Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 Sosialurin Sum vanligur løntakari standi eg spyrjandi, hvussu hetta ber til? Onki hoyrist frá okkara fólkavaldu. Teir leggja alskins av­ gjøld og skerjingar á okkum: Vit skulu hava hægri brenniolju, onki ferðaavgjald, heimsins dýrastu mjólk, og óvanliga dýrar dagligdagsvørur. Eg ætli mær at fortelja eina fitta søgu um MVGið. Skuldi fyri nøkrum árum síðani keypa mær eina góða skrúvumaskinu. Vitjaði fyrst ein handil, har góðar maskinur av slagnum Bosch fingust sera bíliga. Fór síðani til Balslev fyri at kunna samanlíkna prísir. Sama maskina var fleiri 100 kr. dýrari hjá teimum. Gjørdi teir kunnigar við prísin, ið tann fyrra fyritøkan kundi lata mær maskinuna fyri. Hatta ber ikki til, tí ein maskina av hasum slagnum kann ikki vera so bílig, hon verður seld fyri undirprís, handa prísin kunnu vit ikki bjóða tær... Gjørdist forvitin at vita, hvussu hetta bar til. Hjá Balslev søgdu teir mær, at hasin handilin er kendur fyri ikki at rinda landinum MVG, og tí kappast vit ikki á jøvnum føti. Stutt eftir hoyrdist í býnum, at henda fyritøkan var sloppin frá at gjalda 8 mill í MVG, og var byrjað aftur í einum øðrum felagi. Hetta hendi frá degi til dags. Áttu vit brúkarar ikki at fingið at vita, hvør ið ikki letur landinum MVG. Vit geva hesum fyritøkum 25% ov nógv fyri vørurnar, og samstundis straffa vit tær fyritøkur, ið halda sínar skyldir. MVG Emil S Jacobsen Útvarp Føroya ber okkum tíðindi, at fyritøkur í Føroyum skylda meir enn 100 milliónir í MVG til Landskassan Heri Mohr Í 1999 gav Føroya landsstýri eina bíliga (tó ikki ókeypis) bók út, sum fekk heitið Hvítabók. Í bókini eru 21 serfrøðingar (umframt ”tann gráa eminencan”) úr 8 ymiskum londum komnir til ta niðurstøðu, uttan tó at grundgeva hví, at tað hevði verið ”hent um galdandi gjaldoyraskipan við donsku krónuni sum grundgjald­ oyra, varð broytt til eina gjaldoyraskipan við euroini sum grundgjaldoyra.” Teir, serfrøðingarnir, eru eisini av teirri áskoðan, at tað skal ”bannast, at almennu kassarnir seta seg í skuld.” Nóg mikið um hasa bókina. Í 2000 gav Føroya lands­ stýri øllum heimum í Føroy­ um og ætlandi eisini lesandi føroyingum í Danmark og aðrastaðni ókeypis bóklingin ”Frá heimastýri til fullveldi.” Eitt doserandi rit um hvussu loysast kann úr tí danska kongaríkinum. Siðani 1998 hevur konstruktivur, posi­ tivur landspolitikkur verið nógv darvaður av tíðs­ og peningakrevjandi loysing­ arpolitikki við sera óheppn­ um avleiðingum: Lands­ stýrið hevur avskeplað og niðurbundið ríkiskassans lógbundnu fígging av heilsu­ og almannaverkinum og soleiðis rent landskassan í peningaligt óføri í so stóran mun, at ikki slepst undan nýggjum, álvarsligum inn­ tøkulógum og at upptaka risastór lán til landskassans lógbundnu útreiðslur. Skýggini gerast alt sjón­ ligari og myrkari. Tvinnir eru kostirnir: Antin má løgtingið yvirtaka øll málsøkini, ið verða fíggjað við ríkiskassablokki, ella má løgtingið beinanvegin áleggja landsstýrinum at fáa fyrisitingina av blokkinum í professionella legu við støði í galdandi lógum, kunn­ gerðum, avtalum og reglu­ gerðum, soleiðis sum fyrisitið varð áðrenn 1. januar 2002. Við lóg skal land byggj­ ast. Bólturin liggur nú í løgtinginum. Almenna sjónvarpið átti at víst seg meira við objektivum sendingum um eitt politiskt stórmál, sum nertur við dagligu tilveruna hjá