mikudagur 13. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 30 - 14. februar 2002
Nr. 30 - 14. februar 2002
5
– At framstandandi
fólkafloksmenn sum
bæði Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður og Anfinn
Kallsberg, løgmaður
nú leggja seg upp at
Sjálvstýrislógini hjá
Javnaðarflokkinum
boðar frá góðum, og
at tað er møguleiki at
skipa fyri einum
sterkum samarbeiði
rundan um ein sjálv-
stýrispolitikk eftir
valið
SJÁLVSTÝRIS-
TILGONGD
Jan Müller
– Uppskotið hjá Bjarna
Djurholm um eina sam-
veldisskipan millum Føroy-
ar og Danmark er einki
minni enn Sjálvstýrislógin,
sum
Javnaðarflokkurin
hevur lagt fram. Hetta upp-
skot er nærum ein beinleið-
is avskrift av Sjálvstýris-
lógini sigur Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðar-
floksins í eini viðmerking
til
útmeldingina,
sum
landsstýrismaðurin
hjá
Fólkaflokkinum
hevur
spælt út við í fjølmiðlunum
í vikuni.
– Fólkaflokkurin tosar
her um eina samveldisskip-
an, meðan vit í Javnaðar-
flokkinum tosa um ein
samveldissáttmála. Her er
eingin munur. Talan er um
eitt og sama mál.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at tað frøðir hann sum
javnaðarmann at síggja, at
framstandandi fólkafloks-
maður tekur so heilt og fult
undir við Sjálvstýrislógini
hjá
Javnaðarflokkinum.
Hann er tað tann fyrsti utt-
an fyri Javnaðarflokkin,
sum meldar so greitt út, at
hann tekur undir við Sjálv-
stýrislógini.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at stórur partur av inni-
haldinum í uppskotinum
hjá Bjarna Djurholm nemur
við júst somu spurningar
sum Sjálvstýrislógin. Eitt
nú at Føroya Løgting er
tann myndugleiki, sum skal
gera av nær og hvørji mál
man yvirtekur, og at tað so
eru nøkur mál sum man er
felags um.
– Sjálvstýrislógin byggir
á, at tað er Føroya Løgting,
sum er hægsti myndugleiki,
og at tann myndugleikin
ikki kann kallast aftur. Tað
er tað, sum Nyrup nevndi
fyri »uigenkaldelighed«.
Tað er rættiliga prinsipielt
fyri Javnaðarflokkin, at
løgtingið ikki kann setast til
síðis av nøkrum myndug-
leika. Og hetta er tað sama,
sum Bjarni Djurholm nú
nemur við.
Í uppskoti sínum nevnir
Bjarni Djurholm eisini, at
føroyingar skulu átaka sær
ein nógv størri leiklut í
uttanríkismálum.
– Tað hava vit eisini tikið
hædd fyri í Sjálvstýris-
lógini, og er hetta eisini
nakað, sum Nyrup gav til
kennar í eini av sínum røð-
um, har hann segði, at
føroyingar áttu at gera seg
meira sjónligar á tí uttan-
ríkispolitiska økinum sigur
formaður Javnaðarfloksins
og heldur fram:
– Til seinast sigur Bjarni
Djurholm, at hesin sáttmál-
in skal fráboðast altjóða
samfelagnum. Og tað júst
tað sama, sum vit hava
sagt: at hann skal staðfest-
ast í eini fráboðan til ST,
soleiðis at báðir til eina og
hvørja tíð vilja virða hann.
Hetta er nakað tað sama,
sum bæði Nyrup og Fogh
hava sagt.
Jóannes Eidesgaard er
eisini sera feginn um við-
merkingarnar frá løgmanni
í hesum máli: – Tá løgmað-
ur tekur til orðanna og sig-
ur, at tað Bjarni Djurholm
skjýtur upp er í tráð við
fólkaflokspolitikk, so dugi
eg ikki at síggja munin. Tá
hevur Fólkaflokkurin full-
komiliga lagt seg upp at
Sjálvstýrislógini hjá Javn-
aðarflokkinum. Tað skuldi
so boða frá, at tað er møgu-
leiki fyri at skipa fyri ein-
um sterkum samarbeiði
rundan um ein sjálvstýris-
politikk eftir valið.
