mánadagur 8. november 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 8. november · Nr. 156
Sosialurin
Kjak
Vegna lýsing í bløðunum
um bøkurnar »At loysa úr
lagdi«, ið eru lýsingar um
bygdasøguna »Innan Glyvur«,
er ein ávís misskiljing komin í
vegna heitið. Í mong ár hevði
eg undirvísing í Tórshavnar
Kvøldskúla
við
heintum
»Loyst úr lagdi«. Mong vita,
at eg eri við at geva eina bók
út og trúgva tí, at hetta er
bókin. Fólk ringja og spyrja,
um bókin nú er komin. Tey
fáa hetta svarið:
Bókin
hjá
mær
fær
heitið »Seyður. Ull. Tøting«
og kemur út síðst í hesum
mánað.
Umframt
at
innihaldið svarar til heitið,
er ein heildarfrásgn um seyð
í Suðuroynni við myndum
frá Akrabyrgi til Sandvíkar.
Sprotin gevur bókina út.
Misskiljing
Nicolina Jensen Beder
Nú kom endiliga ein sending aftur í
Kringvarpið, sum vísir føroyskt hjálpar
arbeiði úti í heimi.
Sendingin hevði fingið heitið “Út um
øll mørk”, og var um nakrar næmingar úr
Tekniska Skúla í Havn, sum vóru farnir til
Rumenia at hjálpa. Føroysku næmingarnir
løgdu vatn inn í nøkur hús og umvældu
nøkur onnur hjá tí sera, sera fátæka
romafólkinum. Vit hoyrdu eisini døpru
søgurnar hjá nøkrum av familjunum.
Kringvarpið skal hava rós fyri at senda
eina tílíka sending. Vit føroyingar hava
brúk fyri at síggja og hoyra nógv fleiri
tílíkar søgur.
Sendingin kundi eisini havt ein annan
vinkul við, tí millum romafólkið hevur
longu verið gjørt eitt sjálvboðið føroyskt
hjálpararbeiði.
Vit hava í Føroyum fleiri sjálvbodnar
felagsskapir og einstaklingar, ið hava gjørt
og framvegis gera eitt stórt hjálpararbeiði
millum tey fátøku í Rumenia. Eisini
eru nógvir føroyskir felagsskapir og
einstaklingar, ið hava gjørt og framvegis
gera eitt stórt hjálpararbeiði í nógvum
øðrum fátøkum londum úti í heimi.
Hesi skulu hava eina stóra tøkk fyri
teirra ósjálvsøkna arbeiði, og at tey seta
Føroyar á heimskortið, tá ið tað ræður um
at hjálpa teimum, ið veruliga hava hjálp fyri
neyðini.
Sambært hagtølum hjá Heimsbankanum
liva 1,4 milliard fólk í heiminum í dag sum
ógvuliga fátøk. Tað svarar til, at tey hava
minni enn 1 dollara (undir 6 krónur) um
dagin at liva fyri. Nógv av hesum ógvuliga
fátøku fólkunum liva í Afrika og Asia, men
tey eru eisini í stórum tali í Evropa og í
USA.
ST hevur sett sær um mál at hjálpa
hesum fátækastu av teimum fátækastu.
Málið er at minka heimsins fátækradømi
við eini helvt í 2015.
Men tá ið tað kemur til okkara føðiland,
so er boðskapurin ein heilt annar. Nevniliga
hesin: “Vit hava ikki ráð at hjálpa!”
Síðani 2005 hevur Føroyar latið 3 milliónir
krónur um árið í menningarhjálp. Hesin
peningur er nýttur til ymiskar verkætlanir
fyri at hjálpa nøkrum av teimum allar
fátækastu úti í heimi. Í nøkrum av hesum
verkætlanunum hava føroyingar beinleiðis
verið knýttir at og í øðrum førum ikki.
Men nú fíggjarætlanin er løgd fram, er
ætlanin at skerja játtanina, so at vit sum
land bara skulu lata 2 milliónir krónur í
meningarsamstarvi. Vit hava altso ikki ráð
at lata eina upphædd um árið, sum svarar
til 60 krónur pr. føroying. Vit mugu lækka
játtanina niður á 40 krónur pr. føroying. Og
hetta eru vit, sum liva í einum av heimsins
ríkastu londum.
Hvussu skal tað vera, um øll onnur
lond gjørdu eins og Føroyar. Nær kemur
so heimsins fátækradømi niður í helvt? Og
sum nú er lata vit enntá bara 0,03 prosent av
bruttotjóðarinntøkuni, meðan ST tilmælir
0,7 prosent. Hetta er á leið upphæddin, sum
fleiri av okkara grannalondum eisini lata.
Eg skammist av at vera føroyingur! At
vit bera henda boðskapin út til heimsins
allar fátækstu lond, at vit hava ikki ráð at
hjálpa teimum. Vit hava ikki ráð at hjálpa
teimum við heilivági, ið annars kann bjarga
í túsundatali av mannalívum. Vit hava ikki
ráð at læra og undirvísa teimum innan
heilsu, reinleika, ella hjálpa teimum at
fáa reint vatn. Vit hava ikki ráð at hjálpa
teimum við skúla og útbúgving. Vit hava
ikki ráð at hjálpa teimum til eitt betri lív!
