mikudagur 13. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 30 - 14. februar 2002
Nr. 30 - 14. februar 2002
9
Í næstum fer Restaur-
ant Merlot at lata upp
í Magnus Heinarson-
argøtu 20. – Nógv
ferðafólk hava ofta
spurt, hví vit ikki
hava nakra fiskamat-
stovu, sigur Louis
Kristensen, sum er
kokkur, og tann, sum
eigur og kemur at
reka nýggju matstov-
una. – Tí havi eg valt,
at gera hetta til eina
fiskamatstovu
burturav
MATSTOVA
Ingrid Bjarnastein
Byrjað verður við trimum
ymiskum fiskarættum og
um summarið skulu fimm
fiskarættir verða at velja
ímillum. Louis Kristensen
sigur, at hann leggur seg
eftir, at kunna bjóða tann
eitt sindur meira spesiella
fiskin, sum til dømis hav-
tasku, kalva og hummari.
Louis hevur annars arbeitt
sum kokkur á Marco Polo
og Rio Bravo í trý ár til-
samans.
– Eg vil ikki siga, at før-
oyingar ikki eta nóg mikið
av fiski. Teir eta bara fisk
heima, tí fleiri fáa jú eisini
fisk ókeypis, og tí vilja teir
ikki fara út á eina matstovu
at gjalda fyri hetta, tí ætli
eg at fáa føroyingar at
royna tann eitt sindur meira
spesiella fiskin.
Men matarkortið fer ikki
bert at innihalda fiskarættir.
Fiskur, búffar, kalkun, for-
rættir, suppur, krónhjørtur
og dessertir er nakað av tí,
sum fer at mynda matar-
kortið í Restaurant Merlot.
Spurdur um, hann heldur
grundarlag er fyri eini mat-
stovu afturat í Havnini,
svarar Louis Kristensen:
– Tað er ikki vist, men
um man ikki roynir, so fær
man tað heldur ikki at vita.
Tá tú hevur verið í læru í
fýra ár, so er tað ikki so
stuttligt bara at standa og
steikja búffar og kóka
broccoli dag út og dag inn.
Á matstovuni verður eisini
ein vikumatskrá, sum kem-
ur at skifta viku frá viku.
Soleiðis kunnu kundarnir
royna nakað nýtt, hvørja
ferð teir koma á matstov-
una.
Altjóða køkur
Navnið Merlot er eftir eini
franskari víndrúvu. Køkur
kemur at vera ein altjóða
køkur og pláss verður fyri
umleið 40 fólkum.
– Hetta kemur at vera ein
»hygge-matstova«,
sigur
Louis Kristensen. – Bæði tá
tað kemur til mat og út-
sjónd fer hon at verða øðr-
vísi.
Ikki er heilt vist nær rest-
aurant Merlot fer at lata
upp. Brunaumsjónin skuldi
inn í gjár, og bíðað verður
eisini eftir skeinkiloyvi.
Louis hevur fingið sær eitt
fyribils skeinkiloyvi, men
hetta skal helst broytast í
nærmastu framtíð.
– Eisini er ætlanin at
leggja seg eftir einum betri
tænastustøði, sigur Louis
Kristensen at enda. – Tað
vísir seg, at tí er tað eitt
sindur ov lítið av í Føroy-
um.
Restaurant Merlot:
Nýggj matstova í Havn
Matstovan Restaurant
Merlot kemur at liggja í
Magnus Heinarsonargøtu 20,
uppiá í sjúkrakassa-
bygninginum
Mynd: Jens Kr. Vang
Í spurninginum um
at fáa besta prísin fyri
fiskin draga alararnir
og tað almenna somu
línu, heldur
Guttormur Djurhuus
ALING
Jóanes N. Dalsgaard
Í seinasta nummari av
blaðnum Alitíðindi, sum
P/F Fiskaaling gevur út,
skrivar Guttormur Djur-
huus, sum starvast á Hav-
frøðiligu Royndarstøðini í
Kaldbak, áhugaverda grein,
um árin av aling á sjónum.
Í greinini kemur m.a. fram,
at ongar avmarkingar eru
áettar frá almennari síðu
fyri, hvussu illa eitt alibrúk
má dálka.
Munur ímillum árin
og dálking
Guttormur Djurhuus skilir
ímillum árin og dálking. Alt
virksemi hevur árin á um-
hvørvið, so ella so. Men
árinið er skaðiligt tá tað
hóttir vistfrøðiligu skipan-
ina í umhvørvinum. Hetta
hendir t.d. tá dálkingin frá
einum alibrúki er so stór, at
alt lív á botninum undir
brúkinum doyr.
Guttormur
Djurhuus
nevnir, at ein álvarsligur
vandi við dálking frá ali-
brúkum er, at tann sonevndi
skeggmaðkurin
doyr.
Skeggmaðkurin
hevur
sama týdning fyri havbotn-
in, sum reyðmaðkurin hev-
ur fyri bø og haga.
Fleiri dálkingarkeldur
Dálkingin frá alibrúkum
hevur ymsar keldur. Part-
víst er talan um køvievni og
fosfor, sum kemur frá tákn-
unum á fiskinum. Partvíst
er talan um fóður, sum ikki
verður etið. Partvíst er talan
um fisk, sum doyr og liggur
og rotnar í botninum í
alinótini. Og endiliga er tal-
an um skarn frá fiskinum.
Tá umræður køvievni og
fosfor frá táknunum á fisk-
inum ber ikki til at avmarka
dálkingina. Útskiljingin av
hesum evnum er ein náttúr-
ligur partur av andingini
hjá fiskinum. Harafturímóti
ber til at avmarka bæði fóð-
urspill og nøgdirnar av
skarni, eins og trupulleikan
við deyðum fiski í nótunum
Betri fóður
Arbeitt hevur verið miðvíst
fram ímóti at betra bæði
fóður og fóðurhátt. Tað,
sum umræður, tá fóður-
spillið skal minkast er, at
fiskurin etur alt tað fóðurið,
sum verður givið. Jú størri
part av fóðurinum fiskurin
etur, tess minni fer til botns.
Hetta er bæði ein spurning-
ur um, hvussu skjótt fóður-
ið søkkur og ein spurningur
um at fóðra júst so nógv,
sum verður etið. Guttormur
Djurhuus staðfestir, at fóð-
urspillið er ógvuliga lítið í
dag, sammett við fyri nøkr-
um árum síðani. Hann sig-
ur, at meðal fóðurspillið í
dag liggur um 0,1 kg fyri
hvørt kg livandi vekt av
framleiddum fiski.
Meira gagn, minni
skarn
Nøgdirnar av skarni eru
tengdar at, hvussu stóran
part av fóðurinum fiskurin
gagnnýtir. Guttormur Djur-
huus veit, at fóðurframleið-
arar hava gjørt eitt stórt ar-
beiði til tess at menna fóð-
ursløg, sum í mestan mun
fara til vøkstur í fiskinum
og í minst møguligan mun
kemur út aftur sum skarn.
Hann sigur, at hetta arbeið-
ið hevur eydnast so væl, at í
praksis ber til at siga, at
gagnnýtslan av fóðurinum,
sum fiskurin etur, er 100%.
Hetta merkir við øðrum
orðum, at eitt kg av fóðuri
gevur eitt kg av livandi
fiski.
Reint umhvørvi gevur
góðan prís
Hvat viðvíkur trupulleikan-
um við deyðum fiski, so
kann hann undir vanligum
umstøðum loysast við at
reinska nótirnar javnan.
Guttormur Djurhuus sig-
ur, at reint umhvørvi gevur
frískari fisk. Frískur fiskur
skal ikki hava heilivág, og
lítil ella eingin heilivágs-
nýtsla er góð fyri umdømið
hjá alivinnuni. Í seinasta
enda gevur hetta betri prís
fyri alda fiskin.
Alment eftirlit, men
ongar reglur
Guttormur Djurhuus held-
ur, at í spurninginum um at
fáa besta prísin fyri fiskin
draga alararnir og tað al-
menna somu línu. Kortini
heldur hann, at tað almenna
eigur at hava eftirlit við, at
samsvar er ímillum al-
mennu umhvørvisáseting-
arnar og støðuna á einstaka
alibrúkinum. Við at lata
privatum loyvi at ala fisk á
sjónum, hevur tað almenna,
við ávísum treytum, latið
ræðisrættin yvir hesum til-
feingi frá sær. Treytirnar frá
tí almenna snúgva seg m.a.
um, at ávirkanin á um-
hvørvið skal haldast innan-
fyri ávíst mark. Men hvar
hetta markið skal vera, hev-
ur tað almenna tó ikki ásett
enn, sigur Guttormur Djur-
huus í blaðnum Alitíðindi
nr. 1 2002.
Reint aliumhvørvi er best fyri samfelagsbúskapin
Føroyska klædna-
fyritøkan Guðrun &
Guðrun fekk bílegg-
ingar úr einum so
fjarskotnum heims-
horni sum Japan og
seldi harumframt til
klædnahandlar í
Noregi og Danmark
undir væleydnaðu
luttøkuni á móta-
messuni Copenhagen
Vision, sum var í
Øksnehøllini í danska
høvuðsstaðnum um
vikuskiftið.