– At bæði Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður og
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur nú kasta seg yvir Sjálv-
stýrislógina og konseptið
hjá
Javnaðarflokkinum
boðar frá góðum, og tað
sum onkur hevur kallað fyri
grenj og jamran í fýra ár,
hevur nú eftir øllum at
døma borið frukt, tí aðrir
nú ganga inn fyri tí sama,
og sum er einasti møgu-
leiki fyri at fáa eina breiða
semju og sum hevur undir-
tøku í tí føroyska fólkinum.
Jóannes Eidesgaard held-
ur annars fyri, at tað, sum
Javnaðarflokkurin mælir til
í síni Sjálvstýrislóg, er
munandi meira á sjálvstýr-
isleið enn tað, sum Tjóð-
veldisflokkurin heldur fast
um, nevniliga Heimastýris-
lógina. – Hon hevur so
hatta ivamálið um deleg-
atiónina, og tað er nakað,
sum Sjálvstýrislógin ruddar
av vegnum, tí myndugleik-
in hjá løgtinginum ikki
kann kallast aftur sigur
Jóannes Eidesgaard og vísir
her m.a. til, at vitjanin og
útmeldingin frá Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharra ikki leggur ein
smástein fyri, at Sjálvstýr-
islógin kann gerast til veru-
leika.
– Tá tú nú heldur Sjálv-
stýrislógina verða so upp-
lagda, hví hava tit tá ikki
gjørt meira fyri at kunna
fólk um innihaldið í hesi
lóg?
– Tað er so ein kritikkur,
sum vit mugu taka til okk-
um og gera nakað við. Vit
hava helst verið alt ov upp-
tiknir av at gera viðmerk-
ingar til tað, sum landsstýr-
ið er komið við heldur enn
at vísa á okkara egna. Og
tað er nettupp tað vit fara at
brúka valstríðið til.
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag skal á
fundi næsta mikudag
gera av, hvør skal eiga
síðsta plássið á val-
evnalistanum, nú
Katrin Gaard hevur
tikið seg av. Sosialist-
iskt Ungmannafelag
stillar eitt valevni
upp, men enn er
óvist, um hesin fær
nakra mótstøðu
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
Katrin Gaard hevur tikið
seg av valevnalistanum hjá
Javnaðarflokkinum í Suð-
urstreymoy. Hon gjørdist
annars nummar tvey av val-
evnunum á síðsta uppstill-
ingarfundi, mikukvøldið 6.
februar. Hóast tað var stór
undirtøka fyri, at hon
skuldi stilla upp, so hevur
hon valt at taka seg av list-
anum. Sosialistiskt Ung-
mannafelag (SU) boðar í
tíðindaskrivi frá, at felagið
fleiri ferðir hevur heitt á
Katrina um ikki at taka seg
av listanum, men hon hevur
tikið avgerð um ikki at
stilla upp. Elsba Olsen, for-
kvinna fyri Suðurstreymoy-
ar Javnaðarfelag, sigur seg
vera kunnað um avgerðina
fyrst
munnliga,
síðani
skrivliga. Elsba veit at siga,
at Katrin Gaard hevur í
hyggju at leita sær uttan-
lands í útbúgvingarørind-
um.
Elsba Olsen heldur av-
gerðina hjá Katrini vera
óhepna.
–Tað er óheppið, at fólk
taka seg av listanum, og tað
er ikki gott fyri flokkin,
sigur Elsba Olsen.
Fundur mikukvøldið
Elsba Olsen og hini í
nevndini í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag hava avgjørt
at skipa fyri einum nýggj-
um
uppstillingarfundi
mikukvøldið, 20. februar.
Á hesum fundinum verður
atkvøtt um, hvør skal
manna plássið, sum Katrin
Gaard áður átti á valevna-
listanum. Talan verður bert
um tann eina fundin, har
allir limirnir í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag,
ið vóru limir undan fyrsta
uppstillingarfundi, ið var í
desember, hava valrætt.
Tað er einki mark fyri,
hvussu nógv kunnu stillast.
Ei heldur er nøkur treyt, at
nakar skal hava verið upp-
stillaður frammanundan til
tað upprunaliga valevnaval-
ið.
