Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 30 - 14. februar 2002 Nr. 30 - 14. februar 2002 7 Arbeiðsbólkur er settur at endurskoða dagpeningalógina, sum kom í gildi seinasta summar, við tí fyri eyga, at tey, sum av órøttum eru koyrd úr, sleppa uppí aftur DAGPENGAR Turið Kjølbro Hósdagin í farnu viku svar- aði landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, skriv- liga fyrispurninginum frá Annitu á Fríðriksmørk, tingkvinnu, um avleiðing- arnar av broyttu dagpen- ingalógini. Seinasta summ- ar kom í gildi nýggj dag- peningalóg, sum hevur til endamáls at betra um um- støðurnar hjá teimum, sum eru knýtt at hesi skipan. Fyri summi gjørdist avleið- ingin ein heilt onnur, tey vórðu nevniliga burturvíst úr skipanini. Í tí sambandi vildi tingkvinnan hava at vita eitt nú, fyri hvussu nógv talan var um, hvør or- søkin var til hetta og hvørja inntøkutrygd hesi so hava. Landsstýrismaðurin ásannaði í svarinum, at tað ongantíð hevur verið ætlan- in, at hesi fólk skuldu verða burturvíst úr skipanini. Hann harmaðist um støð- una, fólkini vóru komin í, og vildi gera alt fyri at rætta uppá órættin. Ein arbeiðs- bólkur er farin í gongd við at endurskoða lógina við tí fyri eyga at fáa tey í aftur, sum av órøttum eru farin úr Sjálvbodnu Dagpeninga- skipanini, greiddi lands- stýrismaðurin frá. Hví áset- ingin til inntøkumynstrið er sett til 25 prosent A-løn og 75 prosent B-løn, visti hann ikki at siga. Hann sá heldur onga grundgeving fyri, hví hesi tølini eru sett í við- merkingarnar til lógina. So leingi fólk ikki hava annan møguleika at tekna trygg- ing í Føroyum enn í Sjálv- bodnu Dagpeningaskipan- ina, eigur henda tryggingin at verða fevnd um hesi fólk, segði hann. Arbeiðsbólkurin er farin til verka at endurskoða lóg- ina og skal verða liðugur við arbeiðið í summar. Okkum nýtist ikki at óttast fyri, at komandi løgtingsval fer at forpurra arbeiðinum. – Hesi fólk verða uttan iva biðin um at halda fram við arbeiðinum, tá ið nýggjur landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum tekur við. Tað er viljin hjá øllum politikarum, at fólk- ini, ið ótilætlað eru koyrd úr skipanini, koma uppí aft- ur, segði Sámal Petur í Grund undir viðgerðini. Annita á Fríðriksmørk er nøgd við viðgerðina í ting- inum og svarini, hon fekk. – Eg havi álit á, at tey, sum av órøttum eru koyrd úr skipanini, koma uppí aftur. Hinvegin líkist mátin, tey eru koyrd úr uppá, ongum, og tey áttu at fingið eina umbering. Reglur og kunngerðir, sum í lógini standa skula koma í gildi, er ikki gjørt enn. Í sambandi við, at lóg- in verður broytt, verða tær reglur og kunngerðir, sum dagpeningalógin ásetur gjørdar. Svarið Í skrivliga fyrispurningin- um vildi Annita á Fríðriks- mørk hava at vita, hvussu nógv fólk hava fingið boð um, at tey eru koyrd úr dag- peningarskipanini, síðani løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku við meiri kom í gildi, og hvør orsøkin er til, at hesi eru koyrd úr skipanini. Til hetta svarar landsstýris- maðurin, at 121 persónar eru ikki longur fevndir av ásetingunum í kap. 7 í lóg- ini, men at fleiri teirra tó eru fevndir av grein 2 sum vanligir lønmóttakarar. 