolarar, partrolarar, línubátar og garnabátar. 9 lemmatrolarar eru í rakstri, harav eru 6 í Suðuroy og 3 heimahoyrandi í Sørvági. Partrolararnir eru 26, harav eru 4 í Suðuroy, 1 í Sandoy, 3 í Vágum, 6 í Vestmanna, 8 í Eysturoy og 2 í Klaksvík. Stóru línuskipini eru um 24 í tali, harav eru 1 í Suðuroy, 3 í Vágum og 1 í Havn (hevur eisini garnaloyvi). Restin er heimahoyrandi í Eysturoy og Klaksvík. Garnaskipini eru 6 í tali, harav 3 í Suðuroy, 2 í Hósvík og 1 í Eysturoy. Umframt heimaflotan eru: 2 rækjuskip. Annað er í Leirvík, meðan hitt er í Kollafirði. Nótaskipini eru 3 í Gøtu, 1 í Fuglafirði og 1 í Klaksvík. Verksmiðjuskipini eru 4 í tali. 1 í Suðuroy, 1 í Fuglafirði, 1 í Klaksvík og 1 í Havn. Tey 3 ídnaðarskipini eru í Vágum, Gøtu og Klaksvík. Av samlaða fiskiflotanum hjá okkum eru sostatt bert 1 línuskip og 1 verksmiðjutrolari heimahoyrandi í Havn. Er fiskivinnan framvegis høvuðsvinna okkara er lætt at síggja, hvørt Havnin ella útjaðarin liva av hvørjum øðrum, og hvør partur av landinum kemur at gjalda fyri tilfeingið. Vónandi hugsa politikararnir seg væl um, áðrenn tilfeingisgjald verður álagt, tí tað kemur at hava eina landafrøðiliga slagsíðu og vera við til at uppaftur fleiri fólk flyta til Havnar. Heldur enn at gera tað torførari at liva í útjaðaranum áttu politikararnir at gjørt tað liviligari har, tí vit hava – álvaratos ­ ikki pláss fyri fleiri túsund suðuroyingum og norðoyingum afturat í Havnini. Poul Hansen Tilfeingisgjald á fiskivinnuna Eykaskattur á útjaðaran? Byggingin av miðnáms­ skúlanum í Vági er vorðin ein skandala. Ein avleiðing av hesum er, at Landsverk­ frøðingurin, forstjórin á Landsverki, er rendur úr sínum høga starvi, tí hann hevur brúkt av peningi, sum var settur av til eitt møguligt endurgjaldskrav frá byggi­ felagnum M T Højgaard og til keyp av skúlainnbúgvi. Útreiðslur, sum í seinasta enda verða partar av tí endaliga byggikostnaðinum. Hetta tykist at vera kjarnin í málinum. Altso: av 15 milliónum, vóru 10 mió. avsettar til møguligt endur­ gjaldskrav og 5 mió. til keyp av innbúgvi. Av hesum burturlagda peningi hevur Landsverkfrøðingurin brúkt 4,7 mió. til eykarokningar fyri bygging av skúlanum. Út frá tí, ið er komið fram, tykist hetta ólukkuliga mál at vera uppstaðið av tørvandi r o k n s k a pa r te k n i s ku m orsøkum. Ein oyramerkt burturlegg­ ing, sum í hesum føri, átti sjálvandi at verið deponerað á einari konto í landskassans bókhaldi. So hvørt sum endamálið, sakarmál og innbúgv, gjørdist aktuelt, skuldi hetta verið bókað um depositakonto. Og um hetta als ikki gjørdist aktuelt, ja, so skuldi tað eisini verið bókað um depositakonto. Slíkt kann taka drúgva tíð, ár, áðrenn tað er fingið út av verðini. Men hetta man vera fyrstu ferð, síðani vit fingu heimstýri, at persónur í høgum, almennum starvi verður koyrdur á dyr. Um ein tænastumaður ella persónur í tænastumanna líknandi starvi hevur brotið sína tænastuskyldu, kann viðkomandi verða suspend­ eraður við skerdari løn, meðan málið verður kannað. Verður úrslitið av kanningini, at viðkomandi er sekur, kann hon ella hann fáa ávaring ella ábreiðslu til degradering ella uppsøgn. Ósek/ósekur: Óskalað aftur í starvið. Heri Mohr Miðnámsskúlin