Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 12 Sosialurin Um onkur hevur ov lítið, so er tað ikki tí, at ov lítið er til, men tí at ójavnt er býtt. (Grieg) Tí tað er ikki einans spurningur um nøgd, men eisini spurningur um politiskar grundhugsjónir, hvat spyrst burtur úr. Sjálvt í Heimsins ríkasta landi liva milliónir undir hungursmarkinum, tí polit­ iski viljin vil tað soleiðis. Annars yrkti Grundtvig fyri áleið 170 árum síðani: Og da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt. Lat meg leggja aftrat, at 6. okt. 1992 fóru Føroyar á heysin við fullum blokki: • 7000 mátti flýggja • 25% blivu arbeiðsleys • og mong mistu hús og heim og vóru sett í sera stóra skuld. So tað má vera annað enn blokkurin, sum skapar ójavnan. Hvussu kunnu skattalættar verða viðtiknir, meðan minni blokkurin hevur virkað, samstudis sum hildið verður fast við, at teir ikki hava ávirkað fíggjarstøðuna? Løgið. Nei, Edmund. Fíggjarúrslitið, sum vit síggja, er júst soleiðis, sum samgongan hevur stýrt hana til at vera, alt annað eru undanførslur fyri at sleppa undan rokningini á valdegnum. Tí óansæð ríkidømi, so føra tykkara politisku hugsjónir og tykkara samgonguavrik til fíggjarliga trongstøðu fyri tey, ið av eini ella aðrari orsøk sita á samfelagsins niðastu rókum. Tí tað er ikki bara ein spurningur um pening, men eisini og serliga um vilja til at vera og gera nakað fyri tey, ið veruliga hava brúk fyri tí. Hann hava tit ikki. Og so er tann søgan ikki longur. Dagfinnur Danbjørg Ójavnt er býtt – Edmund Kjak Óluva Klettskarð At megna sín egna bú­ skap og at kjakast um egin viðurskifti úr okkara egna sjónarhorni og ikki úr tí danska er alt av tí illa sambært Edmundi Joensen. Og niðurstøðan er greið sum altíð: fullveldis­ ætlanirnar hava skyldina av øllum landsins fíggjar­ viðurskiftum. Og tí ber onki annað til enn at skera av vælferðini. Neyðin hjá Edmundi Joensen kemst helst av, at samgongan nú ikki dugir annað enn at leggja eftir teimum veikastu og taka frá útjaðaranum. Sambandsmaður av tí gamla slagnum Ein søga er um húsvíkingin, ið var sambandsmaður av tí gamla slagnum. Hann toldi onki óhógv, onki oyðslusemi ella nakra burturspillu, men vildi, at hvørt einasta minsta skuldi koma til nyttuna. Einaferð hann á gamalsaldri hoyrdi tað vera havt frammi í valstríði, at Andras Samuel­ sen hevði fingið Danmark at láta miklan pening til Føroya, helt hann fyri: “Nei, nei. Handan Andras velji eg ikki aftur; hann for­ kemur danska ríkinum!” Sanniliga er langt millum hasa hugsanina og tá Edmund Joensen og aðrir sambandsgarpar honum á kroppi lova veljarum meira blokk úr Danmark, frá ein­ um landi, ið er meira skuld­ arbundið pr. íbúgva enn vit føroyingar. Og sum harra og frú Danmark skulu gjalda. Kjak er fupp Fólkatingslimurin, umboð­ andi føroyingar, tolir ikki ein gang at hoyra kjak í egna tjóðarútvarpi okkara um eitt mál, ið sameindi føroysku tjóðina í fleiri ár í virkinum at virða seg sjálva og at gera nakað við politisku støðuna Føroya og Danmarkar ímillum. Hann kallar sakliga kjakið fyri fupp, bert tí ongin sam­ bandshugsjón var við borðið. Tað er vorðið sum tykkið og harafturat niðurgerandi av helminginum av Føroya fólki. Tí tað tykist ikki, sum hesin tignarmaður hevur nakra virðing fyri, at helm­ ingurin av Føroya fólki hevur valt sjálvberandi búskap, ja, enntá sjálvstøð­ ugar Føroyar. Í dag teljast sambandsumboðini nevni­ liga ikki tað stóra á