mikudagur 13. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 30 - 14. februar 2002
Nr. 30 - 14. februar 2002
3
Tíðindaskriv:
Beint áðrenn jól góðkendi
ES endaliga Norðurmót
ætlanina
(Northern
Periphery Programme), og
skipanin er nú til reiðar at
taka ímóti umsóknum um
stuðul til verkætlanir.
Norðurmót er økismenn-
ingarætlan hjá ES, sum
Føroyar hava fingið inn-
bjóðing at luttaka í. Føroya
landsstýri gjørdi tíðliga av
at luttaka og hava Føroyar tí
verið við í fyrireikingunum
av ætlanini. Norðurmót fer
at brúka umleið 27 mió. kr.
um árið fram til 2006 til
stuðul til verkætlanir. Av
hesum kostnaðinum bera
Føroyar sín part.
Samstarvið fevnir um
norðastu partarnar av Finn-
landi, Svøríki, Noreg og
Skotlandi umframt Grøn-
land og Føroyar. Ísland
kemur væntandi við í næst-
um. Av felags áhuga fyri
hesi londini er:
– tørvurin á at betra um
kappingarførið fyri at viga
upp ímóti frástøðu og
spjaddari búseting
– at viðurkenna og fult út
nýta náttúrutilfeingi og
menniskjaligt tilfeingi, sum
eru serlig fyri økini
– at stuðla og menna
samfeløg sum hava trupul-
leikar av minkandi fólkatali
og tænastum
Norðurmót hevur út frá
hesum raðfest trý høvuðs-
øki – samskifti, burðardygg
búskaparlig menning og
samfelagsmenning, og fer
at veita stuðul til verkætl-
anir innan hesi. Í talvuni
sæst nágreiniligari hvørji
sløg av verkætlanum verða
stuðlað.
Føroyskar
fyritøkur,
stovnar, undirvísingar- og
granskingarstovnar, komm-
unur o.fl. fáa við hesum
betri møguleika at taka upp
mennandi samstarv við
samstarvspartar í granna-
londunum. Til dømis kunnu
virkir fara saman við al-
mennum stovni ella ráð-
gevingarfyritøku í samstarv
við útlendingar um verk-
ætlan.
Møguleiki kann í ávísum
førum eisini vera fyri at fáa
partvísan stuðul frá NORA
til Norðurmót verkætlanir,
ella at menna eina verkætl-
an ávegis við stuðli frá
NORA og at søkja Norður-
mót um stuðul til framhald
saman við samstarvspørt-
um úr ES.
Tey, sum hava áhuga í
stuðli frá Norðurmóti mugu
sum tað fyrsta finna sær
samstarvspartar. Norður-
mót skipar í hesum sam-
bandi fyri tveimum ráð-
stevnum um árið, har verk-
ætlanir verða lagdar fram
og møguligir umsøkjarar
kunnu hittast. Herumframt
hjálpir Norðurmót við at
miðla uppskot um verkætl-
anir til møgulig áhugað.
M.a verður ein skrá yvir
verkætlanir gjørd í sam-
bandi við ráðstevnurnar.
Tann fyrra av ráðstevn-
unum í ár verður í Finn-
landi 28. februar - 1. mars
og tann seinna verður í
Íslandi í heyst.
Tað er ein treyt, at verk-
ætlanir skulu hava luttøku
úr minst trimum londum,
og at minst eitt av hesum er
ES-land. Tann samstarvs-
parturin, sum hevur leiðsl-
una av verkætlanini, skal
vera
úr
ES-landi
ella
Noregi.
Norrøna Atlantssamstar-
við (NORA) virkar sum
samskiftisskrivstova
hjá
Norðurmóti í Føroyum.
Tey, sum vilja hava fleiri
upplýsingar, og tey, sum á
einhvønn hátt hava brúk
fyri hjálp til at fremja verk-
ætlanir innan Norðurmót,
eru vælkomin at venda sær
til NORA (www.nora.fo).
Til ber eisini at venda sær
beinleiðis til høvuðsskriv-
stovuna hjá Norðurmóti
www.northernperiphery.net
Norrønt Atlantssamstarv
Kaspar Lytthans / Lis
Hammer
ÚTBÚGVING
Meginfelag Føroyskra
Studenta (MFS) og Altjóða
Skrivstovan (ASK)
Í viku 5 vóru umboð frá
MFS á vitjan á øllum míð-
námsskúlum í Føroyum.
Endamálið var at kunna
um ymisk viðurskifti, sum
eru týðandi fyri næmingar,
ið ætla sær at fara í holt við
víðari lesnað.
