Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 30 Sosialurin Hoyrdi eitt brot av orða­ skiftinum á RÁS 2, har ein av floksformonnunum tók nakað soleiðis til, at starvs­ fólkið innan tað almenna mestsum sótu og ansaðu eftir ikki at gera nakran feil, hvør skal siga, at tey líkasum sótu har og ansaðu eftir hvørjum øðrum, uttan at hava tað hugflog, sum tey borgarligu og frísinnaðu starvsfólkini eftir hansara metum høvdu. Harafturat gleddi hann seg yvir, at Føroyar nú endiliga vóru við at blíva borgarligar, líkasum fyri at undirbyggja sín pástand, hvussu lítla virðing hann hevði fyri starvsfólkunum innan tað almenna. Tað kann tykjast heilt margháttligt, at tað fíggjarliga ragnarrok, sum allur heimurin hevur verið vitni til, har tann borgaliga hugsjónin hevur verið orsøk­ in til størsta fíggjarliga kolappsið seinastu 80 árini, tað hevur sami floksformað­ ur als ikki givið sær fær um. So er tað gamla frasan um, at bara skatturin verður lækkaður, kemur tað at hava við sær at allir trupuleikar eru loystir. Í eini kanning herfyri í Danmark, ið sigst at hava hægsta skattatryst í heiminum, siga tveir út av trimum skattgjaldarum, at tey fegin vilja gjalda tann skatt, ið er neyðugur til at tryggja teimum tað væl­ ferðarsamfelag, tey búleikast í. Fólkatalið í Føroyum er sum ein lítil ella meðalstór kommuna í Danmark, men vit eru ikki ein kommuna, men eitt framkomið samfelag við øllum teim skyldum, tað hevur við sær. Vit hava tað fram um nógv onnur lond, og tað er at gleðast um, at livialdurin í Før­ oyum er rættiliga høgur. Ja tað verður sagt fyri mær, at miðal­ aldurin á Sýnini í Vágum er 90 ár. Tað hevur so sjálvsagt við sær, at tað vera færri og færri løntakarar, og tí er tað full­ komuliga burturvið at billa fólki inn, at bara tú lækkar skattin á lønum, so eru allir trupuleikar loystir. Einaferð var loysnin hjá stavna­ manninum at gera Føroyar til eitt samfelag, líkt við Isle of Man, har skattaundandráttur er høvuðsgrundarlagið undir vælferðini og ein ørgrynna av bankum gera sítt til at har er eitt skattaparadís. Her í Føroyum er tað mvg paradísið, ið heldur áfram. Fyri 15 ­ 20 ár síðani bar fjølmiðil tíðindi um, at virki stýrt av politikkara, ið sat á løgtingi, smeyg sær undan at gjalda 3 milliónir í avgjaldi til landskassan. Nú sigur landsgrannskoðarin, at mvg skuldin er komin í hundrað milliónaklassan. Samstundis er trivnaðarnevnd og løgting á gosi um at finna, minnist meg rætt 1,5 milliónir, so tey gomlu og álvarsligu sjúku ikki skuldu liggja hjálparleys um náttina. Jú eitt er víst, at hesin pen­ ingur hevði komið væl við hjá tí hart sperda landskassa. Millum annað hevði tað verið gjørligt at goldið tey ellisheim, ið ætlanin er at byggja kon­ tant, eins og heimahjálpin ella sjúkrahúsið høvdu notið gott av øllum milliónunum. Ímeðan sita tey starvsfólk, ið hava við mvg innkevjingina at gera hjálparleys, alt ímeðan mvg ránið heldur áfram, tí politiski mynduleikin ikki vil geva teimum tey amboð, ið neyðug eru, til at steðga tí ránsveiðu, ið er farin fram seinstu 20 árini, har lands­ kassin helst hevur mist fleir­ falt tað, ið landsgrannskoðar­ in hevur lagt fram. Tað hevði tí verið sera áhugavert at fingið fram í ljósið, hvussu nógvar milliónir eru eftirgivn­ ar á b­skatti og mvg seinastu 25 árini. At so vera niðurgjørdur av einum politikkara, sum hevur eittans endamál, og tað er at amputera eftirlitið soleiðis, at mvg ránið kann halda áfram næstu 20 árini, tað er nógv fyri. Frank Davidsen Mvg ránið heldur áfram Útlitini eru ikki góð, nú landsstýrið og Føroya Løgting halda, at tað er skilagott at fremja sparingar – løgið at teir skulu fáa slíkar tankar nú, tí fyri stuttari tíð síðan hildu teir, at skattalættar til tey hægst løntu var nakað ið samfelagið væl toldi, ja tað var samfelags gagnligt. Føroyskur búskaparpoli­ tikkur tykist at ganga út uppá, at vit í góðum tíðum gjara út við skattalættum og tiltøkum, ið