MÓTI
Rúnar Reistrup,
Keypmannahavn
Tað er fríggjadagur, og
Keypmannahavn
er
í
mótamode. Tær báðar stóru
árligu vetramótamessurnar
Copenhagen International
Fashion Fair í Bella centr-
inum
og
Copenhagen
Vision í Øksnehøllini, ið
hvørt ár verða hildnar sam-
stundis, hava drigið túsund-
tals seljarar, keyparar og
áhugað til byin.
Herímillum eru umboð
fyri so at siga allar før-
oyskar klædnahandlar, sum
velja klæðir út til Føroya
fólk at keypa komandi
heyst, og ein spákitúrur
millum teir nógvu hundrað
básarnar í Bella centrinum
fer framvið fleiri kendum
andlitum
úr
føroysku
klædnahandilsvinnuni, sum
helst skriva undir bílegg-
ingar av heldur fleiri pløgg-
um enn í fjør, nú føroyski
hákonjunktururin ger tað
alt stuttligari at reka handil
við marglætisvørum.
Og síggja míni eygu ikki
heilt skeivt, er tað ikki langt
frá at buksur og troyggur
við málingablettum og tætt-
sitandi skjúrtur fara at sita á
føroyskum
mannfólki
seinni í ár. Konufólkini eru,
sum so ofta, eitt sindur
minni tilroknilig og nakað
meira fjølbroytt.
Komin fyri at selja
Men tær báðar Guðrun
Ludvig og Guðrun Rógva-
dóttir, sum eg eina løtu og
ein busstúr seinni møti í
Øksnehøllini mitt í danska
høvuðsstaðnum, eru ikki
komnar
á
messu
við
kekkheftinum í lummanum
og hyggja ikki at klæðum
til mótatilvitaða keyps-
skaran í Føroyum. Við sær
hava tær ístaðin tíggju
klædnapløgg, ein príslista
og eina ordrabók. Saman
reka tær klædnafyritøkuna
Guðrun & Guðrun, sum
seinastu tvey árini hevur
framleitt og selt klæðir úr
føroyskum
skinni.
Nú
standa tær í bási nummar
216 sum fyrsta føroyska
klædnafyritøka nakrantíð á
Copenhagen Vision móta-
messuni saman við móta-
húsum sum Lee, Bruuns
Bazaar og Diesel og hálvt-
triðjahundrað øðrum.
Serstøk klæðir
Meðan mótamessan í Bella
centrinum er tann størra
messan, ið vendir sær til øll
sløg av klædnahandlum, er
Copenhagen
Vision
í
Øksnehøllini messan við
teimum meira sermerktu
klæðunum til smælri og
serstakari málbólkar. Sagt á
ein øðrvísi hátt síggja fólk-
ini í Øksnehøllini meira
løgin og víðgongd út enn
fólkini í Bella centrinum,
har føroysku klædnahandl-
arnir fyri tað mesta keypa
síni klæðir inn.
- Vit venda okkum til ser-
handlar.
Okkara
pløgg
kunnu
ongantíð
gerast
populermóti hjá stórum
handilsketum, og tað er
heldur ikki okkara ambi-
tión at hópframleiða klæðir
soleiðis. Vit eru áhugaðar í
teimum klædnahandlunum,
sum vilja hava okkurt øðr-
vísi at bjóða viðskiftafólk-
unum,
sigur
Guðrun
Rógvadóttir, ið hevur tikið
útbúgving innan statsvís-
und og er marknaðar- og
søluparturin av Guðrun &
Guðrun. Hin parturin av
fyritøkuni er Guðrun Lud-
vig,
sum
er
útbúgvin
klædnadesignari og ger øll
sniðjini til klæðini hjá
føroysku klædnafyritøkuni.
Vaktu ans
Øðrvísi er ein góð lysing av
pløggunum hjá Guðrun &
Guðrun, ið eru framleidd úr
ávikavist føroyskum seyða-
skinni og íslendskum tógvi
og í summum førum báð-
um. Av tí sama vakti før-
oyska
klædnafyritøkan
rættiliga stóran ans á mess-
uni bæði millum fjølmiðlar
og keyparar.
Hjá summum av teimum
nógvu keyparunum á mess-
uni var áhugin so mikið
stórur, at teir trivu eftir
penninum og skrivaðu und-
ir bíleggingar, og tá móta-
messan pakkaði saman fyri
hesuferð
sunnukvøldið,
hevði føroyska klædnafyri-
tøkan fingið heilar seks
bíleggingar, harav ein úr so
fjarskotnum stað sum Jap-
an. Tann størsta bíleggingin
var frá einum samtaki av
tólv
klædnahandlum
í
Noregi, og fyra klædna-
handlar í Keypmannahavn
vóru áhugaðir í at hava
føroysku pløggini í hand-
ilsvindeygunum komandi
heyst.
