fríggjadagur 5. november 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
Sosialurin
Í
síðst viku bjóðaði Tjóð
pallur Føroya teimum, ið
hava politisku ábyrgdina
av Tjóðpallinum, ókeypis
til sýningina av nýggja leiki
num,
Kirsuberjagarðurin
eftir Anton Tjekhov. Vit vóru
nøkur har, einir 10 tinglimir
og eitt landsstýrisfólk.
Vit fingu tað gleði at síggja
henda
fantastiska
leikin.
Ein stór og flott uppseting.
Heili 12 fólk á palli. Haldi ikki
eg í nøkrum leiki har áður
havi sæð so nógvar leikarar
ísenn. Í einum gitnum heims
klassikara og í modernaðari
uppseting. Upplivingarríkur,
hendingaríkur, hugvekjandi
og – síðst men ikki minst
– sera stuttligur.
Hví eg brúki orðið stjørnu
fýrverk: jú her var sum í
rættum
nýggjársfýrverki
ikki einstakar rakettir,
ið lýsa upp í myrkrinum,
meðan bíðað verður eftir
næstu men eitt fýrverkari
av rakettum, har allar og
ongin skilir seg burturúr,
men lýsa himmalin upp í
øllum litum og skapa eina
velduga sjón. Soleiðis var
at uppliva øll tey leikandi í
»Kirsuberjagarðinum« – ikki
í nakrar minuttir, men í meir
enn tveir samfullar tímar!
Góð ummæli í
Listablogginum
og Útvarpinum
Eg skal ikki gera nakra
roynd at ummæla leikin. Tað
hava onnur gjørt so framúr
væl. Lesið t.d. ummælið hjá
Mikkjal N. Helmsdal á Lista
blogginum hjá Kinnu og Inger,
á http://listinblog.blogspot.
com/2010/10/hugleiingar
umkirsuberjagarin.html
Ella hoyri samrøðuna, sum
Súni Merkisstein hevði við
Eyðun Johannesen og Carl
Johan Jensen tann 27. okt.
í mentunarsendingini In
Mente í Útvarpinum: www.
kringvarp.fo/index.asp?s=48
&t=u&inc=mentan99&name
=In+Mente
Hølisviðurskiftini
hjá Tjóðpallinum
Aftaná leikin vísti Jenny
Petersen, stjórin á Tjóðpalli
num, okkum landspolitikkar
um og býráðslimum úr Havn
afturum pallin. Eg má siga,
at tað var ein skelkandi upp
living. Eg føldi meg illa við
at síggja hølisviðurskiftini
tey hava, til pallskift, til
garderobu, til goymslu, til
verkstað, til kaffikrók, til
kantór osv. Eg skal lata vera
við at útpensla tað, m.a. at
fortelja um rottugongina.
Men tað er eisini fantastiskt
at síggja og hoyra teirra
evni og vilja til at innrætta
seg eftir umstøðunum, og
eisini vera stolt at tí, tey
hava fingið burturúr. Man
hugsar: tað er flott at tit orka
at blíva við, og eg hopi tit
halda út, til tit fáa virðiligari
umstøður! Jenny og henna
fólk á Tjóðpallinum áttu at
fingið Heiðursløn Landsins!
Men lítil ivi man vera, hvat
tey heldur vildu ynskt sær!
Politikarar mugu
taka ábyrgd
Føroyskir politikarar mugu
taka annað skinn um bak, tá
tað snýr seg um at liva upp til
okkara ábyrgd av tjóðleikpalli
Føroya – Nationalscenan,
sum alla aðrastaðni er millum
prýðiligastu nationalu stolt
leikarnar. Tað gongur ikki
longur at verða so karvandi.
Síðstu
árini
eru
fleiri
royndir gjørdar frá Menta
málaráðnum at seta pening
av til at fara undir bygging
av virðiligum umstøðum til
Tjóðpallin. Hvørja ferð er tað
karvað burtur í løgtinginum.
Nú ger landsstýriskvinnan
aftur ein roynd, hesaferð sum
eina verkætlan í samstarvi
við Tórshavnar Býráð. Onkrir
fíggjarnevndarlimir
vóru
við hetta kvøldið. Vóni at tey
eisini gera sína ávirkan.
SVF má gera
ein rundvísing
“backstage”
Sjónvarpið átti at gjørt eina
sending – ella um man ikki
vil brúka orku uppá eina
heila sending, so í teirri
fínu
mentunarsendingini
Refleksión – at farið ein túr
»backstage«, og latið Jenny
víst runt, so alt Føroya fólk
kann síggja, hvat tað er fyri
umstøður vit bjóða okkara
sjónleikarum og øllum hinum
starvsfólkunum, ið gera tað
møguligt at skapa stórverk
sum t.d. Kirsuberjagarðin.
Við takk fyri sýningina og
upplivingina
Kirsuberjagarður við stjørnufýrverki
boðin at síggja bergtakandi avrik á Tjóðpallinum – og tær syndarligu
umstøðurnar vit bjóða teimum at arbeiða undir og skapa stórverk
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin