Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ eyðun eydun@sosialurin.fo Hetta er hásesong fyri bókaútgávur, og eisini ein góð tíð at lesa bøkur. Vit HaVa funnið nakrar bøkur fram í rúgvuni Bøkur til veturin Smádrongurin spyr Vit eru í einum raðhúsum í Odense í 1981. 11 ára gamli Lars býr hara saman við familju síni, og hann og vinirnir finna upp á bæði eitt og annað. Men spurningar krevja svar. Hví kann Lars ikki møta ommu og abba sínum, og hví liggur pápi hansara onkuntíð mitt á gólvinum og starir upp í luftina við víðopnum eygum. Svarini til spurningarnar krevja nógv av Lars. Morten ramsland Sumobrødre (Rosinante) Ikki fyri sartar sálir Keith Richards er heimskendur sum gittarspælari í Rolling Stones. Hann hevur livað eitt hart lív við øllum tí, sum rock ‘n roll lívið kann innihalda. nú sigur hann sína søgu, og hann avdúkar nógv um seg og fólkini rundan um seg. Hetta er ein ævisøga, sum nógv hava bíðað eftir í spenningi. keith richards Life (W&N) Ræðuligir loynidómar Finski rithøvundin Sofi Oksanen er tilnevnd til bókmentavirðislønina hjá norðurlandaráðnum. Søgan snýr seg um, hvussu langt fólk kunnu fara fyri at yvirliva, og hvussu langt fólk kunnu fara fyri kærleikans skuld. Hetta er ein ættarsøga um tvær kvinnur, sum báðar bera ræðuliga loynidómar. sofi oksanen Renselse (Rosinante) Havnarmaðurin skrivaði heimssøgu Óli Jacobsen hevur skrivað søguna um trúboðaran Daniel Jacob Danielsen, eisini nevndur Dollin, sum var við at skriva heimssøgu í Congo fyrst í farnu øld. Har var eitt ræðustýri av teimum ringastu felt við hjálp frá føroyska trúboðaranum. óli Jacobsen Dollin – Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna (Forlagið Tjørnustova) Sigri vaknandi Vaknandi er fjórða yrkingasavnið eftir Sigri Gaini og kanska tað vakrasta. Tekstirnir eru kenslubornir og snúgva seg í høvuðsheitum um kærleika, og hvørja ávirkan hann hevur á frásøgufólkið. sigri gaini Vaknandi (Mentanargrunnur Studentafelagsins) Gullminurnar Hví koma so nógvir av heimsins bestu rennarum frá einum og sama felag á Jamaica, hví hevur eitt tennisfelag í Moskva við vánaligum umstøðum skapt fleiri av dagsins elitu-spælarum enn uSA og Bretland tilsamans, og hví koma so nógvir av bestu rennarunum frá einum lítlum býi í Kenya? Rasmus Ankersen hevur funnið seks støð, sum hava ment óvanliga nógv elituítróttarfólk, og hann sigur søguna um hesi støð, og hvørji felagseyðkenni tey hava. rasmus ankersen Guldminerne (Forlaget Turbulenz) Spenningur í luftini Í januar 1914 hittist George kongur V við einum bólki av ungum monnum úr europa og uSA fyri at kjakast um heimsstøðuna. Spenningur er í luftini, og hálvt ár seinni brestur fyrri heimsbardagi á. Hetta er fyrsti partur í eini trírøð um 20. øld. Søgan er um kvinnur og menn, kærleika og fíggindaskap. Ken Follett sigur søguna um fimm familjur – tvær enskar, eina týska, eina russiska og eina amerikanska. ken Follett Giganternes fald (Cicero) Presturin hjá dønum Johannes Møllehave er helst kendasti prestur í Danmark. Hann hevur skrivað bøkur, hildið fyrilestrar, kjakast og annars verið framm í Danmark í nógv ár. Ole Sønnichesen hevur tosað við 40 fólk rundan um Møllehave og sigur eina erliga søgu um prestin. um heimligt órudd, um fíggjarligt óskil, um at stríðast við depressión, um sjálvmorðstankar, um opið hjúnarband og um lygnir. ole sønnichsen Møllehave – jagten på lyset og kærligheden (Gyldendal)