fríggjadagur 5. november 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
Sosialurin
Jan Müller
Petur Joensen er maðurin,
sum skal tryggja, at altjóða
olju feløg vilja brúka hundr
að tals milliónir krónur til
leit ing á føroyska land grunn
inum. Hann hevur eina bæði
torføra og krevjandi uppgávu,
og hon er at sannføra altjóða
oljufeløg um møguleikarnar
at finna kolvetni í føroysku
undirgrundini. Vit spurdu
hann, um fyribils úrslitið av
Anne Marie boringini er ein
nóg góð vøra at hava við sær
í skjáttuni at marknaðarføra
landgrunnin á oljumessu í
London.
– Jú, tað haldi eg tað er.
Vit hava fingið nøkur positiv
úrslit, og tað skal undra meg,
um ikki eisini oljufeløgini,
sum hava eyguni eftir før
oyska økinum, ikki eisini
halda tað.
Lættari at
marknaðarføra
Petur Joensen vísir á, at tað
í dag er munandi lættari at
marknaðarføra landgrunnin.
– Fyrr hevur tað verið so, at
fyri at kunna lata eitt loyvi
varð neyðugt at hava eitt út
bjóðingarumfar, og áðrenn
tað skuldi lógin í løgtingið,
so tað er eitt stórt apparat at
seta í gongd. Fyri at fáa eitt
sindur meira fleksibilitet í
so máta, so hevur løgtingið
broytt lógina soleiðis, at
feløgini til eina og hvørja tíð
kunnu koma og søkja um
eitt ávíst øki. Hetta ger, at
tað gevur eitt sindur meira
meining at fara til eina
stevnu sum hesa, har vit
fara at siga oljufeløgunum,
hvussu áhugavert tað før
oyska økið er. Um tey eru
samd í hesum, so kunnu tey
koma dagin eftir, um tað skal
vera og søkja um eitt øki. Tey
nýtast sostatt ikki at bíða
til útbjóðingarumfar verður
aftur um nøkur ár ella so.
Vit spurdu Petur Joensen
um økini, sum ætlanin er at
marknaðarføra í Lond on,
eru nøkur av teimum mest
áhugaverdu á land grunn
inum? Til tað sigur hann, at
tey mest áhugaverdu møgu
liga longu eru farin, men tað
fer so tíðin at vísa. Hetta eru
í hvussu er øki, sum hava eitt
potentiali, og tí halda teir, at
tey eru verd at bjóða út.
– Tað eru tey, sum halda,
at tað er uppá tíðina, at tað
verða gjørd verulig fund á
føroyskum øki, men metir
tú, at vit framvegis hava góða
tíð til tess?
– Tað er framvegis nógv,
sum er vert at fara eftir í und
irgrundini, hóast sjey brunnar
eru boraðir. Økið er stórt, og
tað er okkara sannføring, at
møguleikarnir fyri at gera
verulig fund eru til steðar.
Gott tekin
Petur Joensen heldur tað
vera ein góð ábending, at
feløgini í Anne Marie sam
takinum nú fara at brúka
ta tíð, sum er neyðug fyri
at kanna alt tilfarið betur. –
Um einki var at fara eftir, so
høvdu tey helst bara gjørt
ta frágreiðing, sum øll feløg
eftir eina boring skulu gera
og sum tekur nakrar fáar
mánaðír. Nú vilja feløgini
brúka tíð og orku uppá at
analysera tilfarið. Tað má
vera tí, at tey síggja onkrar
møguleikar her.
– Kunnu vit ímynda okk
um, at hesi felgini eftir at
hava analyserað tilfarið, fara
at koma aftur til Jarðfeingi
við eini umsókn um at bora
enn ein brunn í loyvinum?
– Ja, soleingi tey ikki eru
liðug at greina úrslitið, so
eru møguleikarnir nógv ir.
Tað vil tíðin so vísa, men út
gangspunktið er áhugavert.
– Statoil skal bora tveir
brunnar aftrat á land grunn
inum. Kunnu upplýsingarnar
frá Anne Marie brunninum
vera við til at stuðla upp
undir tær boringarnar, nú
tað skilst, at avtala er gjørd
millum Statoil og ENI um
at lata hvørjum øðrum upp
lýsingar frá teimum seinastu
boringunum.
– Tað er ov tíðliga at siga
nakað um tað enn. Hetta
kann Statoil helst siga nakað
um.
Virkin kolvetnisskipan
– Tá vit hyggja eftir kort
in um
yvir
Atlantsmótið,
so síggja vit, at fleiri fund
eru gjørd beint hinumegin
markið. Vildi tað ikki verið
løgið, um einki varð funnið
hesu megin?
– Júst so. Vit hava enn
eina ferð fingið staðfest, at
kol vetnisskipanin her er sera
virkin, so tað skal undra meg,
at fund ikki eisini verða gjørd
her. Men mest umráðandi
er at fáa feløgini at bora so
nógv sum møguligt og so
djúpt sum møguligt kanska.
Vit hava so tveir brunnar
á skránni, men tað er eisini
virksemið hinumegin mark
ið, sum hevur týdning fyri
okkum. Tað kann eisini fáa
sína ávirkan á gongdina her.
– Fara vit kanska at síggja
Statoil bora djúpri enn hini
feløgini?
– Tað er ikki vist. Dýpdin
nýtist ikki at vera nøkur av
gerandi fortreyt fyri at finna
oljuna.
