Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tey næstu fimm árini verður Fróðskaparsetur Føroya við í eini stórari norðurlendskari granskingarverkætlan sum skal lýsa, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar í kom­ andi tíðum fara at hava á vist­ skipaninar í høvunum kring norðurlond. Hetta gjørdist greitt her­ fyri, tá NordForsk, sum er stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, kunn­ gjørdi, hvørjar tær tríggjar verkætlaninar eru, sum fáa pening til at gera kann­ ingar av, hvussu umhvørvið verður ávirkað av veðurlags­ broytingum, og hvussu livandi verur tillaga seg hesar broytingar. NordForsk hevur valt at brúka tilsamans 90 miljónir norskar krónur til hesar kanningar komandi fimm árini, og Fróðskaparsetur Føroya er sum nevnt vorðið partur av einari av hesum trimum útvaldu verkætlanunum. Týdning fyri toskin Endamálið við føroyska partinum av verkætlanini er at kanna, hvussu hita­ broytingar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna hjá toski undir Føroyum. Føroysku luttakararnir í verkætlanini verða Petur Steingrund, sum starvast á Havstovuni og Eyðfinn Magnussen, sum starvast á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Seinastu árini er sjógvurin á føroyska landgrunninum vorðin alsamt heitari. Í 1990­ árunum øktist miðalhitin 1,4 stig – úr 7,4 stigum í 1994 upp í 8,8 stig í 2004. Eftir hetta øktist hitin eitt sindur aftur, men í 2008 var miðalhitin komin niður aftur á 8,4 stig, sum kortini er eitt heilt hitastig meiri enn í 1994. Eyðfinn Magnussen vísir á, at hitin í sjónum hevur týdning fyri, hvar toskurin gýtir. – Teir ymisku toskastovn­ arnir í Norðuratlantshavi gýta vanliga í sjógvi, sum er millum 0 og 6 stig heitur. Fer hitin upp um 6 stig, hevur hetta eina keðiliga ávirkan á, hvussu gýtingin hildnast, og hvussu væl toskalarvurnar klára seg ta fyrstu tíðina. Hvussu hækkandi hitin ávirkar gýtingina hjá føroyska toskinum, vita vit ikki, men vónandi verða vit klókari, tá verkætlanin er liðug, leggur hann aftrat. Verkætlanin, sum Før­ oyar nú eru partur av, nevnist ”Study of Climate Change Effects on Marine Ecosystems and Resource Economics”. – Ætlanin er eisini at finna fram til nýggjar mátar, sum kunnu lýsa hitabroytingar í sjónum, og hvørjar fíggjar­ ligar avleiðingar hesar broyt­ ingar fara at hava. Ætlanin við verkætlanini er somuleiðis at byggja upp eitt gott og gevandi umhvørvi fyri ungar granskarar í norðurlondum, sigur Eyðfinn Magnussen. 32 miljónir krónur Verkætlanin, sum Fróðskap­ arsetur Føroya er partur av, er eitt samstarv millum 47 granskarar á tíggju norður­ lendskum universitetum og øðrum granskingarstovnum, sum hava sligið seg saman. Hesi universitetini hava soleiðis fingið heiðurin at vera kosin ”Nordic Centre of Excellence (NCoE)” tey komandi fimm árini. Hetta granskingarsam­ starv skal byrja í 2011 og fer at vara í fimm ár. Samanlagt eru játtaðar 32 miljónir norskar krónur til arbeiðið, harav tann føroyski parturin er 2,6 miljónir krónur. Eyðfinn Magnussen vísir á, at talan er um 16 PhD­ verkætlanir og 4 Postdoc, um­ framt ráðstevnur og ymiskt undirvísingarvirksemi, sum verður knýtt at ymisku verkætlanum. – Ein av hesum PhD­verk­ ætlanum verður í Føroyum, og hendan ber heitið “Changes of the spatial distribution of cod on the Faroe Plateau related to climate and other environmental conditions“. Verkætlanin byrjar væntandi miðskeiðis í 2012, leggur hann aftrat. Endamálið við føroyska partinum er at kanna, hvussu hitabroytingarnar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna hjá toski undir Føroyum. Flytir seg eystureftir Í 2010 vístu tveir lívfrøði­ lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á, at toskurin á føroyska landgrunninum Hitabroytingarnar ávirka útbreiðsluna av toski við Føroyar GRANSKING Hitin í sjónum hevur týdning fyri, hvar toskur gýtir. Ymisku toskastovnarnir í Norðuratlantshavi gýta vanliga í sjógvi, sum er millum 0 og 6 stig heitur. Fer hitin upp um 6 stig, hevur hetta eina keðiliga ávirkan á, hvussu gýtingin hildnast, og hvussu væl toskalarvurnar klára seg. - Hvussu økti hitin ávirkar gýtingina hjá føroyska toskinum, vita vit ikki, men vónandi verða vit klókari, tá verkætlanin er liðug, sigur Eyðfinn Magnussen, sum er annar føroyingurin í eini stórari norðurlendskari verkætlan ... granskingarsamstarvið skal byrja í 2011 og varar í fimm ár. Játtaðar 32 miljónir til arbeiðið, harav tann føroyski parturin er 2,6 miljónir... Í tíðarskeiðnum 1994-2008 tók Magnus Heinason tilsamans 4.076 yvirlitstrolstøðir á føroyska landgrunninum. Tað eru millum annað hesar kanningarnar, sum skulu nýtast í føroysku PhD-verkætlanini, sum hevur til endamáls at kanna, hvussu verðurlagsbroytingarnar ávirka toskin á landgrunninum Mynd: Rógvi K. Mouritsen