Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 11 VIKUSKIFTI Hví býr tú á Sandi? Tað var ein undarligur spurningur. Tí mær dámar best at búgva á Sandi. Um tú ikki búði á Sandi, hvar hevði tú so búð? Í Barcelona og hugt eftir Barcelona hvørja ferð teir spæla heimadyst. Hvussu hevur felagsskapurin tað nú á døgum? Eg haldi, at hann kundi havt tað eitt sindur betri. Í hvussu er innan ítróttarheimin er felagsskapurin eitt sindur sperdur fíggjarliga, og tí kundi hann havt tað eitt sindur betri. Hvør er styrkin í einum felagsskapi? Styrkin er heilt greitt í mínum hugaheimi tað, at hann gevur luttakarunum nógv, sum kann brúkast í felagsskapinum, men ikki minst í øllum møguligum øðrum samanhangum. Tað liggur sjálvandi í tí spæli, tú luttekur í, um talan er um ein ítróttafelagsskap, men eisini í teirri hjáveiði tú fært og kanst brúka allastaðni. Hvør er veikleikin í einum felagsskapi? Eg ivist í, um hann hevur nakran veikleika. Tað kann kanska vera tað, at teir leiðarar og venjarar, sum eru í felagsskapinum, ikki duga nóg væl at leggja til rættis. At málini til dømis eru, at tú skalt vinna fyri einhvønn prís soleiðis, at tað verða nøkur ella kanska nógv, sum detta niður ímillum. Tað kann vera ein veikleiki í einum felagsskapi. Eru fólk framvegis til reiðar at lata til felagsskapin? Ja, tað haldi eg avgjørt at tey eru. Um vit hugsa um ikki aktiv fólk, so haldi eg, at fólk lata nógv til frítíðar felagsskapir. Tey íðkandi lata sjálvsagt nógv av sínari tíð, men har er tað eisini meiri og meiri blivin ein spurningur um pengar. Vilja fólk heldur taka enn lata til felagsskapin? Spurningurin er, um tað er rætt at generali­ sera. Men eg haldi man kann siga, at tað verður kravt meira fyri at lata. Í teirri reinu amatørismuni fekk man meira tað, man ynskti sær, meðan tað nú er krónur og oyri hjá nógvum, serliga í fótbóltsverðini. Hvat er tað býttasta tú hevur sagt sum fótbólts­ viðmerkjari? Jamen, havi eg sagt nakað býtt? Hvat er tað klókasta tú hevur sagt sum fótbóltsviðmerkjari? Eg haldi svarið er tað sama, eg ivist í, um eg havi sagt so nógv klókt. Eg havi sum motto sum ítróttaviðmerkjari, ikki at virka for klókur, tí um tað verður for nógv fakprát, so er tað ikki gott, og verður for lítið, er tað heldur ikki gott. So eg royni at sigla har ímillum sum fótbóltsviðmerkjari. Tú fer at renna stuðulsrenning suður gjøgnum landið, hví? Eg haldi, at orsøkirnar eru tvær. Fyri tað fyrsta at eg vil gjarna geva nakað aftur til tann frítíðarfelagsskapin, sum eg havi verið so stórur partur av, tí eg meti at eg havi fingið so ófatiliga nógv so at siga fyri einki. Eg havi fingið møguleika at luttaka, og tí vil eg geva nakað aftur. Fyri tað næsta vil eg fegin bera ein boðskap um, at tá man gevur til ein felagsskap, sum man sjálvur er partur av, fær man nokk so nógv aftur. Ein boðskap um eisini at lata og ikki bara krevja. Hvat roknar tú við at fáa burtur úr renningini? Persónliga er rørsla ein so stórur partur av mínum gerandisdegi, so eg bjóði mær sjálvum veruliga av við at renna ein rímiliga langan tein upp á ikki so langa tíð. Fótbóltsvenjing so sum eg havi upplivað hana í nógv Harrans ár, er nakað heilt annað, so tað verður ein verulig avbjóðing. Og so vóni eg eisini, at tiltakið gevur nakrar krónur, so eg kann geva eitt sindur aftur til frítíðarfelagið hjá mær. Eli HEntzE Eg royni ikki at ljóða for klókur lagt tIl rættIs: Leo Poulsen Um fáar vikUr fer Eli HEnTzE aV Sandi at renna av ViðarEiði til SUmba fyri at stUðla fElagSSkapinUm í hansara barndómSfElag. eli hentze er kendUr sUm fóTbólTSlEikari og fóTbólTSViðmErkjari, og hann heldUr seg onganTíð hava sagt nakað býtt sUm ViðmErkjari. hann avdúkar eisini, at Um hann ikki búði á Sandi, hevði hann búð í barcElona og hUgt eftir øllUm HEimadySTUnUm hjá felagnUm. mynd: ÁlvUr HArAldSEn