tingi, tí Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava einans 14 umboð. Og man tað ikki vera tað, ið fær øði í sambandsmenn? Konservatisma er ómodernað At liva av øðrum er væl kent fyribrigdi í søguni. Men tíbetur ræður tað prin­ sippið ikki í altjóða sam­ felagnum longur, hvørki í ST­samanhangi ella í ES, ið Edmundi Joensen dámar so væl at tala fyri. At danir skulu rinda fyri gildi í Føroyum, tað munnu teir sjálvir fara at vaksa frá. Tí Fólkatingið og danin á gøtuni fara ikki í allar ævir at ynskja ríkisfelagsskapin, hóast ongin statsministari vil leggja navn til at minka ríkið júst nú. Og tað fer at vera óvanliga góðtrúgvið at halda nakað annað, enn at danin fer at troyttast av hesum grenjutu føroy­ ingunum, ið kosta teimum pening, ið verður latin fólki við hægri livistøði enn teirra egna. Og hetta veit veljarin, um Edmund Joensen og eldru garparnir í flokki B ikki vilja vita tað. Men konservatisma spyr jú ikki, hvat fólkið vil, tí hon ynskir ongar broytingar. Hvør hevur skyldina? At vit hava framt mistøk og kunnu spyrja okkum sjálv, um vit ikki eiga stóran part av undirskotinum við skeivum politikki, har eru vit púra samd, Edmund Joensen og eg. Og at “Vælferðin fæst bert við góðum inntøkum. Klingandi mønt. Ikki full­ veldisretorikki ella politisk­ um møsni í almennari mikro­ fon” –tað kann eisini vera partur av sannleikanum. Men vit byggja so onki land við donskum subsidium, ið vera sprænd inn í búskap okkara – tað eru flestu búskaparfrøðingar samdir um. Tað er og verður stokku­ tur hiti eins og hjá kelling­ ini á sinni, sum meig í sokkarnar. Og at niðurgera alment kjak, bert tí ein ikki er samdur, tað er álvarsligt inntriv í talufrælsi, sum eg ikki vóni, at sambandsfólk eru farin at praktisera. Vælferð og fullveldi –bæði! Ábyrgd av egnum landi og egnum gerðum liggur hjá okkum sjálvum og onga aðrar staðir. Og vit skulu ikki velja í millum fullveldi ella vælferð, sum er einasti útvegur hjá Edmundi Joensen. Nei, vit skulu hava ráð til bæði! Og vegurin fram á mál er framleiðsla, burðardygg veiða og útbúgving. Og so harafturat ábyrgd av førdum politikki. Ikki sparing og nartlan, har ongin hevur nakað og samhaldsfestið viknar samfelagið og virkisfýsni. Við tjóðveldiskvøðu Stokkutur hiti... Um vikuskiftið kom enn eina­ferð grein frá løgtings- og fólka­tingsma­nni Sa­mba­nd­sins. Greinin la­nga­r út eftir “fullveld­ismonnum” og stremba­nunum her á la­nd­i a­t skipa­ egin viðurskifti STADIGVEKK: Stadigvekk eitur framvegis framvegis á føroyskum. Tú kanst eisini siga enn, alsamt, við sama lag. Stadigvekk kanst tú ikki siga á føroyskum, tí hatta orðið er danskt, og í Føroyum tosa vit føroyskt, ikki danskt, ella ­­­­­!? At so nógv fólk framvegis fáa seg til at bera slík útlendsk orð um varrarnar, tá tey tosa føroyskt, er bæði harmiligt og ófatiligt. Hatta orðið hoyrir tú hvønn einasta dag. Nú er tað enntá so galið á Føroya landi, at vit hava fingið umboð fyri máldálkingina, sum alment mælir til, at vit brúka slík ótespilig orð í føroyskum. Skelkandi! O, móðurmál, hvar enda vit? Ja, íslendingar siga eisini “framvegis”, men minnist nú til raðfylgjuna: Úr Føroyum fór orðið til Íslands. E.S.: Sjónvarpið tosaði um “borðtennisskeiðir”. Forvitnisligt! Man talan vera um te­ ella súpiskeiðir? á Borg á Argjum alla sálnadag 2010 Við reinari málkvøðu Eyðun á Borg Stadigvekk er fram­ vegis málslig neyðtøka – eisini forhobentliga­, uppmerksomheit, simpilthenn o.s.fr.