Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 Sosialurin árini 1994-2008 týðiliga flutti seg longur eystureftir um várarnar, sum er tann tíðin, tá toskurin gýtir. Hetta kom fram í bachelorritgerðum, sum Hannipoula Olsen og Helga Bára Mohr Vang, skrivaðu í 2010. Ætlanin er nú at kann nærri, hví so er. Eyðfinn Magnussen sigur, at hesar kanningar skulu byggja á mátingar, sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur savnað við yvirlitstrolingum hesi seinastu árini. – Árini 1994-2008 vórðu tiknar tilsamans 4.076 trol- støðir á landgrunninum, 1.478 um várið og 2.598 um heystið. Á hvørjari av hesum støðum eru upplýsingar um, hvussu nógv var fingið av toski, og hvussu gamal og stórur toskurin var. Eisini eru gjørdar kanningar av føðini hjá fiskinum á fleiri av støðunum. Hann sigur, at við støði í hesum kanningunum verður útbreiðslumynstrið hjá toskinum undir Føroyum kortlagt, eins og víst verður á, hvussu hetta er broytt gjøgnum árini. – Við at samanbera út- breiðslumynstrið við hita, salinnihald og æti í sjónum, verður vónandi lættari at skilja, hvørjir sonevndu umhvørvisparametrarnir eru, sum stýra útbreiðslu- mynstrinum hjá toski á føroyska landgrunninum, sigur Eyðfinn Magnussen. Tætt samstarv Í verkætlanini verður stórur dentur lagdur á samstarvið millum tey tíggju norðurlendsku universitetini. Hvør verkætlan verður knýtt at trimum universitetum, og føroyska verkætlanin verður soleiðis knýtt at einari íslendskari verkætlan hjá Háskúla Íslands. – Her er ætlanin at kanna, hvussu feitur og væl fyri føroyski toskurin er ymsa- staðni á landgrunninum og á Føroyabanka, og hvussu hesi viðurskifti eru broytt seinastu 30 árini. Eisini er ætlanin at kanna, hvussu sam- bandið er millum íslendskan og føroyskan tosk. Eyðfinn Magnussen sigur, at ætlanin eisini er, at tann føroyski PhD-stu- denturin skal verða á uni- versitetinum í Oslo í tveir mánaðir, har hann skal arbeiða við hagfrøðiligum modellum, sum lýsa ta rúmligu útbreiðsluna hjá toski, og hvussu hendan broytist við tíðini. Eisini skulu tveir studentar, ein frá Åbo Akademy University og ein frá universitetinum í Helsinki í Finlandi, verða á Fróðskaparsetri Føroya í tveir mánaðir. vilmund@sosialurin.fo Føroysku luttakararnir í stóru verkætlanini verða Petur Steingrund, sum starvast á Havstovuni og Eyðfinn Magnussen (mynd), sum starvast á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya ... ætlanin er at finna fram til nýggjar mátar, sum kunnu lýsa hitabroytingar í sjónum, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar hesar broytingar fara at hava... Kanningar, sum tær báðar lívfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya, Hannipoula Olsen og Helga Bára Mohr Vang, gjørdu í 2010, vístu, at árini 1994-2008 hevur toskurin á føroyska landgrunninum týðiliga flutt seg eystureftir í gýtingartíðini Mynd: Rógvi K. Mouritsen