Katrin Gaard varð sjálv
uppstillað av umboðum fyri
SU, og tað hevur eisini ver-
ið siðvenja, at SU eigur eitt
á valevnalistanum. Sosial-
istiskt
Ungmannafelag
boðar í tíðindaskrivi frá, at
tey fara at stilla eitt valevni
upp á fundinum miku-
kvøldið.
Hetta
verður
Bartal Nolsøe Poulsen, sum
áður hevur verið uppstillað-
ur til fólkatingsvalið sein-
ast.
–Tað varð heitt á meg um
at stilla upp, og havi valt at
takka ja til áheitanina, sigur
Bartal Nolsøe Poulsen.
Óbestemt
Gudmund Joensen, sum
gjørdist akkurát ov stuttur
at sleppa á listan við sein-
asta uppstillingarfund, hev-
ur ikki avgjørt, um hann fer
at stilla upp. Hann var
seytjan atkvøður frá at
kunna kalla seg valevni fyri
Javnaðarflokkin í Suður-
streymoy.
–Eg havi ikki tikið nakra
avgerð enn. Tað hevði
kanska verið best, um tað
varð onkur í tí yngra endan-
um, ið slapp upp á listan,
sigur Gudmund Joensen.
Gudmund er búsitandi í
Nólsoy, og hann veit at
siga, at tað ikki bert er sið-
venja at stilla umboð fyri
SU upp, tí tað hevur eisini
verið siðvenja, at eitt um-
boð úr Nólsoy endaði á val-
evnalistanum, men hetta er
nú óvist.
Helena Dam á Neystabø
hevur ikki verið at fingið
fatur á.
Rok í Suðurstreymoyar Javnaðarelag:
Skulu finna nummar 11
Bartal Nolsøe
Poulsen fer at
royna, um
hann røkkur
upp á listan
hjá Javnaðar-
flokkinum í
Suðurstreymoy.
Hann er
umboð fyri
Sosialistiskt
Ungmanna-
felag
Mynd:
Heri á Rógvi
Formaður Javnaðarfloksins fegnast:
Fólkaflokkurin lagt seg uppat Sjálvstýrislógini
Jóannes Eidesgaard heldur, at Fólkaflokkurin hevur lagt seg á
somu kós sum Javnaðarflokkurin í sjálvstýrismálinum
Alt gamalt agg er lagt
til viks og javnaðar-
fólk, sum ikki hava
kunnað verið í stovu
saman, ganga nú
hond i hond og hava
bjóðað hvalbingum
og sandvíkingum við
SUÐUROY
Áki Bertholdsen
Sunnudagin boðaði javnað-
arflokkurin fólki til fyrsta
uppstillingarfund á Tvør-
oyri til løgtingsvalið.
Og hetta var ein søgulig-
ur fundur. Tí ímeðan tað í
nógv ár hava verið trý javn-
aðarfeløg í suðuroyar norð-
aru helvt, eru tey nú løgd
saman í eitt felag.
Serliga á Tvøroyri er
hetta merkisvert, tí tað er
ongin loyna, at har hava
javnaðarfólk í nógv ár
gingið í tveimum bólkum,
sum hava verið heilt ósam-
einiligir.
Men eftir samanlegging-
ina er alt gamalt agg lagt til
viks og javnaðarfólk á
Tvøroyri, sum í nógv ár
ikki hava kunnað verið í
stovu saman, ganga nú
hond í hond
Samstundis er tað hent, at
javnaðarfelagið í Hvalba
eisini er komið uppí saman-
lagda felagið. Sostatt hava
javnaðarfólk í allari norð-
aru helvt í Suðuroy savnað
kreftirnar í einum og sama
felag í Suðuroyar Norðara
javnaðarfelag.
Slitnaði í 1984
Í gomlum døgum var bara
eitt javnaðarfelag á Tvør-
oyri og eitt í Hvalba.
Men í áttatiárunum vaks
ósemjan í millum ymsar
javnaðarmenn í Tvøroyrar
Býráð og tað endaði við, at
háborg floksins fór í tvín-
ingar.
Tað var fyrst og fremst
ósemja ímillum býráðslim-
irnar hjá javnaðarflokkin-
um í býráðnum á Tvøroyri,
sum bleiv so djúp, at at
flokkurin á Tvøroyri fór í
tvíningar.
Øll tey næstu árini gekk
javnaðaflokkurin á Tvør-
oyri í tveimum, sum høvdu
hvør síni valevni til býráð
og Løgting.
