Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 15 VIKUSKIFTI ABC av­ monterar Andstøðan hevur fleiri ferðir biðið ABC-samgonguna leggja frá sær, og partar av ABC-samgonguni hava róð fram undir, at talið á landsstýrisfólkum skal minka. Nú er so í øllum førum líkt til, at okkurt er við at henda. Enn er ikki komið fram, hvat hendir. (lýsing ABC reolir seljast, strika telefonnummarið) Nú ræður um at lofta sær Hvussu niðurlendingurin Epeke Zonderland veit, hvønn vegin hann vendir, vita vit ikki. Hann er ein av fimleikarunum, sum nú um dagarnar hevur kappast í HM-kapping í Rotterdam. Epeke sær út til at vera kring og djarvur, men vit siga bara: Lofta tær nú, Epeke! (Mynd: Polfoto) Lat ongan iva vera um tað, als ongan. Eg vil gjarna hava sam­ felags ábyrgd, hóast eg onga ávirk an havi, ella fái á sam felag­ ið. Og heldur ikki hevði havt tað, um eg fór tvætlandi á val annað hvørt ár. So væl spælir demo krat­ iska klaverið ikki, tí tað er falskt. Tað er ongantíð stemmað, og tað verð ur ongantíð stemmað, so hví stemma? Samfelagssinni er gandaorðið aft ur nú í heyst. Og tað er okkara lutur, lønar trælan na, at hava hendan sam felags andan. Sjálvandi renna vit ikki undan okkara ábyrgd, sam felags ábyrgd. Tað sleppa vit ikki. Vit hava samfelagsanda og geva okkara, nú talvan gongur eftir trinitatis til frama fyri lands­ kassan. Sjálvandi vilja vit hava sam­ felags ábyrgd, takk. Fyrr var illa. Brúk er fyri okkara lønar­ hækk ing um, gomlum og kom­ andi, soleiðis á leið 15. hvørt ár. Øll, verður trúttað niður í okkum, øll noyðast at spæla við, nú enn ein kreppa herjar. Bæði fíggjarlig og búskaparlig hesaferð. Hon er ikki sjálvskapt, kreppan. Held ur ikki hendan. Hon kemur uttan­ eftir. Hon er tó ikki Guds vilji. Men kreppan er so her, sama hvør eigur hana, sama hvør gav hana. Øll noyðast at lyfta og bera, fáa vit at vita í hvørjum setningi, sum fíggjarlógin er í. Veit ikki, hvørji hini eru, sum noyðast at lyfta og bera. Men, sum sagt, okkara, lønartrælanna, lutur skal ikki liggja eftir, nú politikararnir so miriliga hótta okkum. Ikki soleiðis at skilja, at eg vil ikki hava meira í løn. Tað vil eg so øgiliga gjarna. Tí fái eg meira í løn, kann eg eisini gjalda meira skatt til annað enn sjúk og/ella gomul, einsamallar mammur og skjúrtufaldsskúlanæmingar, til annað enn eftirlit við vinnu rek­ andi grunnum og føroysk kirkju­ fólk í Keypmannahavn. Men tað sleppi eg so ikki. Sama løn er tað sama sum sami skatt ur, minni løn, minni skattur. Ella, sum tey tjóðskaparliga borgara ligu plaga at siga, minni skatt ur gevur meira skatt. Nú ganga øll vit í fakfeløgum, sum hava sáttmála við lands­ kass an, og spyrja: verður verkfall ella verður verkbann, og nær so? Svar fæst ikki. Ja, annað enn at lærararnir fáa eina longri jóla­ feriu. Slíkt er annars hent at vita, so til ber at leggja sær træla ti l veru­ na nøkunlunda til rættis. Svarið átti at komið í seinasta lagi 1.oktober, 1.oktober í ár, tí tá var sáttmálaskeiðið liðugt. Men í Føroyum er ongantíð nakað liðugt, tá tað eigur at vera liðugt. Tað verður ein søguligur dag­ ur í Føroya søgu, tá ein nýggj ur sáttmáli tekur við sama dagin, ikki sama árið ella árið eftir, sum gamli sáttmálin fer í søguna. Tey samráðast enn, nakrar tím ar ein dag um vikuna. Tey sam ráðast fyri meg millum annað. Men eg veit einki um, hvat tey krevja mína vegna, og held ur ikki, hvat landið vil geva mær. Hvat tey samráðast um fyri meg. Jú, landsstýrið hevur longu sagt, at eingir pengar eru settir av í fíggjarlógini til lønarhækkingar. Men verða samráðingarnar lidnar dagin fyri jól ella millum jóla og nýggjárs, kann løgtingið fáa peng ar til lønarhækking við í fíggjar lógina. Annars krevst eyka játta nar lóg. Og hon skal vera útreiðslu noy­ tral. Tá fáa fakfeløgini skyld ina fyri inntriv og sparingar í heilsu­ ve r ki og almannaverki og lestrar­ stuðli og í óðum verkum. Sama ger. Vit skulu bara vera glað fyri, at onnur hugsa fyri okk um, og viðhvørt eisini um okk um, her í fólkaræðinum. Orðatøk eru sum oftast tað bera orðaskvaldur. Men eitt orðatak er tó eftir far­ andi: eingin veit á morgni at siga, hvar hon á kvøldi gistir. Og samráðingarnar, jú, tær halda fram – um eina viku. Minus ávirkan UmaftUrafturuM HøgNi djuRHuus Leitaði eftir teimum alt kvøldið Jenis bar ikki eyga við Jóhonnu ella Jóninu Portal.fo So mugu teir vera tystir nú! Terji & Føstufressar: 20 ár millum snapsarnar Dimma Okay? Nógv vatn undan Vatnajøkli Portal.fo Góður spurningur! Hvat er forstaður fyri ein staður? Dimma Og hvør skal ansa eftirlitinum av eftirlitinum? Onkur skal hava eftirlit við eftirlitinum Portal.fo Var tað lásamálið? Umstrítt mál tryggjaði United sigurin Dimma Tað var kreativt! Sendistovan sett kreativan stjóra Norðlýsið Rudda forsíðuna! Hundur yvirkoyrdur í Miðvági Portal.fo So mangla bara politikararnar at blíva tað Rúsdrekkasøla Landsins blivin vaksin Dimma Rudda forsíðuna! Kósabúðin fingið nýggja vøru Norðlýsið Sterkir sangarar Nikolina og Hallur fingu takið at lyfta seg Vagaportalurin ranga í strúpan Lendingin var eitt sindur ógvuslig, og tað visti flogskiparin, tá ið hann stillaði seg í hurðin at siga farvæl við ferðafólkini. Hann roknaði við, at onkur av ferðafólkunum fóru at viðmerkja ógvusligu lendingina, men eingin segði nakað. ikki fyrr enn ein eldri kona kom fram til hansara. - Lendu vit ella vórðu vit skotin niður? Harða lendingin