bæði ungum og gomlum og sjúkum, avlamnum og brekaðum í okkara landi. Skriftin á vegginum: • Tey ”bleytu virðini” verða bumbað hálva øld aftur í tíðina. • Landskassin við milli­ ardaskuld verður settur undir administratión. • 1992­tromin er í eygsjón. • Tey arbeiðssomu, dugna­ ligu rýma av landinum. • Landskassin verður saneraður fyri aðru ferð. Í 1992/1998 vórðu í fyrsta lagi nógvar løgtingslógir settar úr gildi (makuleraðar) og aðrar komu í staðin fyri, og í øðrum lagi varð landskassin saneraðu við 1.400.000.000 krónum (900 milliónir + 500 milliónir) úr ríkiskassanum. Í 2002 vendi Føroya løg­ ting sær til alt Føroya fólk við einum ókeypis bókverki fíggjað vð almennum pen­ ingi: ”Løgtingið 150” í 2. bind­ um, 779 síður. Vorðið sum ”gáva” og tað frá okkara høga løgtingi. Tíverri er bókverkið í støðum ikki eftirfarandi og heldur ikki objektivt. Sera harmiligt, slíkt átti ikki at komið fyri í seriøsum bókum. Og als ikki í so álvarsomum dokumenti, sum løgtingið hevur lagt navn og pening til. Skrivað hevur verið í bløðunum um hesa óheppnu søgubók, sum kanska átti at fingið seriøst uppískoyti. Í 2008 gav Eik Grunnurin 2008 (kanska ein undirdeild av Eik Grunninum?) út bókina ”Eikirøtur 1832­2007.” Tjúkk og tung; glittað pappír; 462 síður. Har hevur grunn­ urin ætlandi tikið djúpt í lumman. Eisini hendan bókin varð útborin ókeypis. Nú Eik Banki, ”Bank of the year” í 2007, og Eik Grunnurin báðir so skammiliga eru farnir í søguna, er tað tragikomiskt at blaða í bókini. Eitt nú á síðu 411 undir Lokaorð (finst ikki í orðabókini; hevur tað nakað við lokabragd at gera?) lesa vit: ”Eik Banki hevur verið virkin í tí føroyska samfelagnum í 175 ár. Endamál hansara var frá fyrstan tíð at nútímansgera føroyska samfelagið. Tí virkaðu hann og teir menn, sum mannaðu garð um hann, fyri at bróta niður tey stongsl, kongaligi einahandilin hevði hildið føroyska fólkið innanfyri.” Møsn! Eik Banki varð navngivin (stovnaður) 18. desember 2006. Spónin var ikki meira enn sett í greytin, tá glæstribókin um ein nú fyrrverandi glæstribanka og hansara grunn kom út. Fyri alt tað: Færø Amts Sparekasse alias Føroya Sparikassi – navnabroyting í 1963 meðan J. Koch, sorinskrivari, var formaður 1959­1965 – breyt ongantíð nøkur stongsl niður, hvaðna minni seg sjálvan. Moralur: Lesið kritiskt tað, sum kemu ókeypis inn um dyrnar, tí ekstrem nationalistisk” butolisma er ikki at spæla við.” Ókeypis bøkur Tað kemur fyri, at vit fáa okkurt ókeypis, eitt nú onkra bók inn um dyrnar. Her verður ikki hugsað um príslistar, brochurur, traktatir, telefonbøkur, ókeypis bløð o.a.tl. Nei; men um veruligar bøkur og bóklingar, ið vert er at eiga – og lesa Um ein løgregluovasti var vitandi um rán úr landskassanum til 150 ­ 200 mill. kr. (mvg­ og b­skattaundandráttir og ­eftirstøður) uttan at gera nakað við tað, so hevði hann fingið sekkin í vanæru og aldrin aftur fingið tílíkt starv. At fíggjarmálaráðharrn hevur eitt tílíkt eftirlitsstarv, kann eingin ivi vera um. Og at hann ­ í staðin fyri at fara eftir pengunum hjá teimum, ið eiga at gjalda ­ krevur gjaldið frá ósekum, ið longu hava goldið og í mongum føri ikki hava meira at gjalda við, kann hvørki umberast ella góðtakast. Einasta svarið til tílika provokatión er: Loysið fíggjarmálaráðharran úr starvi ­ ella leggi frá tykkum allir samlir. Dagfinnur Danbjørg Loysið fíggjarmálaráðharran úr starvi