Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 9 VIKUSKIFTI slan tosa nógv um, at Svøríki er vorið eitt meira rasistiskt land enn áður. Í Suðursvøríki, har størsti býurin er Malmø, fingu SvøríkisDemokratarnir flest atkvøður, og nógv av teimum sita nú og stýra í kommunum í sunnara parti av Svøríki. Alt hetta ger, at innflytarar í Svøríki kenna seg forfylgd. Í Malmø tora fólk ikki út og nú »nýggi lasermaðurin« eis ini skýtur inn í húsini, hava fleiri keypt sær myrkar persiennir. – Hesin maðurin forpestar okkara bý, segði ein journalistur á blaðnum Syd svenskan. Ein tann seinasta hendingin var fyri nøkrum vikum síðani, tá ein eldri maður var skallaður av hesum sama manni. Eftir ta hendingina vónaðu politistarnir, at tað bar til at finna DNA frá honum, men enn er tann kanningin ikki liðug. Nógv sjálvboðin eru eisini úti og royna at gera Malmø til ein eins trygg an bý, sum hann hevur verið, men poli tiið mælir frá, at fólk taka sakina í egnar hendur. Elsa Bech hevur bara rósandi orð at geva politinum í Malmø. – Eg haldi at politistarnir eru óvan liga sjónligir og vælmannaðir í Malmø. Er nakað, so eru teir á staðnum beina vegin, sigur hon. Politistar úr øllum Svøríki leita nú eftir manninum og vónandi verður veiði eydnan betri, enn hon hevur verið seinasta árið. Hundratals politistar leita eftir »nýggja lasermanninum« í Malmø mynd: PolFoTo Fakta Soleiðis sær maðurin út: ✘ Umleið 30 ára gamal ✘ Ljósa húð ✘ Vaggandi gongulag ✘ Einsamallur ✘ Væl kendur í umráðnum ✘ Planleggur alt væl ✘ Skýtur móti yvirkroppinum ✘ Skýtur bara í myrkri Politistarnir eru óvanliga sjónligir og vælmannaðir í Malmø Hetta er Hent SeinaSta mánaðin 10. oktober, Lønngatan 47-ára gamli Basi Hassan úr Somalia stendur í bussskylinum og bíðar eftir bussinum. Verður skotin niður aftanífrá. Hann yvirlivir, men er illa særdur. 19. oktober, eriksfæltsgatan 28-ára gamal myrkur maður bíðar eftir bussinum og verður skotin niður aftanifrá. Verður illa særdur. 21. oktober, Hermodalstorget 16-ára gamal drongur meldar, at onkur hevur skotið eftir honum, men ikki rakt. 21. oktober, Kroksbæck Tvær kvinnur melda, at onkur hevur skotið inn gjøgnum vindeygað í teirra íbúð. Tær fáa minni snuddir. 22. oktober, Cronquists gata 30-ára gamal meldar, at onkur hevur skotið eftir honum, og at ein maður rann av staðnum. 2. november, rosengård Fleiri persónar boða politinum frá, at skotið verdur í býar- partinum Rosen- gård í Malmö