fríggjadagur 5. november 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 155 · 5. november 2010
2
VIKUSKIFTI
Dugnaligu
føroy-
ingarnir
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Hans Edward Andreasen / Pressumynd
2 KlummAn: Dugnaligu Føroyingarnir
4 IntEvIEw: Hans EDwarD anDrEasEn
6 tIPS: Bøkur til vEturin
8 BAKgrund: ræðslan í MalMø
10 BrúKIð toy á nýggjan Hátt
11 90 SEKund: Eli HEntzE
12 BAKgrund: stjórar Fara úr glóðHEituM sEssuM
14 tIl ArBEIðIS: Hans tórgarð
15 umAfturAfturum: Høgni DjurHuus
16 SøgAn um josEpHinE BakEr
22 mIðlAmJArr: tað siga tEy á FacEBook og í MiðlunuM
23 tAð HEndIr: konsErtir, tiltøk, Bøkur og annað
24 vIKumyndIn: MargarEtH tHatcHEr
Ein teldupostur kom buldrandi í postkassan
hjá mær ein dagin. Tað vísti seg, at eg hevði
stavað eitt orð skeivt á portalinum.
»Eitt gott dømi um, at tú/tit ikki duga at
stava!!! Tykkara vánaligi portalur skuldi farið
á skeið í stavseting, og tað skjótt eisini!!«,
varð skrivað. Viðkomandi segði ikki so frægt,
hvat orð var skeivt stavað.
Jú, takk – men hvat er endamálið við
teldu postinum?, hevði eg hug at spyrja
viðkomandi.
Hetta er ikki eitt eindømi. Hvønn ger
andis dag skræða óræddir føroyingar seg við
eins tápuligum viðmerkingum á portalinum
og kjaksíðum.
Eg visti, at fjølmiðlastarvið er nógv útsett.
Fleiri liva fyri at leggja eftir fjølmiðlunum
og hava lítið annað at brúka sína tíð til enn
at gera vart við mistøk. Hvønn dag fáa vit at
vita, at vit gera eitt vánaligt arbeiði og duga
ikki okkara arbeiði.
Tit eru vælkomin. Eg hugsi, at tað er ein
partur av okkara menning.
Men flestu viðmerkingar eru á so lágum
støði og so tápuligar, at tað er ikki vert at
hugsa meira um.
Eg veit fullvæl, at eg traðki við síðuna
av og geri mistøk. Og eg eri glaður fyri, at
fólk siga frá. Men ofta er tað so tápuligt og
arrogant, at eg tími ikki at hugsa meira um
tað.
Tað er ikki undarligt, at journalistar eru
nógv útsettir.
Tá eg tendri útvarpið klokkan 12.20, veit
eg akkurát, hvat Høgni Djurhuus hevur gjørt,
síðan hann kom til arbeiðis.
Tá eg trýsti meg inn á Vágaportalin, síggi
eg, hvussu arbeiðsdagurin hjá Ólavi í Beiti
hevur háttað seg.
Tá eg tveiti meg á sofuna klokkan 19.00,
fái eg staðfest, hvat Grækaris Djurhuus
Magnussen hevur gjørt seinastu tímarnar.
Hvønn dag.
Tey vísa mær, hvat tey hava fingið burtur
úr arbeiðsdegnum. So kann eg gera av, um
eg haldi tað er nøktandi ella ikki. Journalistar
eru fyri so vítt til próvtøku hvønn dag
– í før oyskum máli og journalistiskum
handverki.
Slíkt dagligt eftirlit havi eg ikki við
fólka skúlalærarunum, skiparunum, starvs
fólkunum á almennu miðfyrisitingini og
øðrum klókum akademiskum høvdum.
Hyggið rundan um tykkum. Tað eru bara
journalistarnir, sum eru verdir at fleingja.
Hví ikki koma við stimbrandi
viðmerkingum, sum onnur kunnu brúka til
nakað, heldur enn at rópa hart um einki? Hví
ikki lyfta í felag? Nær eru flestu føroyingar
blivnir so dugnaligir, at teir kunnu traðka
onnur niður, sum tað passar teimum?
Hví bara síggja flísina í eygunum á
øðrum, men ikki vera varugur við bjálkan í
sínum egna eyga?
INNIHALD
klumman
Uni Holm
Johannesen
myNDIr: BarBara Nygaard
Frískar røtur
BørN í øllum ALDrI fingu fyLt oyru og eygu á koNsertum við
kuLum rótum, sum eru frískAr við nýggjari fLøguútgávu
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Børn og vaksin tóku væl ímóti Frísku
Kulu rótunum, sum vóru á palli í
Løkshøll í mentanarvikuni. Tað var
stúgvandi fult til báðar konsertirnar,
og børn í øllum aldri fingu eisini fylt
oyruni og eyguni hesa løtuna.
Konsertirnar við Kulum rótum vóru í
sambandi við nýggja útgávu – Frískar Kular
røtur – og at bólkurin hevur rundað 10 ár.
Á konsertini kundu fólk so uppliva tær
góðu, gomlu røturnar og tær nýggju, frísku.
Konsertin byrjaði við at Steintór
rasmussen, sum er upphavið hendan
stóra sangskattin hjá føroyskum børnum,
bjóðaði vælkomin, og so yvirtóku ein
væl upplagdur Jógvan Hansen og
grønir menn frá Pluto. Myndir komu á
stórskíggja og tónleikarar komu fram á
pallin. Meðan eiturkoppar komu krúpandi
og summarfuglar sveimaðu á teldugjørdu
pallmyndini ,ljómaðu gomlu hittini og frísku
nýggju sangirnir frá Kulu rótum.
Millum teir garvaðar sangarar
og tónleikarar smæddust tær báðar
nýggju stjørnurnar, rakul ró og
Beinir Troest, heldur ikki burtur.
Tvørturímóti. Tey dugdu sera væl at fylla
høllina við hjartaligum sangi, livandi
orku og góðari barnsligari nærveru.
Talan var um eina sitikonsertir,
og sjálvt teir smæstu áhoyrararnir
kláraðu at sita stillir. Kanska var orsøkin
einfalt tann, at tað allatíðina hendi
okkurt spennandi á pallinum, og ein
steðgur var miðskeiðis í konsertini.
Eftir ein góðan kaffimunn, saft
og køkur, var tað ein fragd at koma
innaftur og síggja Lukas Nygaard dansa
Michael Jackson. Sanniligt eisini ein
kul framførsla. Hugaligt at uppliva føroysk
børn og ung nú danska Talentkappingin
í sjónvarpinum er at enda komin.
Kular røtur eru við nýggjari fløgu
og konsertum veruliga komin inn á
føroyska tónleikapallin aftur – og
tað eru mong ivaleyst glað fyri.
Beinir Troest roynir seg nú eisini sum
kul rót saman við Jógvani Hansen
Rakul Ró er ein av nýggju
sangarunum í Kulum Røtum