Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 Sosialurin Ein heilsan til ommu mína, Annu á Váli, sum fyllir 90 ár fríggjagdagin 5. november. Tess meir og meir eg læri og skilji á lívsins vegi, tess meiri innsíggi eg, hvussu heldigur eg eri, at hava upplivað kær­ leikan frá tveimum ommum, sum høvdu eitt stórt hjarta fyri sínum ommubørnum. Eg kann ikki siga, hvørja av ommunum, ið mær dámdi best, tí báðar tvær vóru óund­ veriligar á hvør sín hátt. Omma mín Sigrun úti í Grøn landi, var ein sera stutt­ lig og spennandi fín dama. Tá ið hon ansaði eftir okkum ommubørnunum, plagdi hon onkuntíð at spæla trøll við okkum. Tá var lív og látur. Og so tannáringaárini, tá ið eg hevði brúk fyri at tosa við onkran um kjærligheitina, var hon altíð klár at koyra ein biltúr við mær oman eftir Havnar gøtum fyri at keypa ein góðan ís og at smitta meg við síni lívsgleði. Og tá ið eg mussaði hana á kjálkan, var hon skjót at siga,“Ja, øva teg nú!”. Síðan til ta ommuna, sum nú fyllir 90 ár, Anna­omma, ella Anna á Váli. Henda omm­ an var tann omman, sum vit ommubørnini kanska sóu mest til ígjøgnum barn dóm­ in, eftir sum at hon hevur búð í grannalagnum alla okk­ ara tíð. Kanska tann mest ommusliga omman. Altíð til reiðar at geva, og at gloyma seg sjálva burtur í at tæna øðrum við sínum legendar­ isku kleynum og drýlum. Sum barnagenta tímdi hon væl at spæla við okkum, og at fortelja søgur og ævintýr – og tað er hetta seinna, hennara forteljaraevnir, sum eg fari at leggja dent á í hesi greinini. Glimtið í eyganum Sum eg bleiv vaksin, gjørdist eg meir og meira forvitin eftir at kenna lívsøguna hjá míni ommu. Kendi eina ávísa afturtrá. Vildi vita, hvussu tað var fyrr í tíðini. Har var eitt glimt í eygunum á henni, eitt nøgdsemi og ein lívsvísdómur, sum vakti mín áhuga. Hvussu var at vera barn í 1920'unum í Norðradali? Hvussu møtti omma kærleikanum? Hvørjar lívsroyndir og upplivingar hevði omma tilognað sær alla hesa tíðina, har ið hvørki míni foreldur ella eg vóru til? Tá ið eg fór burtur til Afrika í longri tíð í 2007, inn­ sá eg, hvussu ið ómetaliga týdningarmikið tað var fyri meg (og restina av verðini), at søgan hjá ommu varð fest á blað og tikin upp á band. Niðriundir í kjallara íbúð­ ini við tekoppi í hond, kavaði eg út í eina ævintýrliga rann­ sóknarferð heilt aftur til eina fortíð, har ið vegasamband, streymur, telefon, útvarp, osfr. enn vóru ein ókend fram tíð. Tað var ein verð, har ið pláss var fyri søgum og góðum forteljarum, tá ið børn og vaksin savnaðust í bóndahúsinum eftir dagsins strev. Roykstovumentanin eitur tað nokk. Tá ið eg kom aftur úr Afrika, legði eg javnan dikta ­ fonina við síðuna av tekoppa­ undirskálini, sum eg sat og lurtaði eftir ommu, meðan hon so meistaraliga og ektað fortaldi um lívið hjá sær, frá sínum fyrstu jólaminnum sum fýra ára gomul, til tá ið abbi tók armarnar um hana ein romantiskan vetrardag í januar 1951. Nakrar av for­ teljingunum hava verið við í útvarpsending hjá Svenning av Lofti og í blaðgreinum hjá Óla Jacobsen. Omma og eg eru komin sera tætt upp á hvønn annan ígjøgnum hesar samrøður. Í august 2008 sótu omma og Oleva systir hennara og prátaðu saman niðriundir við nátturðaborðið um