Men hesi seinnu árini er
kortini tiðnað so mikið
ímillum partarnar, at til
løgtingvalið í 1998, stillaðu
bæði feløgini upp saman.
Og í fjør vóru endalig
stig so tikin til at leggja
bæði feløgini saman og
tann samanleggingin varð
veruleiki seinasta sunnu-
dag. Tá kom eisini javnað-
arfelagið í Hvalba upp í fel-
agið og tey trý feløgini
løgdu sostatt saman í eitt
undir navninum Suðuroyar
Norðara Javnaðarfelag.
Tíðin lekt sárini
Ketty Andreasen, formaður
í nýggja, samanlagda fel-
agnum, sigur, at ongin kann
brúka eina ósemju til nakað
og øll hesi seinastu árini, er
tankin um at leggja saman
búnaður so spakiliga.
– Tað, sum hevur størstan
týdningin er, at vit øll í
Suðuroyar Norðaru helvt
standa saman í einum felag
og nú ræður um at líta
frameftir, tí tað er ongantíð
ein fyrimunur at standa
spjaddur, sigur hon.
Hon ásannar, at stríðið
ímillum javnaðarfólk á
Tvøroyri
var
rættiliga
beiskt tað tíð, tað var.
– Men hesa ósemju hevur
tíðarinnar tonn – og eitt
nýtt ættarlið – brýnt so
mikið, at øll eru samd um,
at stundin nú var komin at
grava stríðsøksina og at
standa saman øksl við øksl,
tí tað eru somu hugsjónir,
vit hava, hóast vit ikki altíð
hava somu meiningar um
hvønn smálut.
Óheppið signal
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
javnaðarfloksins,
sigur, at síðani hann varð
formaður floksins, hevur
hann havt tað sum eitt av
sínum aðalmálum at sam-
eina
javnaðarflokkin
á
Tvøroyri.
– Tað er eitt sera óheppið
signal úteftir, at sjálv há-
borgin hjá javnaðarflokkin-
um ikki megnar at standa
saman. Tí er hetta eitt mál,
vit hava arbeitt við leingi
og nú var stundin komin,
har øll høvdu ásannað, at
tíðin var búgvin til at leggja
saman.
Annars heldur hann eis-
ini, at tað hevur broytt
støðuna, at yngri fólk eru
komin framat.
– Nógv av teimum, sum
eru virkin í dag, vóru óvit-
ar, tá ið feløgini fóru sund-
ur og tey høvdu trupult við
at fáa eyga á ósemjuna. Tí
eru allir partar nú samdir
um, at tað er ongin orsøk til
at halda lív í eini gamlari
ósemju, sum í roynd og
veru ikki er til longur, tí
veruleikin er, at bæði feløg-
ini á Tvøroyri hava sam-
starvað rættiliga væl og
hava virkað sum eitt felag,
men nú er endaliga stigið
tikið.
Hann sigur, at javnaðar-
felagið í Hvalba mundi
vera eitt tað minsta lokal-
felagið í landininum og tað
vóru stórir trupulleikar at
halda lív í felagnum. Tí
søkti tað um at koma uppí
felagið á Tvøroyri og tað
varð so gjørt, so at øll fel-
øgini tóku seg saman í eitt.
Góðar vónir
Annars skiltist á uppstill-
ingarfundinum, at tey hava
góðar vónir til valið. Onkur
meinti, at bóru tey seg
klókt at, skuldi líkindi verið
fyri at fingið trý umboð á
ting fyri javnaðarflokkin í
Suðuroy. Tað er hent fyrr,
seinast í 1990, tá ið Jóannes
Eidesgaard og Sverri Mid-
jord av Tvøroyri og Henrik
Old úr Vági, vórðu valdir á
ting. Tá ið so Jóannes fór í
Landsstýrið, kom Mikkjal
Sørensen úr Porkeri á ting
fyri hann.
Suðuroyar Norðara javn-
aðarfelag skal skjóta fýra
valevni upp til endaliga val-
evnislistan og Suðuroyar
Syðra javnaðarfelag, sum
felagið í Vági nú eitur, skal
skjóta hini trý valevnini
upp.