Tíbetur sær út til at glógva í onkrum
politikara, sum nú royna at virka fyri,
at játtanin ikki verður skerd. Eg vóni, at
politikararnir gera langtíðarætlanir og við
tíðini hækka menningarhjálpina. So hevði
eg eisini verið ernari av at veri føroyingur.
Men sum nú er skammist eg.
Ein setningur rungar í høvdinum, sum
ein av næmingunum á Tekniska Skúla segði
eftir teirra upplivingar í Rumenia:
“Eg fari ikki at oyðsla so nógv, sum eg
havi gjørt áður, nú eg havi sæð, at nøkur
ikki hava eina krónu at liva fyri”.
Frants Jensen
Fuglafjørður
Vit hava ikki
ráð at hjálpa!
Vit ið vald eru á ting mugu
taka støðu: vilja vit hava
sakliga og óhefta fyrisiting,
ella vilja vit framhaldandi
tilvild og vinarpolitikk, har
ið “babba telur mest”?
Hvat skal til at gerast løg
gildur grannskoðari, er ikki
stóri spurningurin í hesum
døgum. Tann spurningurin
er tíverri merktur av vanliga
vantandi
áhuganum
fyri
løgmálum. Vit mangla nóg
tryggar karmar um óheft
embætisverk at tæna fólki
num og skipanini heldur enn
politikarum.
At reglurnar mangla og
onki hendur, er tó ikki bara,
tí áhugin manglar. “Umboðs
maðurin heldur, at síggjast
kann ikki burtur frá, at
gongdin í arbeiðinum at
gera eina kunngerð... hevði
tilknýti til viðgerðina av
ítøkiligu málunum,” stendur
at lesa í frágreiðingini. At
reglur mangla gevur høvi
til at tulka henda veg og
handa veg, tá ið hetta passar
politiska valdinum.
Annika Olsen hevur lagt
sera stranga linju í mun til
gøluna í Hovi, hevur koyrt
stjóra til hús og ætlar at fara
undir ta kanning, sum vit
fánýtis hava biðið um á tingi.
Hon má nú taka støðu til, at
sagt verður um ráðstovu
hennara, at “aðalstjórin í
Innlendismálaráðnum
var
ógegnigur ... Umboðsmað
urin heldur, at [avgerðir] tí
mugu metast at vera ógildug
ar [og] heldur seinnu kæruvið
gerðina vera serstakliga at
finningarsama [og] heldur
somuleiðis
handfaringina
hjá ráðnum av eini kæru um
stjóran av Skráseting Føroya
vera atfinningarsama.”
Í báðum hasum málunum
er tó ávís rúmd fyri frágreið
ingum. Men her krevjast
veruliga góðar frágreiðingar,
og tær treyta helst sera
væl skipaðar og óheftar
kanningar.
Men støðan er nógv verri
enn so. “Umboðsmaðurin
heldur talan vera um ósak
liga fyrisiting í Vinnumála
ráðnum, tí bæði embætis
fólk og landsstýrismaðurin
í vinnumálum settu seg í
fleiri førum í samband við
Skráseting Føroya um málið
og luttóku á fundi við umsøkj
ararnar
um
kærurnar,”
verður sagt um umsitingina
av vinnumálum.
Hvat er hegni,
vit tá vert?
Her tykist framdur verða
nakin vina og kenninga
politikkur. Prógvini eru so
mikið greið og sannførandi,
og málið so løgfrøðiliga ein
falt, at fyrrverandi varaløg
maður helst eigur at sleppa
at verja seg við eitt nevninga
ting eftir lóg um ábyrgd
landsstýrisins; í øllum førum,
um ikki kanningar, sum
kunnu vísa nakað annað,
verða settar í verk straks.
Eisini
fyrrverandi
løg
maður má greiða frá, hvussu
hetta hendi á hansara vakt.
Hann hevði skyldu eftir stýris
skipanini at ansa eftir, “at hvør
einstakur landsstýrismaður
situr fyri sínum málsøki á
lógligan og fullgóðan hátt.”
Hvussu kundi hann, sum sjálv
ur var kunnaður um málið og
flutti tað úr vinnumálaráð
num vegna ógegnis, ikki gáa
eftir, hvat síðan hendi?
Hinir
myndugleikarnir:
verandi
løgmaður,
lands
stýrismálanevnd og løgtings
formaður plaga øll at hava
undanførslur fyri, hví tey
onki gera við eftirlitisvaldið.
Men vit mugu krevja aðra
vend. Frágreiðingin hjá um
boðsmanninum kemur inn
á fortreytirnar fyri at broyta
siðvenju; nú má politiska skip
anin sýna, hvat “á lógligan og
fullgóðan hátt” merkir!
Kári á Rógvi løgtingsmaður
formaður Sjálvstýrisfloksins
Á lógligan og
fullgóðan hátt