109 persónar eru dotnir úr skip- anini, tí hesi hava A-inn- tøku og lúka tí ikki treytirn- ar til ta sjálvbodnu trygg- ingina. Sambært viðmerkingum til grein 15 um dagpening stendur, at »fyri at kunna tekna sjálvbodna trygging krevst, at tryggingartakarin burturav ella í mestan mun er sjálvstøðugur vinnurek- andi. Hetta skal skiljast soleiðis, at hesin skal virka sum sjálvstøðugur í so stór- an mun, at eitt møguligt vanligt løntakaraarbeiði við síðuna av, bert er at meta sum viðfáningur. Vegleið- andi kann sigast, at umleið 75 prosent av inntøkuni seinasta inntøkuárið skal stava frá sjálvstøðuga virk- seminum fyri at tryggingar- takarin kann tekna trygg- ing.« Fyri teir 109 persónarnar er A-inntøkan farin upp um tey vegleiðandi 25 prosent- ini, sum ásett eru í við- merkingunum, og eru hesi koyrd úr dagpeningaskip- anini, tí tey lúka ikki treyt- irnar longur. 12 persónar eru koyrdir úr, tí hesir onga inntøku hava. Hvussu hesum fólkum, sum seinasta árið eru koyrd úr skipanini, eru tryggjað inntøka, um tey av eini og hvørjari orsøk gerast sjúk, sigur landsstýrismaðurin, at 52 persónar eru beinleiðis fevndir av grein 2 og 3 í dagpeningalógini, tí teir eru løntakarar og hava ongan rætt til løn undir sjúku. Hetta merkir, at hesir hava rætt til dagpengar sambært dagpeningalógini. 33 persónar eru starvsmenn og hava tí rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevar- anum. Hesir persónar hava ikki rætt til útgjald úr dag- peningaskipanini, tí sam- bært grein 2, stk. 3 verður dagpeningur ikki veittur í tann mun viðkomandi sam- bært lóg, trygging ella sátt- mála frá arbeiðsgevara ella øðrum hevur rætt til løn undir sjúku við meiri ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald fyri mista inn- tøku vegna sjúku við meiri. 11 persónar, sum framman- undan høvdu hálva trygg- ing, hava ikki ynskt at tekna fulla trygging. Við- víkjandi teimum eftirver- andi 25 persónunum má hvørt einstakt mál kannast, fyri at gera av, um arbeiðs- gevarin skal gjalda løn undir sjúku, ella um tey eru fevnd av dagpeningalógini, herundir møguliga grein 3, stk. 2, nr. 2. Dagpeningalógin verður endurskoðað – Tað er viljin hjá øllum politikarum, at fólkini, ið ótilætlað eru koyrd úr skipanini, koma uppí aftur, segði Sámal Petur í Grund undir viðgerðini – Ert tú ónøgd við eina lóg, er tað sum vanligur borgari ikki bara sum at siga tað at fara í holt við at broyta lógina. Hetta máttu tær ásanna, sum vóru við sviðu- soð av broytingunum í sjálvbodnu dag- peningalógini, sigur Annita á Fríðriks- mørk í viðmerking Ert tú ónøgd við eina lóg, er tað sum vanligur borgari ikki bara sum at siga tað at fara í holt við at broyta lóg- ina. Hetta máttu tær ásanna, sum vóru við sviðusoð av broytingunum í sjálvbodnu dagpeningalógini. Men tær fóru til verka – settust við telefonina at ringja. Og tær fingu glið á. Sosialurin kom upp í málið, og lýsti trupulleik- arnar gjølla, um sama mundið sum undirritaða tók málið upp í tinginum. Nú er tað so komið har til, at landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum ásannar, at har ruggar ikki alt rætt. Hann hevur sett bólk at endurskoða lógina og væntar, at arbeiðið verður liðugt miðskeiðis í hesum árinum. Trupulleikin er í við- merkingunum til hina sjálvbodna dagpeningalóg- in. Hon er ætlað til tey, sum eru sjálvstøðugt vinnurek- andi og til tey starvsfólk, sum annars ikki í øðrum sáttmála kunnu tryggja sær dagpengar vegna sjúkrafrá- veru. Hon hevur í fleiri ár virkað sum ein trygging, har fólk sjálvi rinda í skip- anina. Og nógv hava gjørt nýtslu av hesi skipan. Tær, sum Sosialurin tosaði við, høvdu allar verið limir i skipanini í eini 10-20 ár, tær høvdu rindað eina ávísa upphædd hvønn ársfjórðing og havt brúk fyri skipanini í 2-4 ferðir øll hesi árini. Men so í summar fingu tær bræv um, at tær ikki meira vóru roknaðar sum limir í skipanini. Tær stóðu sum Kánus. Ein skipan, sum tær sjálvar høvdu goldið til í mong Harrans ár, vendir teimum nú bakið. Hví, tí í viðmerkingunum til lógina, sum var broytt í mai í fjør stendur, at tær ikki mugu forvinna meiri enn 25% sum A-inntøku. Ein inntøka, sum er neyðug fyri, at tær kunnu liva sum listakvinnur, og A-inntøka er so einasta inntøkukelda, hjá teimum sum hava smá partafeløg. Tá undirritaða reisti mál- ið í tinginum vísti seg semja at verða um, at ongin haldgóð grundgeving er fyri at hava hatta markið. • Ert tú 50% virkin sum listakvinna, eigur tú at kunna tryggja teg fyri tey 50 prosentini. Og so ann- ars forvinna hini 50 pros- entini onkra aðrastaðni. • Hevur tú eitt lítið virki, sum er stovnað sum partafelag, eigur tú somuleiðis at kunna tryggja teg fyri sjúkra- dagar. Í báðum førinum er talan um fólk, sum sjálvi rinda fyri tryggingina. Og tað gera øll, sum eru limir í Sjálvbodnu dagpeninga- skipanini. Aðrastaðni hava hesi fólk møguleika fyri at tekna slíkar tryggingar hjá stór- um tryggingarfeløgunum, men tann møguleikin býðst ikki herheima. Og so leingi vit í Føroyum ikki hava annan møguleika at tryggja hesi starvsfólkini eiga tey at kunna verða limir í sjál- vbodnu dagpeningaskipan- ini. Vit eiga eisini at minnast til, at hetta er ikki ein sosial veiting, men ein trygging har brúkarin sjálvur rindar fyri skipanina, og ein trygging har brúkarin hevur brúk fyri læknaváttan fyri at fáa burtur úr skipanini. So har er ongin orsøk at óttast fyri misnýtslu. Men høvdu hesar kvinn- ur ikki sett seg við telefon- ini og víst á tann órætt teimum var fyri, orsakað av eini lógarbroyting frá mai í fjør, so var feilurin ongan- tíð funnin. So tað kunnu vera fyrimunir í einum lítl- um samfelagið sum okkara. Her er uttan iva lættari at gera nýtslu av demokratin- um enn nógva aðrastaðni. – Eg havi álit á, at tey, sum av órøttum eru koyrd úr skipanini, koma uppí aftur. Hinvegin líkist mátin, tey eru koyrd úr uppá, ongum, og tey áttu at fingið eina umbering, sigur Annita á Fríðriksmørk Fólkaræði virkar við tógvið stríð - Vit kunnu als ikki góðtaka at bíða til dagpeningalógin verður broytt í summar. Annað hvørt má eitthvørt gerast fyribils soleiðis at vit hava onkra trygd, ella mugu vit uppí skip- anina aftur beinan- vegin, sigur Astrid Andreasen, lista- kvinna DAGPENGAR Turið Kjølbro Tað var Astrid Andreasen, listkvinna, sum var tann, sum av fyrstan tíð gjørdi vart við avleiðingarnar, broytingarnar í dagpen- ingalógini høvdu fyri hana og onnur listafólk. Nýggj áseting í broyttu lógini sig- ur, at 25 prosent av allari inntøkuni skal vera A-inn- tøka og 75 prosent B-inn- tøka. Hjá flestu listafólkum er inntøkumynstrið beint tað øvugta. Tað er A-inn- tøkan, um enn hon ikki er stór, sum ger tað møguligt hjá listafólkum at arbeiða við síni list. – Í veruleikanum er tað ómøguligt at breyðføða seg sum listafólk í Føroyum. Tí ert tú noydd at hava annað lønt arbeiði við síðuna av, men tann nýggja skipanin leggur í grundini stein omaná byrðu í so máta. Bróti eg ein arm, eri eg