MFS-umboðini
við-
gjørdu serliga viðurskiftini
í Danmark, meðan Holger
Arnbjerg frá Altjóða Skriv-
stovuni (ASK) greiddi frá
um lestrarviðurskifti í øðr-
um londum.
Í hesum døgum nærkast
freistin at søkja um útbúgv-
ingarpláss gjøgnum kvotu
2 í Danmark. Í Danmark er
tað nevniliga soleiðis, at
hevur ein ikki tað kravda
miðaltalið (sum gevur at-
gongd gjøgnum kvotu 1),
er møguligt at savna sær
stig, og á tann hátt fáa at-
gongd til tað ynskta lestrar-
plássið. Ymiskt er hvat tey
ymisku útbúgvingarstøðini
leggja dent á, so tað loysir
seg at lesa væl uppá og/ella
seta seg í samband við
útbúgvingarstaðið. Tá ið
søkt verður gjøgnum kvotu
2, skal ein »levnedsbeskri-
velse« ofta skrivast. Her
verður greitt frá, hví tú vel-
ur júst hesa útbúgvingina,
hvør tín serligi førleiki er,
og hvat tú hevur hugsað tær
at nýta útbúgvingina til.
Freistin at søkja gjøgnum
kvotu 2 er 15. mars.
Umsóknarblaðið,
KOT,
fæst á LFÚ-ráðgevingini og
í miðnámsskúlunum frá
miðjan februar;
tað er
seinkað í ár vegna stjórnar-
skiftið í Danmark. Tað ligg-
ur eisini á heimasíðuni
www.ivuc.dk
Fyri tey, ið hava tað mið-
altalið, ið krevst, er freistin
1. juli sama árið, sum byrj-
að verður 1. september.
Teimum nýtist bert at út-
fylla umsóknarblaðið og
viðleggja prógv frá mið-
námsskúlanum.
Svarið
kemur við postinum umleið
29. juli.
Týdningarmikið er, at
ikki verður bíðað við at
søkja bústað, til svarið er
komið. Tað er ov seint, tí
bíðitíðin – serliga í størru
býunum í Danmark – kann
vera sera long, heilt upp í
9-12 mánaðir. Dømi eru tó
eisini um at lesandi fáa bú-
stað innan 2-3 mánaðir.
Tey, ið ætla sær at byrja
komandi heyst (september
2002), kunnu vanliga søkja
um at sleppa at flyta inn 3
mánaðir fyri lestrarbyrjan,
men ymiskt er, nær ein
kann søkja av fyrstan tíð.
Summi kollegii loyva um-
søkjarum at søkja 6 mánað-
ir frammanundan, meðan
tey aðra staðni siga 3 mán-
aðir. MFS vil við hesum
gera vart við, at vit á lestr-
arkunningini – og seinni í
Útvarpi Føroya – av mis-
gáum søgdu, at teir 6 mán-
aðirnir vóru galdandi fyri
bústaðarsøking sum heild.
Rátt verður til, at lestrar-
søkjandi altíð seta seg í
samband við tey kollegii,
søkt verður til. Um søkt
verður úr Føroyum, økir tað
um møguleikarnar at fáa
bústað, tí tey, ið hava lang-
an tein í skúla, sleppa long-
ur upp á bíðilistan.
Mong onnur viðurskifti
eru umráðandi at seta seg
inn í, tá ið farið verður í
holt við víðari lesnað. Hetta
kann m.a. gerast við at lut-
taka í Pisudegnum, sum
MFS skipar fyri, og sum
verður hildin á hvørjum ári
um ólavsøkutíð. Ein annar
máti er at seta seg í sam-
band
við
MFS
á
mfs@mfs.fo.
Í útlandinum eru um-
sóknarfreistirnar ymiskar í
teimum ymisku londunum.
Tað eigur tú at kanna í góð-
ari tíð, kanska upp til eitt
heilt ár frammanundan,
greiddi Holger Arnbjerg frá
Altjóða
Skrivstovuni,
ask@ask.fo, frá. Á ASK
fært tú eisini meira at vita
um útbúgvingar í útland-
inum.
Samanumtikið eydnaðist
lestrarkunningin sera væl,
men vegna veður var kunn-
ingin tíverri avlýst á mið-
námsskúlanum
í
Vági.
Arbeitt verður við at finna
tíð til eina nýggja vitjan
seinni í vár.
