Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 6 Sosialurin Randi Jacobsen Klokkan eitt í dag grøn­ lendska tíð fór Jonathan Motz feldt, fyrr verandi lands ­ tings­ og lands stýris for mað­ ur og ein av grund ar un u m av grøn lendska heima stýrislóg­ ini til gravar. Tað var ein ikki heilt vanlig jarðarferð, tí umboð fyri øll Norðurlond vóru og fylgdu, fleiri umboð fyri almenna Grøn land og somuleiðis danski krúnprinsurin Frede rik. Úr Føroyum eru farnir Jørg en Niclasen vegna Før­ oya Landstýri og Hen rik Old, fyrrverandi ting mað ur Javn aðar flok sins. Hen rik Old fylgir v egna Javn aðar­ flokkin. Hann kendi væl Jonaøthan Motzfeldt gjøg­ num Norðurlandaráðið. Vegna donsku stjórn­ ini fylgdu mentanar mála­ ráð harrin og fyrrverandi uttan ríkisráðharrin Per Stig Møller, og vegna donsku sosial demokratarnar Mogens Lykketoft, fyrrverandi utt an­ ríkisráðharri. Mogens Lykke­ toft og Jonathan Motz feldt vóru góðir vinir, og Motz feldt prestur vígdi Mogens Lykke­ toft og konuna Mette Holm í eini bygd í Grønlandi. Jonathan Motzfeldt fór til gravar úr Hans Egede kirkj uni, sum rúmar 450 fólk um. Av teimum vóru 200 sett av til familjuna, fyrr­ ver andi og núverandi limir í landsstýrinum og lands­ ting inum, borgarstjórar og um boð fyri Norðurlond og Nunavut, bróðurfólkið hjá grønlendingum í Kanada. Grønlendska kringvarpið sendi frá jarðarferðini, og samstundis sum jarðarferðin var í Nuuk, var minningarhald yvir Jonathan Motzfeldt í Helligåndskirkjuni í Keyp­ manna havn. Tey avvarðandi bóðu um, at fólk, sum vildu minnast Jonathan Motzfeldt í staðin fyri blómur og kransar, sendu pengar til Jonathan Motz­ feldt grunnin, ið letur stuðul til vælgerandi endamál í Grøn landi. Í sambandi við jarðar ferð­ ina gav grønlendska blaðið AG út serblað um Jonathan Motzfeldt, lív og avrik hans­ ara. Jonathan Motzfeldt var 72 ára gamal, nú hann doyði. Set greinina tvørturum niðast á síðuni Grivin sum ríkismaður Umboð fyri øll Norðurlond eru í dag í Nuuk og fylgja fyrrverandi landsstýrisformanninum Jonathan Motzfeldt. Úr Føroyum eru farnir Jørgen Niclasen vegna landsstýrið og Henrik Old vegna Javnaðarflokkin Randi Jacobsen Spælararnir í hond bólts­ felagnum Stjørnuni eru púra ovfarnir av tí und ir­ tøkuni, sum innsavning teirra til frama fyri “Stuðla bróstunum”. Øll atgongumerkjasølan til dystin móti Kyndli fór til innsavningina, og fleiri fólk og fyritøkur fluttu tiltakinum pening. Tá ið innsavningin steðg aði mánadagin, vóru komnar inn 59.449 krónur. Tá er talt við søl­ an av armbondum fyri samanlagt 5.000 krón ur. Peningurin fer óskerd­ ur til granskingina av bróstkrabba. – Vit eru allar fegnar um at kunna stuðla gransk ingini, sigur Ann­ ika Karlsdóttir Ljós stein, sum var orsøkin til, at Stjørnan valdi at hava dystin sum stuðuls til­ tak. Hon fekk nevniliga í summar staðfest bróst­ krabba, og liðfelagar henna funnu tí upp á at stuðla henni og gransk­ ingini á henda hátt. Jákup N. Olsen, for ­ maður í Krabba meins fe­ lag num er ikki bra fegin um at fáa so nógvan pening til granskingina. Hetta var eisini ein frá­ líkur máti at varpa ljós á bróstkrabba, áskoð­ ararnir vóru nógvir, og tiltakið fekk nógva um­ røðu. Krabbameinsfelagið ætlar at hava eina al­ menna móttøku av pen ­ inga gávuni, og tá verður greitt frá gransk ingini í Føroyum av bróst­ krabba. Peningurin frá Stjørn­ uni kemur væl við, sigur Jákup N. Olsen. Granskingin, sum er ein verkætlan yvir trý ár kostar 2­3 mió. krónur. Randi Jacobsen Í fleiri bygdum verður bíðað til næstan av seint við at gera nýggjan kirkjugarð, tá ið gamlia garðurin er við at fyllast. Ein av hesum bygdum er Porkeri. Har hevur komm­ unustýrið í fleiri ár tosað um at fara í gongd, men ikki fyrr enn nú hendir nakað. Fyri fýra árum síðan var ætlanin at víðka verandi kirkjugarð suðureftir, men tann ætlanin varð slept. Næsta ætlanin var at gera kirkjugarð á einum øki, sum kommunan keypti, men tann ætlanin varð eisini slept. Kommunustýrið helt ikki staðið vera tað rætta, og so var har eisini so veðurringt. Nýggjasta ætlanin er at gera nýggjan kirkjugarð norðan fyri verandi kirkju­ garð. Tað økið hevur komm­ unan ognað sær við maka­ skifti. Fyri at gera kirkjugarðin á Bakkafløtti í Porkeri, var neyðugt at broyta byggi­ sam tyktina. Broytingin skal gókennast av lands stýrin­ um. Mikkjal Sørensen, borg­ arstjóri í Porkeri sigur, at so skjótt sum broytingin í byggisamtyktini er komin, byrjar arbeiðið. Økið skuldi verið skjótt at planera. Tað er góð velt mold, og ikki verður neyðugt at spreingja. Mikkjal Sørensen er so nýggjur borgarstjóri, at hann ikki dugir at siga, hví nýggjur kirkjugarður er gjørdur fyrr. – Tað hevur rættiligan skund at fáa nýggjan kirkju­ garð, tí bara eini fýra dupult­ pláss eru eftir. Fleiri einkult­ pláss eru tó, sigur Mikkjal Søren sen. Nýggi kirkjugarðurin verður 3000 fermetrar og skuldi tryggjað øllum por­ ken ingum gravpláss 50­80 ár fram. Í Porkeri búgva umleið 330 fólk búgva í Porkeri. Í fjør vísti ein uppteljing, at fimtan prosent vóru yvir 67 ár. Porkeri fær nýggjan kirkjugarð Um ein mánað ella so verður farið at gera nýggjan kirkjugarð á Bakkafløtti í Porkeri. Tað er í tøkum tíma, tí bara fýra dupultpláss eru eftir Gott ískoyti til krabba­ meins­ granskingina Dysturin og innsavningin hjá hond bóltsfelagnum Stjørn ini til frama fyri »Stuðla bróst unum« góvu næstan 60.000 krónur Annika Karlsdóttir Ljós­ stein er meira enn væl nøgd við stuðulstiltakið, sum liðfelagar hennara í Stjørnuni tóku stig til Mynd: Dávur Winther