fríggjadagur 5. november 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
32
Sosialurin
Gráar illsligar aldur bróta
niðri á Sand. Bróta niðan
ímóti fjálga heiminum í
Gjógv ará túni, sum hevur
mist ein av sínum kæru -
Sól run Laksá foss gjørdist
bert 55 ára gom ul, nú hon fór
heim.
Lívslagnan hjá Sólrun
hev ur ikki bert verið merkt
av undanvindi. Andróður
og tungur kampur gjørdist
tíðliga ein barskur verðuleiki
hjá familjuni Laksáfoss. Bert
44 ára gomul gjørdi kreftin
vart við seg. Í apríl ´99
vitjaðu tey bæði Laksáfoss
Rikissjúkrahúsið á fyrsta
sinni - og eftir hetta hava tey
ofta tikið hesa tungu leið í
lívsins stóru óvissu. Vitanin
um at vit einki vita, hava
Sólrun og Páll merkt tættari
upp á sín kropp enn flest
onnur.
Sólrun var á mangan hátt
eitt
sermerkt
menniskja,
eitt menniskja ið við síni
lívs gleði og útstrálan hevur
givið okkum so ótrúliga
nógv at hugsa um og at
takka fyri. Sólrun sannaði
og livdi eftir lívs settn ing-
in um "bert ein dag, eitt bil
ísenn eg fái" hon nýttið
hvørt eitt sekund Harrin gav
henni - og hennara partur av
lívsins vilja lá ikki eftir - ein
sermerktur lívsfightari.
Sólrun stríddist, hon misti
førleikan, men ongantíð tók
hon synd í sær sjálvari, var
positiv, segði ofta "at tað eru
nógv, sum hava tað verri enn
eg".
Sólrun
var
ein
stolt
kvinna! Hon fór ikki í hvat
sum helst, var altíð væl
ílatin, elskaði góð klæðir og
smúkkur. Nýliga fekk hon
Georg Jensen oyraringar frá
Páll, sum hon var serliga glað
fyri.
Góði Páll, tú vart við
hennara lið øll hesi ár. Títt
tolsemi, títt innlit í hennara
sjúku og ikki minst tín stóri
kær leiki til Sólrun hevði
eingin mørk og vart tú henn-
ara eitt og alt - ja, Sólrun'sa
"yndlings-laksur", sum hon
ofta tók til.
Bárður og Eyðun, tit hava
mist eina góða mammu.
Bárður, Ebba og Durita tit
skula vita, at eg havi ongantíð
tosað við stoltari ommu enn
Sólrun!
Góða Jannet, tú vart
Sólrun so ómetalig góð vin-
kona. Títt elskuliga lyndi og
títt stóra hjarta, fløvaði og
ríkaði Sólrun til tað allar-
síðsta.
Aldurnar
minka
niðri
á Sand, meðan øll minnini
renna fram fyri meg. Hugna-
ligar løtur hjá Magnu, har
børn okkara vóru í pleygu.
Páskatúrur til London, Norð-
oyastevna í Rom, kvinnu-
túrur í Bulgarien, silvur brúd-
leypsdagur tykkara, har vit
vaktu tykkum við sangi, tín
fimmti ára føðingardag, sum
bleiv hildin í Lonini, ja tú
vart bert heima til hendan
stóra dagin - strævnir dagar
við ógvusligari viðgerð vóru
fyri framman á Ríkis sjúkra-
húsinum. Hóast hetta sat
tú til háborðs, sá út sum ein
drotning og veitslan stendur
enn sólaklár fyri okkum.
Okkara tankar fara fyrst
og fremst til tín góði Páll
og synir tykkara, Bárður og
Eyðun, sum hava mist eina
góða, fjálga konu og mammu.
Lítli ommusonurin hevur
mist eina ommu, sum hann
ikki fer at minnast. Elenora
og Edvard, tit hava mist
eina góða systir, og tú Ruth
misti eina svigerindu, sum
tú altíð var klár at rætta eina
hjálpandi hond. Saknurin er
stórur hjá familju, vinum,
grannum, og annars teimum
mongu, sum kendu Sólrun.
Harrin styrki tykkum og
okkum øll í sorgini.
Við hesum orðum fara vit
at lýsa frið yvir minnið um
Sólrun Laksáfoss.
Vinir undir Blábjørg
Nøvn
23. oktober fingu Anja Eyvindsson Perraud og Alexis
Perraud, Lyon, ein son. Hann var 50 cm langur og
vigaði 3430 gr. Hann hevur fingið navnið Leo.
22. oktober fingu Fríðbjørg P. Justesen og Martin
Justesen, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur
og vigaði 3650 gr.
25. oktober fingu Sheila og Firouz Gaini, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3350 gr.
29. oktober fingu Rakul Jákupsdóttir Augustinus sen,
Hoyvík, og Rógvi Weyhe, Kollafirði, ein son. Hann
var 55 cm langur og vigaði 4070 gr.
31. oktober fingu Oda Ingemarsdóttir Højgaard og
Jógvan Joensen, Toftum, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4040 gr.
31. oktober fingu Tórun og Uri Borentzvige, Tórshavn,
ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2705 gr.
1. november fingu Joan M. Mikkelsen og Carsten H.
Jensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long
og vigaði 4350 gr.
2. november fingu Theresa Niclasen og Kjartan
Nielsen, Nólsoy, ein son. Hann var 50 cm langur og
vigaði 3135 gr.
Føðingar
Minningarorð um Sólrun Laksáfoss
f. 27.03.1955 – d. 30.10.2010
25 ára starvsdagur
28. oktober hevði Ejler Johannesen, marknaðarleiðari,
verið í starvi hjá P/F Poul Hansen í 25 ár