fríggjadagur 5. november 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
5
VIKUSKIFTI
eg verði for ferdi liga
keddur, tá eg ikki fái skriva. Tá eg havi
eina slíka blokering, skal mann næstan
ikki tosa við meg, og tað eri eg tru pult
at verða saman við, sigur hann.
Má bara bíða
Hans Edward sigur, at hann hevur
roynt alt, sum hugsast kann fyri at
sleppa av við slíkar skriviblokeringar,
men tað er trupult.
- Eg havi roynt alt, sum eg kann,
fyri at sleppa burtur úr tí. Eg havi sit-
ið einsamallur á Amager Strand og
start út yvir havið, men har er einki at
gera. Eg má bara bíða og vóna, at tað
gongur yvir, og tað hevur tað tíbetur
gjørt higartil.
- Tá vit fara at tjena ordiliga nógvar
peng ar uppá okkara tónleik, so má eg
bara hava ein psykolog rennandi aftaná
mær, sum kann hjálpa mær, um eg
ikki fái skriva sangir, sigur hann
skemtandi.
Seinasta skriviblokeringin
vardi í eitt hálvt ár, og
síðani hevur hann skriv-
að eina ørgrynnu av
sangum.
- Nú ræður tað um
fyri meg at gera tann
besta sangin og tey
bestu riffini, og tí
skal eg velja burtur
úr rúgvuni. Eg
skrivi allatíðina
sangir, og eg havi
kanska skrivað
fleiri enn 30 til
nýggju fløgu na,
men vit velja
bara teir bestu
b u r t u r ú r,
sigur hann.
- Tá eg
veit,
at
havi gjørt
eitt gott
lag, blívi eg ordiliga høgur av gleði, eg
blívi í ørviti. Tað hevur so øgiliga nógv
at siga fyri meg. Eitt gott lag er nakað,
sum eg kann verða stoltur av her og nú,
og tað heldur eisini fyri lívið.
- Eg siti oftast um náttina og skrivi
sang ir og spæli inn, og tá eg havi gjørt
okkurt gott, kann eg siti einsamallur í
ei n um rúmi og skrála av gleði. Og so
kann eg sita fleiri tímar og bara lurta
eftir sanginum og verða lukkuligur, sig-
ur Hans Edward.
Arbeiða við nýggjari útgávu
The Dreams góvu fløguna Revolt út
tíðliga í ár, og nú arbeiðir bólkurin
við nýggjari útgávu, sum skal koma út
næsta ár.
- Tað tekur ofta langa tíð hjá okkum
at gera eina nýggja fløgu, men kanska
gong ur tað eitt sindur skjótari hesaferð.
Vit eru í øllum førum komnir væl áveg-
is við tónleikinum, og gongur tað væl,
so kann fyrsta stakfløgan koma út í
febru ar, sigur Hans Edward Andreasen.
Hann lovar, at tónleikurin á nýggju
út gávu ni verður eitt vet harðari, enn
hann var á seinastu útgávuni, sum í
støð um var eitt sindur popput.
- Tað gera eitt lop aftur nú, og vit
vera meira rockutur og fara at rópa
meira á nýggju útgávuni. Vit hava
tosað um gomlu fløguna, hvat vit vóru
nøgd ir við, og hvat kundi verið øðrvísi,
og hon var kanska í so popput. Tann
nýggja skal verða eitt sindur harðari.
- Sum tað sær út í løtuni, komi eg at
fram leiða nógv av tónleikinum. Og tað
er kanska ein fyrimunur, tí so verður
tað enn meira okkara tónleikur. Fyri at
gera vart við seg í dag, mást tú hava
tón leik, sum er gjøgnumsúrgaður av
per són lig heit, sigur Hans Edward.
The Dreams skulu eisini spæla
nógv ar konsertir komandi árið, og tað
verð ur helst nógv uttanfyri Danmark,
at teir fara at spæla.
- Áhugin fyri okkum í til dømis
Pól landi og Fraklandi er vaksandi, so
vit hava ikki so nógva tíð til Danmark
nú. Rokni við, at vit fara mest at spæla
uttan fyri Danmark komandi tíðina.
Føroyingur inn á bein
Hans Edward Andreasen hevur verið
nógv á ferð við tónleikinum seinastu
ár ini, og í løtuni er hann búsitandi í
Dan mark. Men honum leingist støðugt
heim til Føroya.
- Eg eri føroyingur inn á bein. Eg
sak ni at búgva í Føroyum og gera tey
tingini, sum eg gjørdi í Føroyum. Har
er alt so deiliga tætt og skjótt. Keyp-
man na havn er ein ov stórur býur til
mín, og eg komi ikki út, uttan tað eru
í arbeiðsørindum. Mær dámar best í
Før oyum, og eg gleði meg, tá ið eg eri
liðug ur við hetta og eri farin heimaftur
til Føroya og siti í onkrum studio og
fram leiði tónleik fyri onkran annan,
sigur hann.
- Men tað verður ikki beint nú. Tað
gong ur støðugt framá hjá okkum, og nú
satsa vit nógv uppá Týskland, og málið
er framvegis at enda í sendingini hjá
David Letterman.
Hans Edward Andreasen hevur eyðkent
hár. Reyði hanakamburin hevur fylgt
honum í fleiri ár, og tað krevur sítt at
halda hann við líka og gera hann kláran
til konsertir.
- Eg hevði eitt hugskot um, at eg
skuldi hava ein mohawk, og tað var
Jórun, dáman hjá mær, sum kom við
hugskotinum ein skeivan mohawk.
Fyrstu tíðina gjørdi eg hárið sjálvur
áðrenn konsertir, men tað tími eg ikki
longur. Nú setir ein dama, sum eisini
selir merchandise hjá okkum, hárið hjá
mær, og tað tekur einar 25 minuttir,
sigur Hans Edward.
- Tað er
ein
orsøk
til, at eg
ofta gangi við
keppi í tí dagliga,
eg tími ikki altíð
upp at seta hárið í
ein hálvan
tíma.
EyðkEnt hár
Fakta
navn: Hans Edward Andreasen
Aldur: 26 ár
Bústaður: Keypmannahavn
Familja: Hann og unnustan Jórun McLeod
Jacobsen eiga sonin Klæmint
Sangari og gittarspælari í rockbólkinum The
Dreams
Mynd: Jens Kristian Vang