Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 20 Sosialurin Um 9-tíðina um morgunin mikudagin tann 16. november í 1994 bankaði politiið á dyrn - ar á skrivstovum og heima hjá privatfólki í Føroyum. Fólk fingu at vita, at tey vóru hand tikin, skuldsett fyri at hava svikað ímóti land in um, og at politiið hevði fing ið loyvi til at rannsaka skriv- stovuna ella húsini fyri at fáa fatur á skjølum um skipa- bygging. Tá dagurin var av, hevði politiið skuldsett 46 fólk fyri svik ella roynd at svika og lagt hald á fleiri tons av pappíri. Nýggja bókin »Góðan morg un – tað er politiið« lýsir tað, sum hendi upp undir tann stóra rannsóknardagin, sjálvan dagin, og hvat hendi aft aná. Hon er bygd á sam- røður við tey, sum skipaðu fyri rannsóknunum, og sum søgdu, at politiið hevði rann- sakað uttan at ganga nøkrum ov nær. Millum teirra, sum høvundurin hevur tosað við, eru fyrrverandi fútin Mogens Nepper-Christensen og fyrr- verandi ákærin Magnus Møll er. Sum 11. september Hon byggir eisini á samrøður við fleiri av teimum, sum blivu rannsakað. Samrøð ur- nar vísa, at tað var sera ym- iskt, sum fólk tóku vitjanina hjá politinum. Onkur hevði roknað við tí, onkur annar tók tað sum eitt upplivilsi, ja næstan sum skemt, meðan onnur kendu seg niðrað og eyðmýkt. Hjá hesum stendur 16. november líka klárur í minninum sum 11. september hjá onkrum øðrum. Millum teirra, sum greiða frá, hvussu tey minnast dag- in, eru Jógvan Páll Lassen, Johan Dahl, Poul Mohr og Mortan Johannesen. Tað er Árni Joensen, sum hevur skrivað bókina »Góðan morgun – tað er poli tiið"«. Bókin, sum er 180 blaðsíður við fleiri myndum, kemur í bókabúðirnar tann 16. no- vemb er. tíðindaskriv Forlagið Gráfelli gevur nú út bókina »Góðan morgun – tað er politiið« um tann stóra húsarannsóknardagin í Føroyum í november í 1994 ... Hon hevði ongantíð havt nakað við myndug­ leikarnar at gera, og hon fekk ein rættiligan hvøkk, tá hon sá teir báðar politistarnar á trappuni. Maður hennara var sjómaður og var til skips, og hon ivaðist ikki eitt sekund í, at politiið kom at siga henni frá, at maðurin var sjólátin ella deyður av vanlukku umborð. Hon hevði ofta hoyrt, at gekk skip burtur, ella menn doyðu á sjónum, kom prestur ella politiið við deyðsboðunum. (Brot úr bókini) Árni Joensen hevur skrivað bókina um tann stóra rannsóknardagin í 1994 Tá politiið tømdi hvørja skuffu og hvørt skáp Í miðbýnum | Tel. 32 13 00 15% Í avsláttri aftaná tiltakið JÚNIIK skipar fyri kvinnukvøldið í Bassalt leygardagin 6 nov. kl. 20.00 Eftir tiltakið er power - shopping í JÚNIIK við 15 % í avsláttri Vit bjóða vælkomst drykk, frukt og sjokulátu umframt eitt sera áhugavert kvøld Skrá: Kristina greiður frá um at fram- heva/ fokuserað upp á tað besta hjá okkum øllum. Petrina greiður frá um at styla okkum, so vit síggja so gott út sum gjørligt. Petur Háberg spælir nøkur løg Mótasýning - Júniik Petur Háberg spælir nøkur løg Mc Gavin greiðir frá um hár og makup Petur Háberg spælir nøkur løg Atgongumerki á 75 kr. eru at fáa í JÚNIIK, Mc Gavin, Kiosk Steinatún og Pizza kjallarinum Sosialurin 341800