– Um Statoil ikki hevði
boðið sær at bora hesar
brunn arnar, so var eingin
nýggjur brunnur á skránni.
Kunnu vit ikki siga, at vit
bara hava tvey skot eftir í
byrsuni?
– Nei tað kunnu vit
ikki. Tíðin má vísa, hvussu
nógv skot fara at vera. Tað
er ov tíðliga at siga nú, so
vónandi fer okkurt gott at
spyrjast burtur úr í London
eisini. Og lat okkum so eisini
síggja endaliga úrslitið av
tí seinasta brunninum og
teimum báðum, sum koma.
jan@sosialurin.fo
Jan Müller
Síðani Føroya løgting fyri
stuttum samtykti broyt
ing í kolvetnislógini um
so kallaða “Open door”
útbjóðing á land grunn
inum
hava
føroysku
olju myndugleikarnir
á Jarð feingi fyrireikað
seg til at marknaðarføra
føroyska økið til olju fe
løg, sum vilja gera íløgur
í
leiting
um
okkara
leiðir. Og fyrsta ítøkiliga
royndin í so máta verður
stóra
oljuframsýningin
og ráðstevnan PETEX í
London í døgunum frá
23. til 25. november. Tá
fara Føroyar at hava bás á
messuni.
Higartil hevur bert
ver ið møguleiki hjá olju
feløg un um at søkja um
leitiloyvi á land grunn
inum í sambandi við regu
lerar útbjóðingar. Tríggj ar
tílíkar hava ver ið síðani ár
2000. Men lógin um “Open
door” letur nýggjar dyr
upp fyri olju feløg unum
sam tíðis sum tað ger
tað lættari hjá før oysku
myndu g leik un um
at
skapa áhuga fyri at leita
her. Megin reglan í hesum
nýggja út b jóðingar hátt
in um er tann, at nú nýtist
ikki ein stór og krevj andi
útbjóðing fyri at kunna
veita loyvi á land grunn
inum. Nú kunnu olju feløg
og myndug leik arnir sína
míll um gera avtalu um
ávís øki og teigar á land
grunn inum.
Ítøkiligt
Tað verður Heri Ziska,
sum stendur á odda fyri
jarðfrøðiliga
partinum
á Jarðfeingi, ið fer til
Lond on at selja føroyska
økið. Vit spurdu hann,
hvør munurin er at fara
til slíka stevnu nú eftir
at loyvistreytirnar eru
broytt ar.
–
Høvuðsmunurin
er, at vit nú hava nakað
ítøki ligt at bjóða fram.
Fyrr tosaðu vit við stór
um arm bevegilsum um,
hvussu
áhugavert
tað
før oyska økið er. Men um
einki
útjbóð ingarumfar
var fyri framm an, so var
áhug in hjá feløgunum
sera
avmarkaður.
Nú
fara vit at tosa um ein
støk leitimið, og við tað at
feløgini hava møgu leikan
fyri at søkja um hesi
leitimið, um tey meta tey
verða nóg áhuga verd, so
vænti eg, at áhugin eisini
verður størri.
– Er hettta fyrstu ferð
tit fara út at marknaðar
føra landgrunnin, síðani
løgtingið broytti lógina
um millumumfør?
– Hetta er fyrst ferð vit
fara út við nýggjum tilfari,
ið er framleitt serstakliga
til teir møgu leikar, sum
liggja í “open door” regl
un um, tvs. við upp ar
beidd um
leiti miðum.
"Upp arbeitt
leitimið"
merkir, at vit hava gjørt
ein part av inn leið andi
arbeiðinum fyri at kort
leggja øki í undir grund ini,
sum kunnu hava áhuga í
leiti høpi.
– Hvat vænta tit at fáa
burtur úr?
– Vit arbeiða út frá
eini ætlan um, at tað
skal eydnast okkum at
fáa feløg til at arbeiða
meira aktivt við føroyska
økinum,
eisini
millum
vanlig
útbjóð ingar um
før, og í besta føri kemur
onkur umsókn um eitt
hvørt øki.
– Eru ávís øki, sum tit
rokna við feløg fara eftir?
– Feløg hava ymisk
modellir tey arbeiða út
frá, og tí vilja tey sum út
gangsstøði ikki fara eftir
tí sama. Tað, sum vit á
Jarðfeingi gera, er at vísa
á møguleikar, sum vit
síggja. Í fyrsta umfari
verða tað eini 23 leitimið.
jan@sosialurin.fo
Selja Føroyar
á olju messu
í London
Marknaðarføring. Jarðfeingi
fer í næstum at marknaðarføra
føroyska landgrunnin á altjóða
oljumessu í London. Seinastu
broytingarnar í løgtingslógini um
leiting gera tað munandi lættari at
fáa oljufeløg at koma henda vegin.
Hava nógv gott
at bjóða olju
feløgunum
Oljumessa Hóast seinasta boringin á landgrunninum ikki
gjørdist tað oljufundið, sum mong høvdu vónað, so heldur
stjórin á Jarðfeingi kortini, at Føroyar hava nakað gott at
bjóða fram á altjóða oljumessu í London í næstum.
Petur Joensen, stjóri
á Jarðfeingi, heldur
Føroyar hava nógv
góð øki at bjóða fram
til leiting. Kortið vísir
nakrar av mongu
seismisku linjunum,
sum skotnar eru á
landgrunninum
Mynd Jan Müller