gaml ar dagar. Tað var sera lívs játtandi at síggja tær flenna saman um farnar løtur. Babba og eg komu tá ásamt um, at her var eitt stórt mentanarligt virði, og at tann besti mátin at “fanga løtuna” uppá, var at filma tær. Tað glimtið, sum ein sær í eyganum og andlitinum á tí for teljandi, kann bert fangast við einum filmstóli. At omma er ein sjarmer­ andi og evnarík sjónleikar­ inna, er eingin loyna. Sum ung droymdi hon um at spæla sjónleik, men tá var ikki hugsingur um at fara undir út búgving, tí at ábyrgd in á garðinum var stór, og omma var elst av átta systkj um, sum ikki øll høvdu so góða heilsu. Við útstýri, stuðli og eggj­ an frá Klippfisk, byrjaði eg at taka tríggjar eldri kvinn ur upp : ommu, Olevu ommusystir og Kirstin í Ull­ vøruhúsinum. Eg havi eisini gjørt samrøður við biologisku stórusystir ommu, Hannu, sum býr á Bornholm. Eg eri ómetaliga glaður fyri at hava gjørt hetta, og eg vil fegin takka øllum teimum, sum hava hjálpt, stuðlað og eggjað mær í hesi verkætlan. Omma – Legendan úr Norðradali “Tað startaði dapurt, men tað hava altíð verið góð fólk í Føroyum, sum hava tikið sær av teimum, sum treingja”, leggur omma út á míni fyrstu filmsupptøku av henni. Omma, ella Anna Sofía Reinert, sá dagsins ljós fimmta november 1920 í Havn. Longu sum fýra ára gom­ ul misti hon mammu sína. Minnini um kring hesa hend­ ing eru sera rørandi at hoyra. Hon fekk seinni for talt, at onkur skuldi hava møtt sær sum smágenta inni í kirkju­ garðinum, har ið hon gekk og leitaði eftir mammu síni. Pápi ommu, Óli Reinert, var sjómaður, so omma flutti við lítlu systir síni Olevu til Norðra dals at búgva. Pápi hennara og Dia gubbi leiddu hana ímillum sín til gongu upp um tey øgiligu fjøllini, og tann lítla Oleva varð borin í leypi. Sjálv sigur omma, “eg fekk eitt gott heim og góð fosturforeldur, sum fortaldi mær um Jesus, sum var tað besta á fold”. Hon minnist eisini, at hon sum fýra ára gomul var til jóla hald í Havn. Tað var jarðar móðirin Hansina, sum skip aði fyri sonevndum “jóla­ træ” fyri børnum, sum ikki høvdu so góðar umstøður. Tað var eitt ógloymandi stórt upplivilsi hjá henni og hin um børnunum at fáa eitt kramar hús fult við góðgæti aftur fyri. Fyrstu tíðina búði hon hjá mammubeiggja sín um, Símun, og konu hans ara, Dorteu, men tað var skjótt, at hon kom til Niðri stovu­ bóndan, Óla Reinert og konuna Josefinu at búgva. Har vaks hon so upp saman við sjey trímenningum, og nógv ábyrgd lá á herðum hennara sum stórasystir. Longu sum sjey ára gomul tók hon hond í arbeiðinum. Har var nógv at gera bæði inni og úti. Hon passaði síni systkin, vaskaði blæður undir løkjuni uttan fyri húsini í Norðradali, og so hjálpti hon eisini javnan gásarungum upp úr gravunum. Skúlagongd var bert fjórðu hvørja viku við einans tveim um skúlaflokkum. Tað vóru sokallaðir “vandri­ lærarar”, sum bæði undir­ vístu á Hvítanesi og í Norðra­ dali Í hesum døgum var pedogikkur lítil og eingin, og harav minnist omma aftur á eina óreina lærarinnu, sum ikki gjørdi annað enn at spilla børnini út í fleiri ár. Men so kom ein góður lærari, og hetta árið lærdu tey meir enn øll hini árini tilsamans. Omma vísti góðan dugnaskap í skúlanum, og hon fekk eina