Nøkur nøvn vórðu nevnd
á
uppstillingarfundinum
sunnudagin og valla kann
tað skaka nakran, at Jóan-
nes Eidesgaard og Sverri
Midjord vóru tvey av nøvn-
unum.
Somuleiðis var Eliesar
Poulsen úr Hvalba nevndur,
hann stillaði eisini upp
seinast, men onnur nøvn
vóru eisini, sum ikki hava
verið so nógv frammi nú.
Seinni verður so ein upp-
stillingarfundur afturat, har
uppskotini skulu endaliga
viðgerast og at enda verður
so ein uppstillingarfundur
saman við Suðuroyar Syðra
javnaðarfelag, har sjálvur
tann endaligi valevnislistin
til Løgtingið verður gjørd-
ur.
SUÐUROY
Áki Bertholdsen
Javnaðarfólk í Suðuroy
hava rættiliga góðar vónir
til Løgtingsvalið, sum verð-
ur í apríl.
Sunnudagin hevði Suð-
uroyar Norðara Javnaðar-
felag sín fyrsta uppstilling-
arfund og har helt onkur, at
tey skuldu seta nøsina upp
eftir at fáa trý umboð á ting.
Tey hildu, at bóru tey seg
klókt at, skuldi líkindi verið
fyri at fingið trý umboð á
ting fyri javnaðarflokkin í
Suðuroy. Tað er hent fyrr,
seinast í 1990, tá ið Jóannes
Eidesgaard og Sverri Mid-
jord av Tvøroyri og Henrik
Old úr Vági, vórðu valdir á
ting. Tá ið so Jóannes fór í
Landsstýrið, kom Mikkjal
Sørensen úr Porkeri á ting
fyri hann.
Tað ferðina kostaði tað
tjóðveldismanninum sessin
og fær javnaðarflokkurin
aftur trý umboð á ting hesu-
ferð, er tað eisini sannlíkt,
tað verður aftur tjóðveldis-
maðurin, sum fer at liggja
eftir á.
Suðuroyar Norðara javn-
aðarfelag skal skjóta fýra
valevni upp til endaliga val-
evnislistan og Suðuroyar
Syðra javnaðarfelag, sum
felagið í Vági nú eitur, skal
skjóta hini trý valevnini
upp.
Nøkur nøvn vórðu nevnd
á
uppstillingarfundinum
sunnudagin og valla kann
tað skaka nakran, at Jóann-
es Eidesgaard veteranurin,
Sverri Midjord, vóru tvey
av nøvnunum.
Somuleiðis var Eliesar
Poulsen úr Hvalba nevndur,
hann stillaði eisini upp
seinast, men onnur nøvn
vóru eisini, sum ikki hava
verið so nógv frammi nú.
Seinni verður so ein upp-
stillingarfundur afturat í
Suðuroyar Norðara Javnað-
arfelag,
har
uppskotini
skulu endaliga viðgerast.
Og at enda verður so ein
endaligur
uppstillingar-
fundur saman við Suðuroy-
ar Syðra javnaðarfelag, har
sjálvur tann endaligi val-
evnislistin til Løgtingið
verður gjørdur liðugur.
Tíðin hevur lekt
sárini á Tvøroyri
Hava góðar vónir fyri javnaðinum í Suðuroy
Fyrsta nevndin í samanlagda javnaðarfelagnum í Suðuroyar Norðaru helvt eru: Standandi f.v.,
Jens Johannesen av Tvøroyri,tiltakslimur, Manne Næs í Hvalba, Martin S. Eidesgaard av
Tvøroyri, skrivari, Poul Olsen av Tvøroyri, tiltakslimur og Pauli Einarsson av Tvøroyri. Sitandi
f.v. eru tær Solveig Bærentsen, av Tvøroyri, er kassameistari, Elisabeth Matras Olsen, av Tvøroyri,
Ruth Midjord úr Hvalba,næstformaður og Kettu Andreasen av Tvøroyri, formaður
Eisini norðan av oynni vóru tey komin á fund. F.v. Niclas
Sigurheim úr Sandvík, Trygvi Midjord og Eliesar Poulsen,
báður úr Hvalba
Frá vinstru eru tey Heri Mortensen, Helga Strøm og Daniel
Jacob Smidt Jensen, øll trý gomul og vælkend javnaðarfólk á
Tvøroyri.
C
M
Y
K
5
4