fríggjadagur 5. november 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 155 · 5. november 2010
13
VIKUSKIFTI
bank unum. Turbulenta støðan hevði
fyri knøppum ári síðan við sær, at stjór
in í 11 ár, Wilhelm Petersen, mátti siga
stjóra sessin frá sær.
Á Smyril Line boðaði nevndar for
maðurin, Klaus Kjærulff, brádliga frá í
summar, at samstarvið við Peter Holm
sum stjóra var endað. End aða sam
starvið minti meira um eina uppsøgn
enn um eina sjálvvalda avgerð at fara,
og hóast fjølmiðlarnir royndu at bora
í mál inum, komu teir ikki framá annað
enn, at ósemja hevði verið millum stjór
an og summar nevndarlimir.
Órógv og gølur
Á Posta hevur seinastu árini verið ein
øgiligur goragangur, tí nógv fólk eru
upp søgd, og umleggingarnar hava ver
ið umfatandi. Miðdepil í rokinum var
Sofus Clementsen, ið tók við sum stjóri
har í 2006. Umfatandi ónøgd við hans
ara leiðslustíl tóktist ikki rína við stjór
an, men brádliga herfyri boðaði hann
so frá, at hann legði frá sær. Hann hevði
brúk fyri einum time-out, tí tíðin á
Posta hevði verið slítandi, segði hann.
Á Landssjúkrahúsinum valdaði
frið ur og í fólki góður tokki, eftir at
Allan Skaalum gjørdist stjóri har,
kanska tí diplomati var hansara størsta
dygd. Men so kom undan kavi, at
útreiðslurnar til heilivág vóru vaksnar
óvan liga nógv. Hóast stjórin tíðliga
gjørdi landsstýrismannin varugan við,
at eyka útreiðslur vóru á veg, og at
hetta stóðst av serligum umstøðum, var
lands stýrismaðurin við heilsumálum,
Aksel Johannesen, eirindaleysur og
sendi stjóran til hús.
Framhaldssøgan um byggigøluna í
Hovi kostaði at enda eisini eitt stjóralív.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki,
ið hevði evstu eftirlitsskyldu við bygg
ingini, kom í so harðan andróður av
skúladeplinum, m.a. tí stovnurin hevði
latið landsstýriskvinnuni við skúla mál
um, Helenu Dam á Neystubø, skeivar
upplýsingar um byggikostnaðin, at
Annika Olsen, landsstýriskvinna við
inn lendismálum, ongan annan møgu
leika sá enn at siga honum úr starvi.
Og júst sum hesi tíðindini vóru
farin afturum, boðaði Gunnar í Liða,
stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar,
frá, at hann leggur frá sær 1. januar
2011. Hann valdi kærleikan fram um
ar beiðslívið, segði hann um orsøkina
við Portalin.
Mistøkini kosta
Spurningurin er so, um tað er vorðið
nær um óliviligt at vera stjóri, um stjór
arnir eru verri nú enn fyrr, ella um tað
kanska er vorðið móti, eitt nú hjá politik
arum, at finna syndabukkar í málum,
ið kunnu raka teir sjálvar. Verður hugt
at málunum um teir 10 stjórarnar, ið
eru farnir úr starvi síðan 2009, hómast
nøk ur viðurskifti, ið eru øðrvísi í dag,
enn tey vóru fyrr, tá stjórarnir sótu
megin partin av lívinum.
Fráfarnu stjórarnir í Eik Banka vórðu
uttan iva bidnir um at fara, tí bankin
at enda gjørdist insolventur. Hevur tú
staðið teg væl, verður tú ikki biðin um
at fara, men gerst endin, at fyritøkan er
um at lata lívið, og uppruddarar standa
í gong ini og skulu fáa fyritøkuna á føtur
aftur, má gamla leiðslan fara. Tað fór
hon so í Eik Banka. Kanska vóru reyð
tøl á botnlinjuni í Norðoya Sparikassa
og Atlantic Petroleum eisini orsøkin
til, at aðrir stjórar sluppu at royna seg
har.
Orsøkin til stjóraskiftið á TAKS stóðst
av, at ovasti myndugleikin, Fíggjar
málaráðið, ikki sá seg ført fyri at loysa
eina innanhýsis ósemju og tí gjørdi av
at biðja topparnar fara heim. Kanska
varð hetta gjørt, áðrenn málið menti
seg til at gerast ein stórur trupulleiki
fyri fíggjar málaráðharran sjálvan. Í
øll um førum vóru arbeiðsviðurskiftini
vorðin so ónøkt andi, at okkurt mátti
gerast.