illa stødd orsakað av broyting- ini í lógini. Eg fái ongar sjúkrapengar í mínum list- arliga arbeiði, hvørki her ella har. Undir ongum um- støðum vil eg vera almanna klientur. Eg havi verið við í Dagpeningaskipanini fyri ikki at koma í ta støðu at gerast almanna klientur. Og skuldi eg fingið forsorg, verði eg fyrst noydd at selja øll míni arbeiðstól, tí ein al- manna klientur skal ikki eiga nakað, sigur Astrid Andreasen. Nú tað vísir seg, at hon og onnur av órøttum eru koyrd úr Sjálvbodnu Dag- peningaskipanini, heldur hon, at tey eiga at fáa eina virðiliga umbering frá al- mennu myndugleikunum, men ikki minst eina skjóta avgreiðslu, soleiðis, at tey koma í Sjálvbodnu Dag- peningaskipanina beinan- vegin aftur. At arbeiðsbólk- ur er settur at endurskoða lógina við tí fyri eyga, at tey, sum eru koyrd úr skip- anini, skulu uppí aftur, merkir, at rúm tíð gongur fyrr enn tey verða tikin uppí aftur. – Vit kunnu als ikki góð- taka at bíða so leingi, tí so hava vit onga trygd í eitt heilt ár. Annað hvørt má eitthvørt gerast fyribils so- leiðis at vit hava onkra trygd, ella mugu vit uppí skipanina beinanvegin, sig- ur Astrid Andreasen, lista- kvinna. Astrid Andreasen hevði verið í Sjálvbodnu Dagpen- ingaskipanini í fimtan ár, tá ið hon seinasta summar utt- an ávaring varð koyrd úr skipanini. Frágreiðingin var, at lógin var broytt og at hon ikki longur var umfat- að av lógini. Vildi so illa til, at hon gjørdist sjúk, kundi hon venda sær til forsorgar- hjálpina, fekk hon at vita. – Tað er ógvuliga mann- minkandi og óvirðiligt at fáa eina slíka viðferð. Tað vísir seg eftir øllum at døma, at vit skulu vera ógvuliga vakin, tá ið lógir verða settar í gildi. Eg kundi bara sett meg afturá og góðtikið at verðið blak- að úr skipanini, men eg eri ómetaliga glað fyri, at eg ikki góðtók tað og fór til verka. Høvdu vit einki gjørt, hendi einki, sigur Astrid Andreasen sannførd. Síðani tær vórðu koyrdar úr Sjálvbodnu Dagpeninga- skipanini, hava tær einki hoyrt frá Almannastovuni, sum umsitur tryggingina. – Vit óttast eitt sindur fyri, at løgtingsvalið for- purrar málið. Listafólkasambandið hevur ikki slept málinum enn. Tey vilja í fyrsta um- fari hava eina umbering til listafólkini og í øðrum lagi, at listafólkini sleppa í tryggingina aftur sum skjótast. FISKISKAPUR Stefan í Skorini Mánamorgunin klokkan sjey kom vaktarskipið Brimil fram á ein lítlan botnfiskatrolara úr Het- landi. Trolarin, ið eitur Maranatha, varð tikin fyri at fiska á eini stongdari leið vestanfyri Mykines. Har- umframt hevði skiparin ikki boðað frá, at hann var komin í føroyskan sjógv. Brimil førdi trolaran til Havnar, har teir løgdu at klokkan hálvgum eitt. Løg- reglan avhoyrdi týsdagin skiparan á trolaranum, ið er skuldsettur fyri at fiska ólógliga og fyri ikki at boða frá, tá hann kom um markið. Tá blaðið tosaði við løg- regluna týsdagin á mid- degi, var eingin ákæra reist móti skiparanum, tí av- hoyringarnar vóru ikki lidnar. Løgreglan sigur, at trol- arin hevði verið í føroysk- um sjógvi í eitt samdøgur, tá Brimil tók hann. Løg- reglan vil ikki upplýsa, hvussu nógv trolarin hevði fingið, men tað var ikki nógv. Manningin á Brimli fílist á, at skipið rullar ov illa í ringum sjógvi. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur tí boðsent serfrøðingi úr Týsklandi at kanna tangan, ið skal minka um rullið. Leiðarin á Vaktar- og Bjarging- artænastuni umhugs- ar at taka onnur stig BRIMIL Stefan í Skorini Menn eru ikki heilt nøgdir við nýggja vaktarskipið Brimil. Skipið rullar ov illa í ringum sjógvi, og hetta er manningin misnøgd við. Brimil krevur góðan stabilitet í ringum sjógvi, um hann t.d. skal leggja seg við síðuna av einum øðrum skipi, men hesin eginleikin hjá skipinum hevur ikki verið nøktandi. Ein tangi við vatni, ið skal minka um rullið, er settur á skipið. Hesin tang- in er framleiddur í Týsk- landi, og í seinastu viku var ein umboðsmaður frá verk- smiðjuni, sum framleiðir tangarnar, í Føroyum og kannaði tangan umborð á Brimli fyri at vita, um hann riggar, sum hann skal. Hesin serfrøðingurin hevur gjørt nakrar broytingar í tanganum, sum kanska hjálpa nakað. Skiparin á Brimli, Jákup Müller, heldur, tað skuldi ikki rulla so illa við einum slíkum tanga. Við øðrum orðum heldur hann ikki, at tangin fremur tað, sum hann av røttum átti at gjørt. Nevniliga at minka um rullið. Triton hevur ein slíkan tanga, men Triton hevur harumframt finnur, ið hjálpa væl til. Trupulleikin er, at finnurnar hjálpa ikki, um siglt verður undir 10 sjómíl. Brimil hevur ongar finnur, tí tað varð mett at vera ein bági heldur enn ein hjálp. Týski umboðsmaðurin var úti við Brimli og gjørdi nakrar mátingar av stabilit- etinum við og uttan hjálp frá tanganum. Hann kom fram til, at tangin minkar um rullið við 50 prosent- um, og tað er ringt at siga einum serfrøðingi ímóti, heldur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni. Hann váttar, at manning- in heldur, at skipið rullar ov illa, tá hugsað verður um støddina á skipinum. Leiðarin heldur, at ein slíkur tangi skuldi kunna minkað um rullið við 70 prosentum, men um teir fáa eini 50-60 prosent, so eru teir nøgdir. Elmar Højgaard sigur, at enn er nakað tíðliga at siga, um justeringarnar hjá týsk- aranum hava bøtt munandi um støðuna. – Nú er so ein bati at hóma, men spurningurin er, um hesin batin er nóg góð- ur, sigur Elmar Højgaard. Nýtt skip Brimil er spildurnýtt skip, og tí er tað harmiligt og óheppið, at manningin longu sýnir sína ónøgd við stabilitetin. Brimil kostaði 95 milliónir krónur at byggja. Elmar Højgaard sigur, at talan ikki er um beinleiðis ónøgd við sjálvt skipið, men tað er tangin, ið ikki hevur minkað um rullið, sum teir høvdu væntað. Hann ásannar tó, at um eingin bati verður, so kann talan vera um at seta seg í samband við skipasmiðj- una Myklebust í Noregi, ið smíðaði Brimil. Kanska teir kunnu bøta um støðuna. Ein slengrikjølur, ið er eftir bjølginum á skipi, hevði kanska hjálp nakað uppá støðuna. – Vit mugu bíða eina tíð enn fyri at vita, um vit skulu taka onnur stig til tess at minka um rullið á skip- inum, sigur Elmar Høj- gaard, sum leggur afturat, at teir ikki kenna seg snýtt- ar av nýggja skipinum. Brimil rullar ov illa Hóast skipið er spildurnýtt fílist manningin á, at Brimil rullar ov illa í ringum sjógvi. Kanska kann okkurt gerast fyri at minka enn meira um rullið Mynd: Edvard Joensen Eiga at fáa eina umbering – Annað hvørt má eitthvørt gerast fyribils soleiðis at vit hava onkra trygd, ella mugu vit uppí skipanina beinan- vegin, sigur Astrid Andreasen, listakvinna Fiskaði í stongdum øki Brimil kom mánamorgunin fram á henda trolaran úr Hetlandi, sum royndi á eini stongdari leið vestanfyri Mykines C M Y K 7 6