bert fá fáa ágóðan av, meðan, tá ið verri tíðir eru, skulu tey veikastu spara ella kenna sviðan, almenni geirin verður sagdur at vera ov stórur. Eg spyrji, ov stórur í mun til hvat? Úrslitið av hesum er, at í góðum tíðum setur lands­ stýrið tiltøk í verk, sum økja um ferðina í búskapinum (yvirupphita) og í verri tíðum sparir tað soleiðis, at tíðirnar gerast verri enn neyðugt. Tí hvat hendir, tá ið tað almenna trýstir so hart á bremsurnar? Keypiorkan í samfelagnum minkar skjótari enn neyðugt og ávirkar alt virksemi í landinum. Tí, fólk eiga ikki pening at keypa fyri, tað ber illa til hjá tí privatu vinnuni, at vinna pening, ein ónd ringrás byrjar, ið skapar verri treytir fyri privat, vinnuligt virksemi og sostatt færri inntøkur til landskassan. Alt hetta førir samstundis við sær, at fleiri ung gera av at flyta av landinum, og verða vit tá færri og færri at bera byrðarnar í samfelagnum. Hetta ber ikki til, tað almenna má halda stand og ikki virka fyri, at vit fáa eitt verri samfelag. Tað er tað almenna, ið kann og skal halda stand í ringum tíðum. Fakfeløgini gera rætt, tá ið tey standa fast við útsøgnina: Vit krevja nakað og vit fáa nakað. Einki annað kann góðtakast. Jógvan Philbrow www.samstarv.org Samfelagshjólini mugu mala Kjak Harmur um at tú ert so ringur av búkilsku orsaka av blokkstuðulinum úr Dan­ mark og eisini tað at fáa pening uttan at arbeiða fyri teir. Vanligt hevur verið at hoyra, serliga frá tjóveldis­ fólki, at neyðars vakikonan á Vesturbrúgv skuldi gjalda til okkum av sínari vánaligu løn. Men nú síggi eg, at alt er vent á høvdi. Havi við stór­ um áhuga lisið framhaldssøg­ una hjá Líggjasi í Bø í bløð­ unum herfyri um sambandi millum FO. og DK. Har hann m.a. skrivar, at DK. slapp við at gjalda 1/3 í limagjaldi til NATO. Teirra gjald átti at vera 9 % av BNP, men sluppu teir við at gjalda 3% ístaðin ­ orsaka av Fo. (og Gr.) Hetta eru øgiligar upphæddir teir og vaskikonan á Vesturbrúgv hava spart, so um vit fáa ein lítlan part av hesi upphædd, er einki at siga til. Eisini sóknast tú eftir onkrun øðrum at tosa um enn blokk og pengar. Tað haldi eg vera skilagott, og lat meg siga tað beinanvegin, at eg eri sera harmur um, at mítt frælsi verður skert. Havi, sum er, frælsið til at vera og gera sum eg vil í øllum kongaríkinum og enntá hava mínir eftir­ komarar somu ­ ella betur­ umstøður enn eg hevði at lesa v.m. í øðrum londum. Fyri at koma aftur til búkilskuna hjá tær, so eru útlitini fyri, at hon batnar, vánalig, tí tað sær út til, at olja verður funnin við Føroyar, og tá fara helst nógvir pengar at streyma inn til okkara, uttan at vit arbeiða fyri teir. Tað krevur sterkar magar. Óli Simonsen Saltangará Bjarki Skúvadal Tá ið hugur og hond ganga saman, kemur ofta væl burturúr. Soleiðis var eisini í døgunum 18. – 21. oktober, tá ið 43 ungdómar og leiðarar teirra við list síni vitjaðu Dansifrøi í Havn. Hóast veður og indur hesar dagarnar vóru í røttum vetrarhýri, og tí eisini ætlaða útiskráin fyri miðbýin avlýst, so var tess meira orka løgd í at vitja fólkaskúlar í Havnini. Umframt at sýna málningalist í Miðlon í Havn spældu og dansaðu gestirnar annað kvøldið fyri almenninginum í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá ið vit siga, at seinur verður dagur har te, ið sóu framsýningarnar, gloyma ein so framúrskarandi listarleik, har dansur og spæl gingu upp í eina hægri eind. Slíkar vitjanir krevja sálvandi fyrireikingar og fígging. Við hesum fara vit at takka vertunum fyri tykkara tolni og vælvild við at lata heim tykkara hýsa gestunum. Eina serstaka og hjartans tøkk eiga tit í Kiwanis Tórshavnar og Kiwanis Rósuni fyri tykkara sera munandi og dygga fíggjarstuðul, ið tit veittu tiltakinum. Hjartaliga takka vit eisini tykkum øðrum feløgum, fyritøkum og stovnum kring alndið, ið løgdu rygg til við ágóðum, fígging og hølum. Vegna fyrireikararnar, Per. N. Persson Hvítarussararnir takka fyri blíðskapin