Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. november · Nr. 156 26 Sosialurin Levi Mørk býráðslimur hjá Tórshvanr kommunu Kjak Heini Gaard skrivar soleiðis í Dimmalætting 07.10.2010, PUNKTUM. Endurgeving byrjar: ”Levi Mørk bleiv valdur inn í Tórshavnar býráð upp á eitt lyfti um ókeypis tráðleyst internet til øll í miðbýnum í Havn. Men tað er ikki eydnast honum at innfría lyfti, og óvist er, um tað nakrantíð fer at bera til, ella um lyftið hansara kann arkiverast saman við óteljandi øðrum brotnum lyftum til borgarar.” Endurgeving endar Eg vil bara upplýsa Heina Gaard og Dimmalætting, at Býarbókasavnið hjá Tórs­ havnar kommunu hevur fingið tráðleyst internet í august í ár, og tað er ein góð tænasta fyri borgaran. Áðrenn høvdu tey vanligt internet til borgararnar, hetta síðani ár 2000. Eg veit so mikið væl, at Tórshavnar kommunu arbeiðir víðari við hotspots ætlanini hjá mær, og tað eru fleiri atlit sum skulu takast. T.e hvat sigur Innlendismálaráðið? Hvat sigur kommunulógin? Hevur kommunan loyvi til at veita tráðleyst internet? Hevur kommunan loyvi til at loyva ávísum økjum av býnum internetsamband og onnur økir hjá kommununi ikki fáa ókeypis internetsamband? Hvussu við trygdini? Hvussu skal alt hetta skipast? Hvør skal vera veitari? Hvør skal gjalda hvat? osv. Men eg havi so fingið gongd á málið, og um tað einferð verður ókeypis ella ikki, vil tíðin vísa, men vit fáa fleiri hot­ spots økir, tað er sikkurt. Tað er fyri mítt viðkomandi eisini eitt stórt framstig fyri okkara kommunu. Okkara kommuna má og skal fylgja við innan KT øki og onnur økir við. Annars vera vit bara eftirbátar og ikki kappingarførir við aðrar høvuðstaðarkommunur rundan um okkum. Annars eru tráðleys net nógvastaðni í býnum, og eisini skúlar og aðrir stovnar hjá kommununi hava longu 3G hotspot, men bert til starvsfólk við kodu. Tað er einki galið við tí. Men bert ein tøknilig framgongd. Alt hetta við tráðleysum og ókeypis ella ikki ókeypis internet, eru spurningar, sum umsitingin og KT­deildin hjá Tórshavnar kommunu arbeiða við. Tey gera eitt framúr gott arbeiði. Tey eru fakfólkini, og eg eri amatørurin, sum vil hava nøkur politisk ynskir uppfylt, so einkult er tað. Um tað eydnast, ja, so er tað ok, um ikki eydnast, ja, so er at finna uppá okkurt annað spennandi. Soleiðis er politikkur. Tað ber jú til hjá tykkum at søkja sær vitan frá ymiskum instansum, um tit ivast og mangla kunnleika á økinum t.e hvat ber til kommunalt og hvat ikki ber til viðvíkjandi ókeypis interneti og ikki ókeypis interneti. Tað er upp til tykkum so einkult er tað? Eg kann eisini upplýsa tykkum á Dimmu, at tað er framt eitt stórt ungdómsarbeiði hesi 2 árini, ið núverandi býráðs­ samgonga hjá Tórshavnar kommunu hevur sitið. Eisini inna skúlaøkið er nógv spennandi hent eitt nú nýggjur barnaskúli/frítíðar­ skúli í Santa Frans etc., sum ein samd býráðsamgonga stendur aftan fyri. Eitt nú er opnað ungdómshús í Nólsoy, ungdómshús í Hoyvík, og fleri ætlanir eru fyri 2 tey næstu árini innan hetta økið. Hetta eru eisini var partur av mínum vallyftum og vallyftum hjá mínum góðu samgongulimum hjá Tórshavnar Býráð. Umframt eitt hav av øðrum tingum, sum vit hava framt í núverandi býráðssamgongu. Tað eru ikki bara bleyt virðir, sum eru framd í verki, nei, nógv onnur spennadi ting vera framd til gavn fyri borgaran. Eg eri fastur limur í 4 býráðsnevndum, næstfor­ maður í teknisku nevnd, limur í havnanevndini, limur í byggi og býarskiparnarnevndini og limur í sosialu nevnd. Eg skal upplýsa tykkum, at tað eru nógv politisk vallyftir framd í verki, og fleiri koma aftrat, sum øll samgongan hjá Tórshavanr býráð stendur aftanfyri. Bæði bleyt virðir og ikki bleyt virðir. Eisini skal nevnast, at Tórshavnar kommuna, hevur staðið aftanfyri, at fáa serstovur til