Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 14 VIKUSKIFTI tIl arbeIðIs Tjóðpallur Føroya hevur higartil havt níggju sýningar av leikinum Kirkjuberjagarðurin. Áskoðararnir hava verið so nógvir, at útselt hevur verið til hvørja sýning, og seinasta sunnudag noyddust eini 30 fólk avstað aftur. Ein av leikarunum er Hans Tórgarð. Hann veit ikki enn, hvussu leingi leik urin fer at verða framførdur, men royndirnar onnur ár eru, at tá ið jólamánaðurin nærkast, hava fólk ann­ að at gera enn at fara til sjónleik. Næsti leikur á Tjóðpallinum verð­ ur “Bíða eftir Godot”, sum Eyðun Johannessen kemur heim at seta upp. ­ Eg eri so heppin at skula verða við í tí leikinum, so eg havi tryggjað arbeiði eina tíð fram, sigur Hans Tórgarð. Hann skal eisini vera við í undirhaldunum til jólaborðhaldini á Hotel Føroyum. Hjá Hans Tórgarð og hinum yrkis sjón­ leikaru num er eingin dagur líka. Ofta er tað ein kampur at hava nóg nógv at liva fyri. ­ Vit eru fegin, um vit sleppa at ar­ beiða á Tjóðpallinum seks mánaðir um árið, sigur Hans Tórgarð. Tjóð pall ur in man vera einasti almenni stovn ur, sum bara hevur eitt fólk i føstum starvi, og tað er stjórin. Leikar­ ara rnir eru allir verkætlanarsettir. Nógv óvissa Tá ið Hans Tórgarð ikki er í arbeiði á Tjóð pallinum, ger hann undirhald og lýsing ar, og hann leggur rødd til í út­ varpi og sjónvarpi, um hann sleppur fram at. Men tað er í minking. ­ Vit sjónleikarar hava lagt rødd til fleiri teknifilmir í sjónvarpinum, men tað er ikki so nógv nú. Men ljóðbøkurnar eru vaksandi, sigur Hans Tórgarð. Í 1990­árunum var hann fast knýttur at sjónleikarbólkinum Grímu og fann tá út av, at sjónleikari vildi hann vera. Í 1995 til 1999 gekk hann á sjónleikarskúla í Finnlandi og tók prógv har. Tá ið tey venja ein leik, er arbeiðstíðin føst frá kl. 10 til 16, og so lesa tey uppá um kvøldið. Sjálvt um arbeiðstíðin hvønn dag tá er tann sama, merkir tað ikki, at hvør dagur er eins. ­ Tað er ein góð tíð, tí vit kunnu loyva okk um at vera so kreativ, sum vit vilja. Tá ið leikurin er settur upp, mugu vit halda okkum innan fyri karmarnar, men kanska fara eitt sindur út um við hvørt. Hans Tórgarð heldur tað vera eitt njótilsi at sleppa at brúka útbúgvingina, og við henni í viðførinum mennir hann seg alla tíðina. Hann er fegin um, at hann ongantíð hev ur verið noyddur at fingið sær okkurt ann að arbeiði fyri at kunna svara øllum sítt. Eitt einstáttað arbeiði frá kl. 8 til 16, tað hevði ikki verið hann. Gott umhvørvi Hans Tórgarð tekur tað jaliga fram um tað neiliga við arbeiðinum. Tað keðiliga er tað fíggjarliga og ótryggleikin. ­ Vit vita ongantíð, um vit hava arbeiði næsta ár, um Tjóðpallurin verður skorin á fíggjar lógini ella avtikin. Tí er tað gott, at arbeiðs um hvørvið á Tjóðpallinum er blivið so gott. Einki hevði borið til, um vit ikki trivust saman við hvør øðrum, sigur Hans Tórgarð. lagt tIl rættIs: Randi Jacobsen Vit sleppa altíð at vera kreativ VeNjiNGartíðiN er ein góð tíð hjá sjónleikaranum HaNs tórGarð, tí tá kann hann loyva sær at vera so kreatiVur, sum hann vil. undir framførsluNum noyðist hann at halda seg innan fyri karmarNar, men kanska fara eitt sindur út um við hvørt Fakta Navn: Hans Tórgarð Starv: Sjónleikari Besta við starvinum: Kreaktivitetur Ringasta við starvinum: Ótryggleiki Starvstíð: 10 ár Staður: Tjóðpallur Føroya Stjóri: Jenny Petersen Hans Tórgarð (tv) hevur ofta verið at sæð á Tjóðpallinum seinastu tíggju árini, her í leikinum Café Grugg myNd: JENS KriSTiaN VaNG