Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 14 Sosialurin Leo Poulsen Eftir tveir tungar ársfjórð­ ing ar kundi Atlantsflog í gjár leggja ein roknskap fyri triðja ársfjórðing fram, sum vísir eitt avlop á 15,4 milliónir í mun til ein rakstur fyrra hálvár við einum halli á sjey milliónir krónur. Og at tað hevur eydnast at vent gongdini og fáa svørt tøl á botnlinjuna, eru tvinnar orsøkir til. – Fyri tað fyrsta hava vit tillagað raksturin munandi í farna ári, og tað hevur so eisini merkt, at útreiðslurnar eru falnar munandi, og so hava vit eisini havt mun andi meiri at gjørt í triðja árs­ fjórðingi í ár í mun til bæði í fjør og higartil í ár, sigur Magni Arge. Tað hevur millum ann að verið nógv at gjørt í frálanda­ vinnuni. – Tyrlan hevur havt nógv at gjørt við at flúgva út til boripallar, og hartil hava vit eisini havt nógv at gjørt á chartersíðuni, og flogið rætti­ liga fitt uttan fyri Føroyar, sigur Magni Arge. Vanliga rutan hevur eisini gingið betri enn í fjør, men tollfría sølan minkar. – Tað merkist væl, at tað nú bert er loyvi at keypa helvtina so nógvar sigarettir sum fyrr, og tað næsta, sum vit nú hava fingið fráboðan um, er at Rúsan skal hava eitt munandi størri ómaksgjald fyri rúsdrekka í tollfríu búð­ ini. So fortreytirnar fyri at reka tollfría búð í Vágunum eru ógvuliga nógv broyttar, síðani vit fóru inn í tað sam­ starvið, sigur Magni Arge. Ikki bíligari Ein av stóru orsøkunum fyri reyðu tølunum á botnlinjuni hjá Atlantsflog, var nógva øskan úr Eyjafjallajøkli, sum darvaði ikki bara At lants­ flog, men mest sum flog­ ferðsluni um alt Europa. Og øskuskýggini raktu At lants­ flog meint. – Vit hava mett, at øskan hevur rakt okkum beinleiðis við einum tapi upp á góðar fimm milliónir, men tá síggja vit ikki hvussu nógv fólk ongantíð fóru á flog, men settust aftur. Men eitt stað millum fimm og seks milli ónir mugu vit rokna við, sigur Magni Arge. Men hóast positiva úr slit­ ið í triðja ársfjórðingi, skulu hvørki lesandi ella onn ur rokna við bíligari ferða­ seðlum til jóla. – Nú ávirkar raksturin í hvørjum ársfjórðingi sær ikki ferðaseðlaprísin, og tað, sum vit eru í gongd við, er at venda einari negativari gongd í fjør til eina positiva gongd í ár. Fyrra hálvár var jú serliga tungt við avleiðingunum av Eyjafjallajøkli, so í fyrsta umfari gleðast vit um at hava fingið javnvág í raksturin og fingið avlop, sigur Magni Arge. Hvussu verður við ferða­ seðlaprísinum frameftir veldst alt um gongdina hjá Atlantsflog. – Men eitt kann eg siga við fullari vissu: Um øll tey, sum hava hækkað gjøld, ið eru áløgd okkum at krevja inn frá ferðafólki, høvdu minkað um teirra krøv, so hevði tað eisini minkað um ferðaseðlaprísin, sigur Magni Arge. Góðar vónir Tað, at Atlantsflog hevur megnað at venda gongdini, gevur eisini stjóranum góðar vónir um eitt rímiligt úrslit við ársenda. ­ Sum vit siga í fráboðanini, so hava vit rímiligar vónir um at koma við einum góðum úrsliti, tá árið er liðugt, og tað byggja vit á, at raksturin fer at laga seg betri enn hann gjørdi í fjóðra ársfjórðingi í fjør, sigur Magni Arge. Hann vísir tó á, at fjórði ársfjórðingurin altíð er tungur. ­ November og desember eru millum lakastu mán að­ irnar í flúgving yvirhøvur, og serliga desember mánaði. Í desember er nógv boð eftir okkum at flyta fólk heim, meðan tað eru ógvuliga fá, sum hava hug at fara av landinum, og tí er ógvuliga trupult at fáa samanhang í raksturin í desember mánað. Men alt í alt hava vit góðar vónir um at fáa eitt positivt úrslit, tá árið er liðugt, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Fortreytirnar fyri at reka eina tollfría búð í Vágum eru nógv broyttar, síðani Atlantsflog fór inn í tað samstarvið, ikki minst við avmarkingum í sølu av tollfríum sigarettum Atlants­ flog 15,4 milliónir í avlopi Atlantsflog legði í gjár roknskapin fyri triðja ársfjórðing fram, og tað er hugaligur lestur hjá nevnd og leiðslu. Eftir eitt trupult hálvár við til samans sjey milliónum í halli er gongdin vend Leo Poulsen Petur Jacob Sigvardsen hev­ ur verið ógvuliga aktivur sum yrkjari seinastu árini, har hann hevur yrkt stórt­ hundr að sálmar. Flestu sangirnir, sum týdd ir eru, hava streingjakór og einstaklingar heitt á Petur Jacob Sigvardsen at týða til ávís høvi, og næstan allir eru týddir í tíðarskeiðinum 1970­ 1990. Allir sálmarnir kunnu syngjast til væl kend sálma­ løg, men Knút Olsen hevur gjørt nýggj løg til umleið 50 teirra, og ætlanin er, at allir sálmarnir skulu fáa sítt egna lag. Í bókini eru eisini 42 stutt­ lestrar, sum høvundurin í eitt tíðarskeið hevði í egnum teigi í Sosialinum. Bókin, »Mær er sagt um ein stað«, verður løgd fram í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 15, har høv­ und urin fer at siga nøkur orð um bókina, bispur fer at halda røðu og Knút Olsen greið ir frá um løgini. Undir framløguni fara Joanna Johansen og Berghild Poulsen eisini at syngja nakrar av sálmunum við nýggju løgunum. Sanghefti verður eisini gjørt við sálm­ unum, ið sungnir verða. Høvi verður hjá fólki at keypa bókina og aðrar bøk ur hjá høvundanum fyri laga­ ligan prís og fáa tær signer­ aðar. 278 sálmar og sangir í bók Petur Jacob Sigvardsen gevur 149 uppruna- og 129 týddar sálmar og sangir út í bókini »Mær er sagt um ein stað«. Bókin verður løgd alment fram í Norðurlandahúsinum í morgin Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað fleiri aðrar bøkur umframt hesa við sálmum og stuttlestrum Mynd: Álvur Haraldsen