fríggjadagur 5. november 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 155 · 5. november 2010
8
VIKUSKIFTI
MalMø
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Fyrstu skotini vóru latin av 20 oktober
í fjør, tá ein ung genta varð myrd.
Sjeik urin hjá henni var nýligani
leyslatin úr fongsli, og tí helt politiið,
at talan var um eina hevndaratsókn
ímóti honum. Men skotini hildu á
fram, og tilsamans hevur sami maður
skotið eftir fólki heilar 15 ferðir
seinasta árið.
Fleiri fólk hava fingið lívshættisligar
skaðar, men unga gentan er einasta
deyðsoffrið higartil.
Elsa Bech hevur búð í Malmø í fýra
ár. Hon býr í friðarliga býarpartinum
Oxie, 10 minuttir uttanfyri sentrum.
– Vit hava ikki haft nakra slíka
hend ing her nærhendis hjá okkum,
men hetta ávirkar meg og ger, at eg
eri meira varin nú, enn eg havi verið,
sigur Elsa.
Ein persónur varð skotin, meðan
hann stóð og bíðaði eftir bussinum.
Elsa hevur bil, og tað er hon glað fyri,
tí hon nokk ikki hevði torað at staðið
í einum bussskýli, nú hesin maðurin
ger um seg.
Útlendingar
Øll tey, ið skotið er eftir, eru av
útlendsk um uppruna. Tað hevur
gjørt, at nógv tosa um, at maðurin
er rasistur og er eftir útlendingunum
í Malmø. Umleið 30.000 innflytarar
búgva í Malmø og Rosengård
økinum, ein tann kendasti úr hesu
møki er fótbóltspælarin Zlatan
Ibrahimovich.
Nógv minnast aftur á sokallaða
»Lasermannin« John Ausonius,
ið skeyt innflytarar í svenska
høvuðsstaðnum, Stockholm, í 1990-
unum. Hann nýtti eina byrsu við
lasara, og beint áðrenn hann loysti
av, var ein reyður prikkur at síggja
á teimum, hann skeyt eftir. John
Ausonius varð fangaður og situr enn
fongslaður. Hann drap eitt fólk, og
tíggju vóru sær ta ferðina.
Tí kalla nógv mannin í Malmø fyri
»nýggja lasermannin«. Hann hevur
ong an lasara, men hann skýtur inn-
flyt arar og bara tey.
– Av tí at flestu hendingarnir eru,
tá tað er myrkt, royni eg ikki at fara út
tá, sigur Elsa. Hon vil heldur ikki, at
dótt urin skal verða einsamøll úti.
Rasistiskt land
Eftir valið í september, tá ein
rasistiskur
flokkur,
Svøríkis
Demokratarnir, kom í Ríkisdagin,
Í yvIr eitt ár er ein einsamallur maður sloppin at ræða ein
heilan bý. hann er ljóshærdur, umleið 30 ár, og enn gongur
hann leysur hóast at hundraTals politistar leITa eftir honum.
føroyska elsa bech er ein av nógvum føroyIngum, ið býr Í malmø,
og hon TorIr ikki at bíða eftir bussinum Í myrkrI longur
Ræðs
í MalMø
Elsa Bech býr í Malmö
og skotini ávirka hana í
hennara gerandisdagi
mynd: Jens Kristian Vang