Hetta var meira enn tær
høvdu vónað, og tí eru tað
tvær vælnøgdar Guðrunir,
sum nú fara undir at skipa
fyri framleiðsluni av teim-
um nógvu pløggunum, ið
handlarnir hava bílagt til
heystsøluna.
Talan er ikki um nakrar
risastórar bíleggingar, men
í mun til støddina á før-
oysku fyritøkuni eru bí-
leggingarnar nóg stórar til
at hon má víðka um virk-
semið.
Sum
er
verða
bundnu pløggini framleidd
av
trimum
føroyskum
bindikonum, men tær mugu
gerast fleiri í tali, um tað
skal eydnast at nøkta
tørvin.
Tó ætla tær báðar Guðr-
un Ludvig og Guðrun
Rógvadóttir sum er ikki at
gevast við sínum føstu
størvum fyri at satsa alt
uppá klædnavinnuna.
- Vit ansa allatíðina eftir
ikki at gera hetta størri enn
tað er og vassa longur út,
enn vit røkka. Vit vilja
heldur byggja hetta spaku-
liga upp og so vera vísar í,
at vit ikki brenna okkum,
siga tær báðar kvinnurnar
handan klædnafyritøkuna.
Av somu orsøk hava tær
enn ikki avgjørt, um tær
fara at luttaka á mótamess-
uni aftur. Tað veldst millum
annað um hvussu áhugin
millum teir seks nyggju
keypararnir verður kom-
andi ár.
Eksklusivir
handilsprísr
Pløggini, sum føroyska
klædnafyritøkan
bjóðar
fram á messuni, kosta úr
400 krónur fyri eitt sjall
upp í 2.800 krónur fyri tann
dyrasta jakkan. Hetta er
prísurin, sum handlarnir
keypa pløggini fyri. Tá
somu pløgg hanga í hand-
ilsvindeygunum
hava
handlarnir lagt hálvtannað-
hundrað prosent omaná
prísin.
- Hetta er prísurin, tá
klæðini skulu framleiðast
við hond, og tann prísin eru
viðskiftafólkini hjá hesum
serhandlum til reiðar at
gjalda fyri at fáa okkurt
øðrvísi og spennandi, sigur
Guðrun Rógvadóttir, og
greiðir frá, at prísirnir á
føroysku pløggunum eru á
leið teir somu sum teir, ið
eru at finna í hinum básun-
um á messuni. Keypararnir
munnu ikki meta prísin fara
at vera nakra forðing, tí
mest er keypt av dyrastu
vøruni á príslistanum – ein
svartur frakki úr seyða-
skinni við bundnum erm-
um. Hesin frakkin varð eis-
ini vístur fram á pallfram-
sýning einaferð um dagin ta
tíðina, messan vardi.
Føroyska ullin ikki
egnað
Í heyst hava pløgg frá
Guðrun & Guðrun verið til
keyps í tógvhandlinum
Vilma í Havn, og áhugin
millum fólk hevur verið
stórur. Í Føroyum hevur
áhugi serliga verið fyri
jakkunum úr føroyskum
seyðaskinni. Á mótamess-
uni í Keypmannahavn var
støðan ein onnur. Har var
so at siga eingin áhugi fyri
pløggunum, ið einans vóru
úr skinni, meðan stórur
áhugi fyri var tí bundna.
Tað mesta av tí, ið bílagt
varð, er bundið.
- Útlendingar eru berg-
tiknir av at pløggini eru
bundin við hond. Tað er
forkunnugt fyri tey, men
føroyingar duga so væl at
binda sjálvir, at tað fer helst
ongantíð at vera nakað
rættiligur marknaður fyri
teimum bundnu pløggun-
um í Føroyum.
Guðrun Ludvig, ið sjálv
sniðgevur øllum pløggun-
um í kollektiónini, hevur
valt at framleiða allar
bundnu vørurnar úr ís-
lendskum tógvi.
- Tað føroyska tógvið er
eftir mínum tykki ikki so
væl egnað til hetta slagið av
klæðum, sum vit gera. Tað
er ov hart og skriðar ov illa.
Tað er betur egnað til skips-
troyggjur og hosur, sigur
Guðrun Ludvig, spurd um
hví føroyska ullin ikki
verður brúkt.
Fyrsta dagin fer hon
undir at gera mynstur til
væl smærri útgávur av
teimum bíløgdu pløggun-
um – so tey fara at passa til
keypararnar á japanska
mótamarknaðinum.
Japanar bíløgdu føroyskar
bundnatroyggjur
Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir í bási nummar 216 í Øksnehøllini. Aftanfyri tær hongur tann frakkin, ið varð best
umtóktur millum keypararnar. Frakkin fer at kosta einar sjeytúsund krónur á gøtuni í Keypmannahavn í heyst
C
M
Y
K
9
8