fríggjadagur 5. november 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
Sosialurin
Leo Poulsen
Eftir at hava kunnað víst
á avlop í fleiri ár á rað kom
BankNordik við einum tapi
fyri triðja ársfjórðing.
– Vit hava havt eitt hall
nú í triðja ársfjórðingi, men
samlað í árinum hava vit
væntandi eitt avlop upp
á smáar 400 milliónir fyri
árið, so samanum tikið haldi
eg, at gongdin er góð, sigur
Janus Petersen, forstjóri í
BankNordik.
Forstjórin heldur, at hóast
hallið er nógv positivt at
heinta í farna ársfjórðingi.
– Vit hava havt munandi
betri nettoinntøkur í triðja
ársfjórðingi enn í undan
farna, so tað gongur tann
rætta vegin, sigur Janus Pet
er sen.
Stóru
avskrivingarnar
komu óvart á, og tey millum
ver andi, ið eru orsøk til
stóru avskrivingarnar á 150
milliónir krónur, stava frá
nøkrum fáum tilfeldum í
Før oyum.
– Vit hava niðurskrivað
í teimum deildum, vit hava
keypt, men tað er ikki meiri
enn vit roknaðu við, einar 20
milliónir krónur, sigur Janus
Petersen.
Annars sigur forstjórin,
at tað gongur eftir vild í
deildunum í Danmark og
Grønlandi.
– Tað eru tær deildirnar,
ið hava givið avlop, meðan
bankin í Føroyum hevur giv
ið hallið. Tað gongur sum
ætl að, og deildirnar leggja
til samlaða samtakið, sigur
Janus Petersen.
Hálva milliard frá Eik
Í fjør keypti táverandi Før oya
Banki íslendska trygg ingar
felagið Vørður, ið soleiðis er
ein partur av BankNordik
samtakinum. Og Janus Peter
sen er eisini væl nøgdur við
gongdina í Íslandi.
– Vørður er nakað størri
enn Trygd í Føroyum, og tey
bæði feløgini passa sera væl
inn í okkara virkisstrategi.
Tey hava eina stødd, sum vit
duga at arbeiða við, og vit
hava ongar ambitiónir um
at gerast størsta trygg ingar
felag í Íslandi, sigur Janus
Peter sen.
Vørður hevur í løtuni eini
15% av marknaðinum, og tað
er forstjórin í BankNordik
væl nøgdur við.
Nakað, sum ávirkar so at
siga alt samfelagið, er van
lukku liga støðan, sum Eik
Banki er komin í, og eisini
kappingarneytin hevur kent
ávirkanina av tí. BankNordik
hevur fingið hálva milliard í
nýggjum innlánum og meiri
enn 700 nýggjar kundar, men
kortini hevur bankin ongar
ætlanir um at blaka pengar
eftir fólki.
– Nei, tað ætla vit ikki. Vit
hava eitt sera gott gjaldføri,
kanska í so gott, tí tað er dýrt
at hava gott gjaldføri, tá tú
lænir pengar til tað. Og vit
hava nú so gott gjaldføri, at
vit hava hug at gjalda nakað
av lánunum niður, og harvið
spara nakað av pengum. So
tað er positivt fyri okkum,
sigur Janus Petersen.
Hinvegin skal eingin ivi
vera um, at bankin fegin lænir
pengar út til burðardyggar
verkætlanir.
– Í lágkonjukturi er ikki
stórur eftirspurningur eftir
lánum, so útlánini hava kanska
hug til at minka held ur enn at
vaksa. Vit hava áhuga í at økja
um útlánini, men kortini ikki
til at blaka pengar út, sigur
Janus Peter sen.
Niðurjustera úrslitið
Men hóast úrslitið samlað
higartil vísir eitt avlop á 365
milliónir krónur, og hóast ikki
verður roknað við nøkrum
óvanligum restina av árinum,
hevur
bankin
korrigerað
vænt aða ársúrslitið úr 470
til 510 milliónir niður í 360 til
400 milliónir krónur. Og nið
ara metta talið liggur undir
avlopinum fyri árið.
– Tað kemst av, at av skriv
ingarnar eru vorðnar 100
milliónir meira enn vænt að,
og har við justera vit met
ing arnar sam svar andi. Vit
vænta, at árs úr slit ið und an
virðis javn ing verð ur í undir
kant in um av 400 milliónum,
meðan við virðisjavning er
nógv sum bendir á, at úrslit
ið verður omanfyri 400 milli
ónir krónur, sigur Janus
Peter sen.
Samlaðu
útlánini
hjá
bank anum er nú 8,6 milliardir
krón ur, meðan innlánini økt
ust við 500 milliónum upp í
9,3 milliardir krónur.
Tjena í útlendsku
deildunum
Roknskapurin hjá BankNordik fyri triðja ársfjórðing vísti óvæntað eitt tap á 93 milliónir,
og tí er ársmetingin hjá bankanum eisini lækkað einar 100 milliónir krónur
Hóast óvæntað stóru avskrivingarnar heldur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, at tað gongur rætta vegin
Mynd: Jens Kristian Vang