At Allan Skaalum og Oyvindur
Brimnes vórðu uppsagdir, var beinleiðis
úrs lit av ministeriellu stýrisskipanini frá
1994, har landsstýrismenn sita við evstu
ábyrgdini av tí, sum hendir á stovnum
undir teimum. Aksel Johannesen helt, at
meirútreiðslur til heilivág vóru nóg góð
grund til at senda Allan Skaalum heim,
hóast stjórin vísti á serligar umstøður
sum orsøk til meirútreiðslurnar. Mest
sannlíkt gjørdi landsstýrismaðurin
hetta, tí hann óttaðist fyri at enda í
somu støðu sum undanmaðurin í lands
stýris sessinum, Hans Pauli Strøm, ið
noyddist frá orsakað av meirnýtslu.
Annika Olsen, landsstýriskvinna,
hevði ítøkiligar grundir at geva Oyvindi
Brimnes boð um at fara. Landsverk
var beinleiðis orsøk til, at Helena
Dam á Neystabø gav løgtinginum
skeivar upplýsingar, pengar vórðu út
goldnar av skeivari konto í sambandi
við skúlan í Hovi, og skúladepilin
sum heild var og er ein endaleys
gøla. Tað fekk so avleiðingar. Hetta
hevði tó verið rættiliga óhugsandi
í 50'unum, 60'unum og 70'unum, tá
Lands verkfrøðingurin nærum var eins
makt fullur og landsstýrismenninir í
kollegialu stýrisskipanini.
Ov stórar broytingar
Fallið hjá stjóranum á Posta var rætt
iliga áhugavert, verður havt í huga,
hvussu stórur hansara broytingarhugur
var. Summir ráðgevarar í leiðslu siga, at
um tú miseydnast sum stjóri teir fyrstu
100 dag arnar, er stórur vandi fyri, at tú
mis eydnast heilt. Nýggir stjórar vilja
ofta fremja broytingar skjótt, men verð
ur farið ov skjótt og ov harðliga fram,
kann bakslátturin gerast so stórur, at tú
bæði leggur teg út við starvsfólk, fak
feløg og fjølmiðlar.
Hetta tóktist at gerast trupulleikin
hjá Sofusi Clementsen á Posta. Broyt
ingarnar vóru nógvar, nógv fleiri, enn
gomlu stjórarnir, ið sótu 3040 ár í
sínum sessum, høvdu framt upp á so
stutta tíð. Kanska vóru broytingarnar á
Posta neyðugar, tí stovnurin var ótíðar
hóskandi. Kanska vóru allar broyt ing
ar nar ikki neyðugar og framferðin ov
harðlig. Ið hvussu gjørdist bakslátturin
so stórur, at stjórin at enda maktaðist
og legði frá sær.
Fyrimunurin við, at nógvir stjórar
eru farnir úr starvi í seinastuni, kann so
vera, at fleiri mans við stjóraroyndum
eru tøkir at seta í onnur leiðandi størv.
Van ligt hevur ið hvussu er verið millum
ráðharrar í øðrum londum, at fyri tí, um
teir mugu siga ein ráðharrasess frá sær,
merkir tað ikki, at teir ikki seinni kunnu
fáa onkran annan ráðharrasess. Har ein
starvsleiðin endar, byrjar sum kunnugt
mangan ein onnur, og soleiðis má tað
kanska at vera, nú stjórastarvið langt
frá altíð gerst eitt lívsstarv.
Frá vinstru: Wilhelm Petersen, Gunnar í Liða, Marner Jacobsen, Bjarni Olsen, Sofus Clementsen,
Eyðfinn Reyðberg, Allan Skaalum, Oyvindur Brimnes, Peter Holm og Arnhold Hjelm Nielsen
At Allan Skaalum og Oyvindur Brimnes vórðu
uppsagdir, var beinleiðis úrs lit av ministeriellu
stýrisskipanini frá 1994, har landsstýrismenn sita við
evstu ábyrgdini av tí, sum hendir á stovnum
undir teimum
Á Posta hevur seinastu árini verið ein øgiligur
goragangur, tí nógv fólk eru upp søgd, og
umleggingarnar hava ver ið umfatandi. Miðdepil í
rokinum var Sofus Clementsen. Herfyri boðaði hann
so frá, at hann legði frá sær
Fakta
Farnir úr starvi
Síðan á sumri 2009 eru hesir
stjórar farnir úr sínum sessum
ella hava boðað frá, at teir fara:
1 Wilhelm Petersen Atlantic Petroleum
2 Gunnar í Liða Tryggingarfelagið Føroyar
3 Marner Jacobsen Eik Banki
4 Bjarni Olsen Eik Banki
5 Sofus Clementsen Posta
6 Eyðfinn Reyðberg Norðoya Sparikassi
7 Allan Skaalum Landssjúkrahúsið
8 Oyvindur Brimnes Landsverk
9 Peter Holm Smyril Line
10 Arnhold Hjelm Nielsen TAKS