Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 34 Sosialurin Nøvn hjá sýslu manninum, og tá ið omma eitt kvøldið var bjóðað til nátturða hjá teimum, bað hann hana fortelja eina søgu fyri børnunum, meðan hann skuldi hyggja at. Tá ið hon var liðug, segði hann væl nøgdur, “Nú forstandi eg væl, hví at børnini eru so trygg, tá ið tey lurta eftir søgu hjá tær”. Ja, hetta við at fortelja søgur, var “dagligur kostur” í Norðra dali, tá ið tað strang­ asta arbeiði var av, og ein fríløta spurdist burturúr. Andrias abbin dugdi eisini væl at fortelja, men hansara søgur vóru sovorðnar ræðu ­ søgur, sum fingu barna­ hjørt uni upp at pipra. Sum heild eyðkendi forteljing og forvitni bygdafólk. Eina ferð vitjaði elsti sonur ommu, Jóannes, gumm una og abban í Norðra­ dali sum smádrongur. Tá lá gumman fyri tað mesta í song ini, og sum tann lítli Jóannes lyfti dýnuna upp hjá henni, læt í honum, “hendan gumman HEVUR bein!!!”. Hann trúði helst, at hon lá har við ongum beinum. Omma greiðir soleiðis frá: “Tað hildu tey vera grúuliga stuttligt, sovorðið livdu tey uppá, forskellig sovorðin smá ting, tá ið man er úti á bygd, tá leggur man so væl merki til, tá ið okkurt sovorðið stuttligt verður sagt”. Eg kundi hildið á í tímavís at endurfortalt søgur og upp livingar, sum ommu hava verið fyri, m.a. um tann stutt liga spillopparan, fostur­ beiggjan Erlot, sum altíð fann upp á okkurt “puss” í skúl­ anum og heima (skúla gongd var bert fjórðu hvørja viku). Eina ferð hevði hann stappað draktina hjá sær út, og lagt hana hálva út ígjøgnum vindeygað. Myrkt var inni, og tá ið gumman kom inn í kamarið, byrjaði hon at rópa av ræðslu, “Á Jesus, Erlot!!! Far ikki út um vindeygað!!!!!” Ímeðan gumman var um at svíma av ræðslu, stóðu systk­ ini í onkrum avkróki og hildu hetta vera øgiliga stuttligt. Mangar eru søgurnar um henda Erlot og aðrar legend­ ariskar verur í Norðradali, men eitt víðari framhald verður at síggja og hoyra, tá ið tær umtalaðu upptøkurnar koma út á band. Kærleikin meldar seg Undir krígnum kom omma í samband við teir galantu eingilsmenninar, sum við tyggi gummum, sjokulátu og te munn um gjørdust væl um­ tóktir ímillum tær føroysku kvinnurnar. Omma sat eina ferð á motorsúkkluni hjá tí eina og rópti á føraran, “Not so quickly”. Men eingin maður hevði enn klárað at ogna sær ommusa hjarta, og tað skuldi ganga nøkur ár, áðrenn prinsurin á tí hvíta hestinum kom framvið. Abbi og omma hittu hvønn annan, tá ið omma kom til Klaks víkar at búgva. Líggjas á Váli, abbi mín, og omma sungu bæði við í Betesda kórinum, men sum omma sigur frá, “hann snakk aði ikki við meg, og eg snakk aði ikki við hann”. Har var tó okk urt í luftini, tá ið ein kvinna í kórinum, Amalja, argandi segði, “Á je, Anna, tað hevði nú verið doyligt, høvdu Líggjas og tú komið saman, hugsa tær til – Á, tær song­ røddir!” Omma varð so flóv tá, men nú sær hon sjálv­ andi, at hendan hevði rætt – børnini blivu sangarar uttan líka. Eftir kríggið, í 1946, fór omma fyri fyrstu ferð uttan­ lands. Tað var við gamla tjaldri num. Hon kom at tæna á einum garði í Jyllandi. Her royndi hon at súkkla á fyrstu sinni, men tað gekk so ógvusliga fyri seg, at tað eisini gjørdist síðstu ferð, at hon steig upp á eina súkklu, jú jú, innígjøgnum eitt hegn, kýrnar út á vegnum, og so ímillum tveir stórar steinar. Omma hevur sagt mær, at hevði hon ikki verið so “heldig í óheldinum”, so veit hon ikki, um hon hevði staðið her í dag. Aftur til kærleikan. Omma var leingi forlipt uppi í Líggj­ asi. Hon tekur soleiðis til, um tá ið pláturnar við Líggjasi sum sangara komu út, “tá mátti mann næstan halda sær fast, fyri ikki at detta niður á gólvið, tí at knøini blivu sum smør”. Eitt kvøldið bar tað seg so á, at omma og vinkonan Ninna gingu túr aftan á eitt møti. Tá ið tær so skiltust, og omma helt fram niðan gjøgnum brekkuna, nú hoyrir hon, at onkur kemur aftan á henni. Hon hugsaði bara, at Líggjas ætlaði sær eftir vinkonuni Ninnu, men so vendir hon sær á og sær, at hann kemur ímóti sær. Har stóð hon so, og visti ikki, um hon skuldi steðga á, ella halda fram niðan har, sum hon búði. Men so sleyg tankin hana, at “vissi Líggjas kemur aftan á mær, so meinar hann tað... tí at hann fer ikki aftan á eini gentu, sum hann einki meinar við.. Og meinar hann tað, og eg renni undan, so kemur hann ongantíð aftur. Tað var eg klár yvir. So eg steðgaði á…. vit