børn við autismu í Hoyvíkar skúla og í Frítíðarskúlanumí Hoyvík. Hetta var eisini eitt stór politisk mál hjá mær til býráðsvalið 2008, um tit skuldu ivast í tí. Men eitt skal sigast, at eg tímdi ikki at svara aftur beinavegin, tí eg helt, at tit høvdu tikið feil at siga, at míni vallyftir ikki vera framd í verki. Men nú havi eg skilt, at Heini Gaard meinti tað, sum hann førdi fram, tí kemur svarið nú. Jú, vit hava eina góða býráðssamgongu, sum roynir og ger tað besta fyri borgaran og eisini fyri tann einstaka býráðslimin, alt til gavn fyri Tórshavnar kommunu. Eg fari ikki, at servera meira fyri tær, Heini Gaard og Dimmlætting. Jú, tit eru vælkominir til at taka myndir og skriva okkurt positivt um 100 til 130 vitjandi ungdómar í okkara rúsfría umhvørvið í KLUBB 188 í Hoyvík. Ella kunnu tit kanska logga tykkum inn á hotspottið á Býarbókasavninum og lesa Dimmalætting ókeypis? So um tit føla tykkum snýttar av mínum vallyftum, ja, so hava tit ikki fylgt nóg væl við, hvat ið míni vallyftir gingu út uppá. Men lat nú veljaran meta um úrslitið. Men eg havi framvegis nøkur vallyftir, sum skulu førast út í lívið tíbetur og enn eru meira enn 2 ár eftir av valskeiðnum. Viðmerking til grein hjá Heina Gaard, blaðmanni á Dimmalætting Dag og dagliga hoyra vit um fólk, sum eru ónøgd við ta játtan, tey hava fingið á fíggjarlógini. Hetta er galdandi fyri stovur og stovnar, pensionistar og les­ andi ungdóm og onnur við Orsøkin er, at vit hava ein landskassa, sum hevur ov lítla inntøku. Har er ov lítið at deila út av. Tað kundi verði øðrvisi, men fýra av teimum seks flokkunum hava sagt nei takk til eina árliga inntøku uppá 400 mió. kr. Til øll hesi ónøgdu vil eg seta ein einkultan spurning: Hvønn velja tit, tá tit fara á løgtingsval? Um tit hava valt ein av hesum fýra flokkunum, sum hava avskrivað hesar nógvu milliónir av inntøku, dugi eg ikki at síggja, at tit skulu vera ónøgd við onnur enn tykkum sjálvi, ónøgd yvir, at tit ikki hava hugsað tykkum betur um, tá tit settu krossin. Tann av landsstýris­ fólkunum, sum tað hevur gingið mest út yvir, er Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, fyri hennara sparingar á sínum málsøki. Fremst í røðini av hesum ónøgdarkóri hevur staðið Hans Pauli Strøm, fyrr­ verandi landsstýrismaður. Hann átti at skammast, tí hann veit betur. Rósa Samuelsen hevur fingið álagt at halda seg til ta játtan, hon hevur fingið og kann ikki, sum Hans Pauli Strøm gjørdi, tá hann sat við sama málsøki, brúka 175 mió. kr. út yvir ta peningaupphædd, honum var tillutað. Vantandi inntøkur hjá landskassanum loyva henni ikki størri peninga­ játtan, tí vit hava avskrivað okkum eina landskassainn­ tøku uppá 400 mió. kr, árliga. CHE­samgongan sá dagsins ljós undir leiðslu av Javnaðarflokkinum. Um so skuldi verið, at henda samgonga bleiv sit­ andi, og Hans Pauli Strøm hevði verið sitandi sum lands­ stýrismaður við almanna­ málum, hevði upphæddin, sum hann hevði fingið at ráða yvir, verið væl minni enn tann, sum Rósa Samuelsen nú situr við, við tað at blokkurin skuldi minkast við 117 mió. kr. aftrat teimum 400 mió. kr., sum hann longu var minkaður við. Hetta var tað, sum Javn­ aðarflokkurin skrivaði undir uppá í samgonguskjalinum. Hetta var tann prísurin, sum Javnaðarflokkurin vildi, at Føroya fólk skuldi gjalda fyri at hava Jóannes Eidesgaard sitandi í løgmans­ sessinum. Sa m ba n d s f l o k ku r i n hevur víst á møguleikan at fáa landskassanum eina eyka inntøku við at tiðna blokkin. Men har stendur hann einsamallur. Ein skuldi trúð, at Javnaðarflokkurin tók undir við hesum. Men eftir útsøgn frá formanni Javnaðarfloksins, sær tað út til, at tað hevði verið lættari at fingið Tjóðveldi at tikið undir við hesi uppfinning enn Javnaðarflokkin. Sambandsflokkurin álitið Zacharias Bech Porkeri