ferð bjóðað ókeypis real­ skúlapláss í Havn. Hon hevði góðan hug, men tað var rætt og slætt ómøguligt fara frá arbeiðinum á garðinum. Fjúrt an ár, og so út at arbeiða. Ferdugt. Nógvar eru søgurnar um ommu í Norðradali, har ið hon hevur ment seg og upplivað eitt sindur av hvørj­ um. Eina ferð legði ein villur tarvur eftir henni, men tá kom Gud henni til hjálpar, og hon gav eitt indianarahyl. Sum níggju ára gomul gekk omma fyri fyrstu ferð yvir um fjøllini til Havnar. Tað var nakað heilt serligt, tá ið tey skuldi til Havnar at selja og keypa. Sum omma so væl lýsir tað, “Eg minnist, tá ið eg kom so langt suður sum til Kleynsvarða, Bøllureyn har, tá føldi eg (omma andar inn), hatta er havnarroykurin! Tað var koluroykurin sum kom í næsarnar á mær, tí at heima brendu vit bara torv”. Uppi á Dalavegnum fóru tey í teir fínu svørtuskógvarnar, so tað var eitt ordans tramparí oman eftir brekkuni. Tey seldu ull, og Óli Reinert í Norðradali var tiltikin, tí ullin varð seld líka út til Fugloyar. Í teimum smáu húsunum í Norðradali var altíð hjarta­ rúm. Tey vóru í alt trettan fólk í húsi, og í hoyna vóru tað enn fleiri. Í húsunum búði abbin, skaldið Andrias Reinert, pápi Óla, og so tann søgufróða gumman, Charlotta, nevnd Lotta. Fost­ ur pápin Óli var eis ini óførur at fortelja søg ur, og har­ afturat var hann ein óførur sangari og sang skrivari. Omma og hann sungu fyri, tá ið tey í Norðra dali savnaðust til ávikavist andaligar og fosturlands sangir tvey kvøld um vikuna fast um veturin. Favoritturin hjá ommu var “Jesus um teg vil eg syngja”. Tá vóru tað altíð fólk, sum “duttu inn á gólvið” ella gistu. Tað var altíð spennandi at fáa vitjan, men strævið eisini, tí nógv breyð skuldi bakast hvønn dag. Omma hevur altíð ver ið ein sterk madamma. Fost ur­ mamman Josefina legði eina ferð til merkis, at vinstra økslin á míni tá trettan ára gomlu ommu, var lægri enn hin, og so skuldi hon til lækna at kann ast. Men eftir at læknin hevði tikið eitt sjó­ mans tak við ommu, klappaði hann henni á herðarnar og segði, “Far tú bara heim aftur til Norðradals og ar­ beið. Tú ert sterk sum ein miðal maður!” Og júst sum omma bleiv fimtan, varð alt arbeiðið hjá gummuni yvir latið til hennara. Hon elti dúgliga breyð og gekk til neytar. Ein góð fyrimynd hevur fosturmamma henn­ ara verið, ein kvinna, sum bæði var klók og røsk, og hon seymaði øll klæðini, sum børnini gingu í. Hon var eisini ein sera upplýst kvinna, las alt, sum hon fekk hendur á og kundi fortelja alt aftur fyri øðrum, so tað var øgiliga spennandi at lurta eftir henni. Í Norðradali var saman­ haldið hjartaliga sterkt, og tað var ikki bara at siga tað, tá ið omma fyri fyrstu ferð fór út at tæna sum nítjan ára gomul. Hon “longdist aftur til henda góða Norðradal”. Men tað var skjótt at hon tók mót til sín og byrjaði tænastuna hjá tí “komiska” sýslumanninum í Vestmanna (abbi Óla Breckmann). Her tænti hon í fýra mánaðir, og tað vardi ikki leingi, fyrr enn børnini fylktust um hana fyri at lurta eftir søg unum, sum hon plagdi at fortelja, m.a. ævintýrið “Eder land”. Ein pápi í bygd­ ini, Axel Haralsen, hevði hoyrt frá dóttrini um hesa væl um tóktu arbeiðskonuna Omma mín er eitt ævintýr Framhald