møttust har. Og liðugt var – tað var RÆÐU LIGA SPENNANDI løta”. Hetta hevur omma ongantíð angrað, og tað hevur sambært henni verið gott allan vegin. Omma hevur lagt afturat í samrøðuni, at eg og hon høvdu ikki kunnað prátað saman, um tað ikki blivu tey bæði. Og tað er omma Gudi glað og takksom fyri soleiðis, sum Hann hevur ornað tað. Tillukku Omma Lagnan er duldarfull. Og ommusa ævintýr steðgar ikki her. Síðani síðstnevnda “brakið” hevur hon upplivað tað at fáa børn og ommubørn, ja, hon hevur upplivað heili trýss ár afturat hesum ávísa romantiska vetrarkvøldinum í januar – og upplivir enn. Nógv hava notið av henn­ ara gávumildni og tænastu og verki fyri Harran. Drýlar, bollar og kleynur hava sirku ler að runt allastaðnis. Omma elskar at geva og gleða onnur, hon hevur eitt stórt og heitt hjarta, so eg meini, at hon so væl og virði­ liga hevur uppiborið mína “Brockmanns” føðingar dags­ heilsan her í blaðnum. Og tá ið omma ger eina máltíð, so koyrir hon eina ingrediens í, sum ger allan munin, og tað er kærleiki – fleiri kilo av honum! So mín elskaða Omma, hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum, túsund takk fyri alt, sum tú hevur verið og ert fyri meg, hóast eg nú búleikist sum ein banditt í Frankaríki, har ið omma eitur “Grand­Mère” (sum tú ikki brýggjar teg so nógv um). Jesus signi teg og styrki teg á lívsleið tíni. Eg eri tíverri burturstaddur á tínum runda føðingardegi, men bara rólig, eg skal nokk møta upp, tá ið tú fyllir 100. Omma leingi livi: Hurrá x 90 !!! Napoleon Smith, 23 ár, 03.11.10 Aix­en­Provence Hósdagin 28. oktober í ár andaðist Jonathan Motzfeldt í Nuuk 72 ára gamal. Við deyða Jonathans hevur grønlendska tjóðin mist ein av sínum stóru synum. Jonathan Motzfeldt gjørd ist longu sum ungur undan gongu­ maður í grønlendskum politikki og var í mong ár formaður í flokkinum Siumut, sum tey fyrstu mongu árini var stjórnarberandi flokkurin í Grønlandi. Hann hevði stórar visiónir fyri grønlendsku tjóðina. Grønland skuldi hava sjálv stýri og grønlendska sjálv­ stýrið skuldi áhald andi útbyggjast og menn ast. Landið skuldi gerast eitt væl ferðar sam felag eftir egn­ um fortreytum og Grønland skuldi taka sess millum ikki bert norður­ lendsku tjóðirnar men millum all­ ar heimsins tjóðir. Men Jonathan hevði tí ikki bert áhuga fyri menningini av grøn lendsku tjóðini, hann hevði stóran áhuga fyri umstøðunum hjá heimsins upprunafólkum sum heild og í hesum høpi serstakliga lagnuni hjá Inuit, arktisku upp­ runa tjóðunum. Hann sýndi hesum tjóðum stóran áhuga og stórt samhaldsfesti og átti eisini stóra virðing millum hesar tjóðir. Jonathan Motzfeldt var eis­ ini virkin og hátt mettur í norð­ ur lendskum samstarvi og tá Jonathan tók orðið á norður­ lendsk um fundum, varð lurtað við áhuga og virðing. Hann legði stóran dent á at breiða út kunn­ leika í altjóðasamfelagnum til føði­ land sítt, og hann dugdi framúr væl at kunna um Grønland og skapa fatan fyri serstøku landfrøðiligu, mentanarligu og vinnuligu viður­ skiftunum í landinum. Jonathan Motzfeldt var ikki bert eitt gott umboð fyri føðiland sítt Grønland, men hann var eisini eitt gott umboð fyri okkum, tjóðirnar, í Útnorði og fáur dugdi sum hann at greiða frá og at lýsa tær kringumstøður og tær for­ treytir, sum eyðkenna lívskor okk­ ara, sum búleikast í Útnorði. Tað, sum stútt og støðugt lá fremst í huga Jonathans, var áhuga mál grønlendsku tjóðarinar. Hann legði nógv fyri, tá tað ráddi um at verja hesi áhugamál og vann hann sær nógva virðing úti sum heima fyri sítt stríð, sítt áhaldni og sítt støðufesti, tá tað ráddi um at verja grønlendsk áhugamál. Jonathan Motzfeldt átti nógvar vinir í Føroyum og við honum hava vit mist ein av okkara bestu vinum í útnorður­ og norðurlendskum samstarvi. Hann hevði gott sam­ band við Javnaðarflokkin, og vit í flokkinum fara at sakna hann. Vit hava størstu virðing fyri honum persónliga so væl sum fyri politiska lívsverki hansara. Vit fara at minnast Jonathan Motz­ feldt sum ein góðan og vinsælan samstarvspart í mongum viður­ skiftum, har vit høvdu felags áhuga mál. Vit fara at minnast hann sum ein virðiligan, góðan og sterkan umboðsmann fyri Grøn land, fyri tjóðirnar í Útnorði og fyri Inuit í Arktis. Vit lýsa frið yvir stóra hugsjónarmannin og politikk aran Jonathan Motzfeldt. Jóannes Eidesgaard Minningarorð frá Javnaðarflokkinum um Jonathan Motzfeldt