Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 12 VIKUSKIFTI Fyrr í tíðini sótu stjórar í sínum sessum í 30-40 ár, tí teir vórðu hildnir at vera álitismenn, ið ikki kundu nertast. í dag sita stjórarnir nógv leysari í sessinum. síðan á sumri í 2009 eru 10 stjórar farnir úr starvi, antin tí teir vórðu koyrdir til hús, samdust við arbeiðsgevaran um at Fara ella fóru av persónligum ávum. stjórarnir í dag eru ofta undir hørðum almennum trýsti, og ministeriella stýrisskipanin hevur við sær, at landsstýrisFólk ofta bjarga sær sjávum við at senda stjórar til hús Høvdini rulla í glóðheitum stjórasessum Stjóralív uni arge ua@sosialurin.fo Kom tær upp á tindin hjá tí almenna ella í einum banka, og tú verður stjóri restina av lívinum. Soleiðis var tað fyrr. Eitt dømi um ein tílíkan stjóra var Mikkjal Helmsdal, ið var stjóri hjá Lands verk frøðinginum í 40 ár frá 1948 til 1988. Ein annar var Niels Juel Arge, ið var útvarpsstjóri í 30 ár frá 1960 til 1990. Ein triði var Hjalgrím Winther, sum var stjóri á SEV í 30 ár frá 1953 til 1983. Thomas Thomassen var stjóri á Tryggingini í 25 ár frá 1948 til 1973, og Birgir Danielsen røkti stjórastarvið á Føroya Fiskasølu í 22 ár frá 1969 til 1991. Hesir stjórarnir og aðrir, ið sótu leingi í sínum sessum, vóru mangan í andgletti, tí teir stóðu á odda fyri stovnum og fyritøkum, ið høvdu stóran týdning fyri mong fólk. Men at koyra teir úr starvi var óhugsandi, tí hugsanin manna millum var, at hevði álitismaður fingið stjórasess at røkja, sat hann í honum, til hann fór frá við eftirløn. Um hendan skipanin var góð ella ring, munnu ymsar meiningar vera um, men teir dagarnir eru nú farnir, at stjórar kunnu kenna seg púra tryggar í sínum sessum, tí seinasta hálvtannað árið eru ikki færri enn 10 almennir og privatir stjórar farnir til hús. Ósemjur og kreppur Á sumri í fjør frættist í fjølmiðlunum um ósemju, ið hevði tikið seg upp á TAKS, har forstjórin og fyrisitingarstjórin vóru vorðin so ósamd, at tey kundu ikki arbeiða saman. Fyrisitingarstjórin kærdi forstjóran til Fíggjarmálaráðið, men knút urin var eftir øllum at døma so trupul at loysa, at Fíggjarmálaráðið bað bæði stjóran, Arnhold Hjelm Nielsen, og fyri sitingarstjóran fara til hús. Í bankaverðini eru eisini fleiri stjórar farnir frá. Marner Jacobsen og Bjarni Olsen máttu leggja kongin í Eik Banka, tá Finansiel Stabilitet yvirtók virksemið har, og Eyðfinn Reyðberg fór eisini frá sum stjóri í Norðoya Sparikassa. Hvør orsøk in var til tess, kom ikki heilt greitt fram, og alment varð boðað frá, at nevnd og stjóri vóru samd um at enda sam starvið. Ið hvussu er var sessurin vorðin heitur, og stjórin fór. Atlantic Petroleum kom í harðan fíggjarligan andróður í fjør. Kursurin skramblaði í botn, og støðan gjørdist so trupul, at felagið í nakrar mánaðir einans tóktist ana orsakað av náði frá