Næmingarnir á ymsu
skúlunum vóru sum heild
heilt væl nøgdir við kunn-
ingina hjá MFS. Hetta kann
m.a. lesast í teimum spurn-
arbløðum, sum næmingarn-
ir fyltu út aftaná at lestrar-
kunningin var lokin. Ein
samandráttur av svarunum
hjá næmingunum – og ann-
ars lestrarkunningini sum
heild – verður prentað í
limablaðnum
hjá
MFS
seinni í ár.
Tú fylgdi mær væl mína reystastu tíð,
um lagnan var hørð, ella leiðin var blíð,
um neyð ella sorg inn at hjarta mær gekk,
tá linna og troyst altíð frá tær eg fekk.
Sjálvur valdi tú sálmarnar, vit skuldu syngja
henda tunga dagin, fríggjadagin 8. februar í 2002,
tá ið tann syrgjandi mannfjøldin og tín stóri
vinaskari fylgdi tær til tína dýggjvátu grøv.
Svárt var at fylgja tær ta seinastu tíðina og vita,
hvussu tú viknaði dag frá degi. At vita frá tínum
næstu, at dagamunur sást á tær. Svárt var at vitja
teg jóladag og hoyra tína áður so djúpu, sterku, nú
deyðamerktu rødd græla við ynskinum um eini
gleðilig jól. Svárt var saman við tær at staðfesta
okkara ómegd, tá ið boðini eru eftir okkum.
Tyngst var at hoyra teg biðja farvæl við ynskinum
um, at vit sóust aftur, áðrenn tú fórt hiðan.
Fjálgt er at minnast tann dagin fyri meira enn
tríati árum síðan, tá ið vit báðir hittust fyrstu ferð.
Hvussu tú alt fyri eitt geislaði tína íbornu mensku
frá tær við tíni so sera dámligu medferð. Hesin
dagur var hornasteinurin, tá ið vit báðir gjørdust
vinmenn. Nakað seinni ringdi Jens Pauli
Heinesen til mín og spurdi, um eg dugdi at spæla
sjónleik. Tað var ikki gott at vita, tí eg hevði
ongantíð roynt tað fyrr, men tað hevði tú. Og tú
lærdi meg, hvussu eg skuldi bera meg at við
mínum leikluti í sjónleikinum hjá Jens Paula,
»Uppi í eini eikilund«.
Eg var hugtikin, Jákup. Hugtikin av tínum ríku
gávum og sjáldsama gamanslyndi. Vit ferðaðust
saman her á landi við leikinum. Vit fóru heilt til
Reykjavíkar við hesum fyrsta føroyska leiki, ið
varð spældur uttanlands.
Eg var hugtikin, Jákup. Hugtikin av at sanna
ferð eftir ferð, at tú altíð vart so reiðiligur. At tað
altíð bar til at kenna tín vinskap í gaman og
álvara.
Vit hava mist teg Jákup, men títt lyndi liggur
eftir hjá okkum øllum, ið kendu teg og vóru góð
við teg, soleiðis sum tú eisini vart góður við
okkum.
Blóman er yndislig at sjá,
virkar sær tó ongan klædnatráð;
og móti klæðum, sum hon ber,
drotningabúni følin er.
Guð havi lov.
Ærað veri minnið um teg, Jákup Sáli.
Sonne Smith
Norðurmót
MFS og Altjóða Skrivstovan
á lestrarferð
Jákup Zahle
Ikki kann sigast, at
umstøðurnar eru
góðar fyri deyv í
Føroyum, men Tulka-
tænastan er eitt stórt
framstig, sum hevur
gjørt tað møguligt, at
nema sær útbúgving í
her heima
DEYVAFELAGIÐ
Marjun Dalsgaard
Umstøðurnar í Føroyum
fyri deyv eru ikki góðar,
men eitt sera stórt framstig
er Tulkatænastan. Tulka-
tænastan hevur, millum
annað, gjørt tað møguligt
fyri deyv at taka eina út-
búgving her heima. Síðan
Tulkatænastan kom, hava
fleiri deyv eisini gjørt brúk
av hesum møguleika og
víst, at tað er møguligt, at
taka eina útbúgving her
heima í Føroyum. Tulka-
tænastan hevur somuleiðis
gjørt tað møguligt at fara til
sjónleik og t.d at hoyra
ólavsøkurøðuna og flagg-
dagsrøðuna. Hetta er sera
gott, sigur Maria Ellefsen.
Tað er sovorði, sum tey
flestu hoyrandi taka fyri
givið til dagliga.
Ov vánalig
sjónvarpstænasta
Maria Ellefsen, formaður í
Deyvafelag Føroya sigur, at
nógv mál tó enn eru eftir at
loysa. Hon hugsar serliga
um, hvat tey deyvu fáa fyri
peningin tey lata í sjón-
varpsgjaldi. Deyv hava í
fleiri ár goldið sjónvarps-
gjald og kundu hugsa sær
eina betri tænastu her frá.
