fríggjadagur 5. november 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 155 · 5. november 2010
10
VIKUSKIFTI
IKEA hevur givið nýggja bók út »Sy – elsk
tekstilier«. Bókin mælir til, at vit nýta meiri toy,
bæði har vit plaga at hava tað, og har vit ongantíð
hava hugsað um at nýtt toy áður.
Bókin er á tremur við góðum
hugskotum, og Vikuskifti hevur
lánt nøkur av teimum bestu.
Tað, ið er øðrvísi við hesi bók,
er, at hon mælir til at vit broyta
háttin, vit eru von við at fáast við
toy uppá. Tveit seymitráðin burtur
og nýt hønu ella sterkt klisturband
at hefta við. Saksurin kann eisini
fara sama veg - skræð toypettini
ístaðin.
Við hesum leggur »Sy - elsk
tekstilier« upp til, at tey, ið eru
bangin fyri at seyma, skulu tora
at fara í holt við toy, og at ting, vit áður ikki hava
ímyndað okkum sum toyklødd, verða tað.
Toyborð
Tær nýtist:
Sentimeturmál
Toy
Hønu
Træ, træ, træ. Hví kann eitt
borð ikki verða gjørt av toy
ístaðin? Jú sjálvandi kann tað
tað!
1. Finn út av, hvussu stórt
borið er
2. Klipp eitt toystykki og
heft tað í borðskivuna við
hønuni.
3. Klipp toyið í 5 cm breiðar
strimlar og rulla rundan um
borðbeinini.
4. Heft við hønuni
STrimlalampa
Tær nýtist:
Ein gamlan lampiskerm (ella nýggjan)
Restir av toyi
1. Vel nakrar toyrestir, ið gera teg glaðan
2. Skræð toyið í umleið 2 cm strimlar
3. Bind strimlarnar fastar í lampiskermin
4. Eitt, tvey – og tú er liðug
Tær nýtist:
Madrassir – ein madrass ger ongan glaðan –
men sjey gera nógv glað!
Toy
Sentimeturmál
Saks
Klisturband
1. Finn út av, hvussu stór madrassin er
2. Klipp eitt toystykki, ið er dupult so stórt sum
madrassin
3. »Pakka« madrassina inn, sum tú pakkar ein
pakka
4. Heft við sterkum klisturbandi
5. Legg madrassurnar oman á hvørja aðra, og
eina kann tú seta aftanfyri hinar til høvdalag.
madraSSuSong
TOY á
nýggjan
hátt
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
MyndIr og hUgsKot: »Sy – elsk tekstiler« frá IKEA