Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 19 VIKUSKIFTI Arkitektteknað perla - við panorama útsýni Sí fleiri hús á inni.fo PF INNI Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Her fært tú meira enn tak yvir høvdið. Tú fært dygd, trivnað og eigaragleði. Úti Tú sært við tað sama, at her er ikki spart uppá nakað, tá ið talan er um dygd, snið, tilfar, handverk og viðlíkahald. Alt er gjørt liðugt uttanum, og tú merkir straks ein áhuga í brúka og liva eins og at varðveita alt í besta standi. Í góðveðrinum um summari dregur urtagarðurin, útigólvið og útiumhvørvið teg útum, og um veturin draga fjálgu og hugnaligu húsini teg inn at njóta innilívið saman við familju og vinum. Inni Inni er ljós og luft. Stóru vindeyguni geva eitt frálíkt samband millum inni og úti, og tú sært oman móti Havnini og yvir allan Nólsoyarfjørð. Luftskiftissipan (ventlatión) er í húsunum, so alt er frískligt og sunt. Nógv er gjørt burturúr fyri at skapa gott samband millum úti og inni og samanhang millum rúmini fyri at gera húsini livilig. Her kunnu øll vera saman og hvør sær – alt eftir tørvi. Í køks- / alrúminum er opið upp í tróðrið, og trappa er upp í útsýnisstovuna og niður í sjónvarpsstovuna, har útgongd er til útigólvið og garðin. Innrætting Í ovaru hædd er inngongd, gestawc, køkur / alrúm / borðsstova og uppgongd til útsýnisstovu, millumgongd, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur, vásarúm við útgongd til bilpláss og hjallur. Í niðaru hædd er stova við útgongd til terassu, trappugongd, kamar, wc, arbeiðsrúm / klædnarúm, vaskirúm / fýrrúm við útgongd til garðin. Fakta Addressa: ...........Korkagøta 6, Tórshavn Byggiár: ..............1984 Hæddir: ...............2 / 3 Gólvvídd: .............167 m2 Grundøki: ............500 m2 Hjallur: ................Ja Prísuppskot: ......kr. 2.500.000