fríggjadagur 5. november 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Dulnevnd lesarabrøv fáa ikki
longur teigapláss í føroysku
bløðunum.
Tað ber ikki longur til at
sleingja um seg við orðum
og atfinningunum, uttan tú
setir navn undir og stendur
við ábyrgdini.
Vágaportalurin er millum
mest vitjaðu føroysku tíð
indasíðurnar.
Ólavur í Beiti, sum rekur
heimasíðuna, loyvir fleiri
dulnevndum lesarabrøvum
framat.
Hann heldur, at síðan
bløð ini vrakaðu dulnevndu
lesarabrøvini, er góða, gamla
kjakið, sum hann tekur til,
horvið.
– Dulnevndu lesarabrøv
ini ávirka almenna kjakið í
størri mun. Fleiri koma við
sínum meiningum. Í Føroyum
vilja vit so fegin vita, hvør
skrivar. Vit vilja síggja nøvn,
og innihaldið er ikki so
umráðandi. Vit gloyma, at
tað, sum verður skrivað, er
tað týdningarmesta, sigur
Ólavur í Beiti.
Øssur
Winthereig
er
útbúgvin journalistur. Hann
var tíðindaleiðari í sjón
varp inum í 10 ár. Saman við
Grækarisi Djurhuus Magnus
sen gav hann út bókina ‘Skjót
Journalistin’ í 2003.
Øssur Winthereig heldur,
at tað kunnu vera fyrimunir
við ávísum dulnevndum les
arabrøvum, tí starvsheiti ella
persónligar orsøkir kunnu
forða fyri, at fólk seta navn
undir, og tískil ikki loysa frá
posabandinum.
Tað er innihaldið og tíð
indavirðið, sum er mest um
ráðandi.
– Føroyskir miðlar brúka
ofta dulnevndar keld ur. Hvør
er munurin á dul nevnd um
lesarabrøvum og dul nevnd
um keldum? Um ein álítandi
kelda greiðir dulnevnt frá,
hvat veruliga er hent við
mið námsskúlanum í Hovi, so
skal tað sjálvsagt vera pláss
fyri tí. Tað hevði verið eitt
stig rætta vegin, sigur Øssur
Winther eig, sum tó er fegin
um, at óneyðug dulnevnd
lesara brøv ikki fáa innivist í
bløð unum longur.
Blaðstjórin taka støðu
Tað eru út við 14 ár síðan, at
Sosialurin gavst at prenta
dul nevnd lesarabrøv. Dimma
lætting valdi sama leist fyri
trimum árum síðan.
Hesi lesarabrøvini, sum
oftast var gott tilfar, fingu
pláss í bløðunum við teirri
grundgeving, at føroysku
viðurskiftini eru so smá,
og fólk hildu seg aftur, um
navnið skuldi standa undir.
Bløðini prentaðu hin veg
in ongantíð allar viðmerk
ingarnar. Vóru tær ov grovar,
sluppu tær ikki í blaðið.
Men ofta vórðu dulnevnd
lesarabrøv prentað, sum vóru
beinleiðis vend móti øðrum
persónum.
Øssur Winthereig vísir
á kjak.org sum dømi um
kjak á sera lágum støði,
har allarflestu kjakararnir
krógva seg undir dulnevni
og spilla onnur út.
Dulnevndar, ærumeiðandi
og útspillandi viðmerkingar
skulu í ruskkurvuna, heldur
Øssur Winthereig.
Men er tað ein dulnevnd
kelda, sum vil siga okkurt,
sum er stimbrandi fyri sam
felagskjakið, og livir tær upp
til treytirnar, so skal pláss
vera fyri teimum, sigur hann.
– Um lesarabrøv og keldur
skulu vera dulnevnd, skulu
tey
hava
journalistiska
við gerð.
Blaðstjórin,
sum
stend ur við evstu ábyrgd ini,
skal spyrja seg sjálvan, hvat
við kom andi vil við les ara
brævinum, er keld an álítandi,
og er tað journalistiskt rætt
at varpa viðmerkingina út
dul nevnda. Í summum før
um er tað gott, tí summi
kunnu ikki seta navn undir,
uttan at tey brenna seg illa,
heldur Øssur Winthereig.
Hann sigur, at blaðstjórin
veit oftast, hvør avsendarin
er, og tí kann blaðstjórin gera
av, um avsendarin er álítandi
ella ikki.
Ólavur í Beiti leggur dent
á, at allar viðmerkingar, sum
verða sendar Vágaportalinum,
verða endavendar.
Hann metir um tíð inda
virðið, og tekur síðani støðu
til, um tað er vert at leggja út
á netið
– Eg havi ongantíð sagt,
at dulnevnd kunnu leggja
eftir øðrum og siga søgur
um onnur, uttan at navn
verður sett undir. Als ikki.
Vágaportalurin loyvir ikki
øllum út, sigur Ólavur í
Beiti.
Sosialurin og Dimma lætt
ing vildu hækka støðið við,
at navn skuldi setast undir.
Soleiðis fingu vit eitt meira
opið og erligt kjak, varð
mett. Tað varð ført fram, at
fólk, sum ikki vildu nevnast
við navni, kundu seta seg í
samband við journalistarnar
á bløðunum at skriva fyri
seg.
Tað hevur víst seg at verið
lættari sagt enn gjørt.
Løgtingsmaður fullur
Vágaportalurin og Portalurin
skrivaðu
mikudagin
um
Hans Paula Strøm, sum var
drukkin undir framførslu í
Vestmanna.
Keldan til søguna var dul
nevnd.
Ólavur í Beiti sigur, at tað
er øðrvísi, tá løgtingsfólk
standa fyri skotum.
– Ein politikari er í ser
støðu. Tað er ein almennur
persónur
við
almennari
ábyrgd, so at siga, og politik
arin skal standa til svars
alment, sigur Ólavur í Beiti.
Øssur Winthereig vísir
á, at søgan um Hans Paula
Strøm hevði helst fingið
inni vist í bløðunum sum dul
nevnt lesarabræv fyri nøkr
um árum síðan.
Portalurin valdi at brúka
dulnevndu kelduna og spurdi
tingmannin fyri Javn aðar
flokkin um tilburðin.
Søgan fór gjøgnum jour
nalistisku mylluna, og tað
var mett, at tíðindavirði var
í søguni.
– So kann hvør einstakur
gera av, um tað var rætt ella
skeivt, sigur Øssur Winth er
eig.
Góða Gamla
kjakið er
burtur
Tá bløðini góvust við dulnevndum lesarabrøvnum, stegðaði góða, gamla kjakið. Tað heldur Ólavur í Beiti, sum
rekur Vágaportalin. Hann loyvir fleiri dulnevndum at siga sína hugsan á sínari heimasíðu. Øssur Winthereig,
fyrrverandi journalistur, heldur, at tað eru fyrimunir við summum dulnevndum lesarabrøvum og keldum
Ólavur í Beiti
Øssur Winthereig