At vera ein partur av ein-
um samfelagi, sum er inn-
rættað soleiðis, at tú ikki
hevur somu møguleikar,
sum meirilutin, at fylgja
við í tí, sum gongur fyri
seg, er ikki lætt. Flest øll
taka fyri givið, at tey kunnu
hoyra tíðindini í Útvarpi
Føroya og at fylgja við í
Degi og Viku. Samfelagið
hevur kanska lyndi til at
gloyma, at ein minniluti í
samfelagnum, sum skal
virka í hesum ikki hoyrir,
hvat verður sagt í miðlun-
um. Deyvafelagið hevur tí
leingi arbeitt við, at fáa
fleiri sendingar tekstaðar,
ella at fáa Dag og Viku
senda á teknmáli. Hetta
gongur tó sera strilti. Trup-
ulleikin er, sum við øllum
øðrum, at ikki nokk pengar
eru til hetta. Deyvafelagið
hevur tó havt ein fund við
Sjónvarp Føroya, har tosað
var um, at teksta fleiri send-
ingar. Tað verður nokk ikki
møguligt at fáa Dag og
Viku á teknmáli, tí hetta
rakar ein ov lítlan bólk.
Mangla ein
deyvaráðgeva
Ein annar stórur trupuleiki
er, at eingin deyvaráðgevi
er. Hetta er eitt mál, sum
Deyvafelagið hevur arbeitt
við í fleiri ár, men kortini
bíða tey enn. Ein deyvaráð-
gevi er ein sosialráðgevi,
sum kennir serliga væl teir
trupuleikar, sum deyv hava,
og sum kann ráðgeva teim-
um í ymiskum løgfrøðilig-
um málum. Men tað er
trupult at koma ígjøgnum
við nøkrum, sigur Maria
Ellefsen,
formaður
í
Deyvafelagnum.
Deyvafelag Føroya varð
stovnað 12. feb. 1972 í
Gøtu. Felagið var stovnað
fyri at varveita mentanina
og teknmálið hjá teimum
deyvu, sum er ein málsligur
minniluti í samfelagnum.
Útyvir at hittast fyri fremja
áhugamál teirra deyvu, hitt-
ast limirnir eisini til ymisk
tiltøk. Til dømis hittast tey
hvørt mánakvøld til biogr-
aftúrar, bowling, sjónleik
og tílíkt.
– Tað er av stórum týdn-
ingi, at fólk, ið eru deyv,
hava eitt stað, sum tey
kunnu venda sær til, um tey
hava trupuleikar av onkrum
slag, sigur Maria Ellefsen.
Tað er eisini bert, um vit
arbeiða saman, at vit kunnu
røkka tey mál, vit seta okk-
um.
Fólk, sum hava hava børn,
sum eru deyv, hava eisini
ofta brúk fyri ráðgeving.
Tey kunnu eisini venda sær
til Deyvafelagið. Deyva-
felag Føroya hevur 30 akt-
ivar limir og 990 stuðlandi
limir. Stuðlandi limir eru
limir, sum ikki sjálvi eru
deyv, men ynskja at stuðla
felagnum á ymiskan hátt.
Tað hevur allan týdning at
eitt tílíkt felag hevur stuðl-
ar, men skipað verður eisini
fyri jólakalendarum og øðr-
um, fyri at savna pening
inn, sum tey kunnu arbeiða
við. Í samabandi við føð-
ingardagin, hevur Deyva-
felagið gjørt eina plakat.
Hon kostar 150,- kr og er at
fáa á skrivstovu teirra.
Sosialurin ynskir Deyva-
felag Føroya tillukku við
30-ára føðingardegnum!
Deyvafelag Føroya 30 ár
Í juli 1982 var farið undir at byggja eini deyvahús, sum vórðu tikin í nýtslu í dec. 1983. Í dag búgva trý deyv og ein hoyrandi í húsunum, har skrivstova felagsins
eisini heldur til
Í sambandið við dagin hevur íslendarin Villhjálmur G. Villhjálmsson, sum sjálvur er deyvur,
gjørt eina plakat. Plakatin kostar 150,- og kann fást í Deyvahúsinum
Tað er ikke lætt at vera deyvur í Føroyum, men eitt vit eru sera
glað fyri, er tulkatænastan, sigur Maria Ellefsen, formaður í
Deyvafelag Føroya
C
M
Y
K
3
2