mánadagur 8. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. november · Nr. 156
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 SÍ
4
4
0
12
3
9
8
2 Fleyr
4
3
1
11
5
6
6
3 Mjølnir
4
3
1
10
4
6
6
4 TB
4
2
2
8
10
-2
4
5 KÍF
4
2
2
7
9
-2
4
6 ÍF
3
1
2
3
7
-4
2
7 Dráttur
3
0
3
4
9
-5
0
8 Ternan
4
0
4
4
12
-8
0
TB - Mjølnir 0-3
25-27, 19-25, 9-25
Ternan - KÍF 1-3
26-28, 25-17, 23-25, 19-25
SÍ-Fleyr 3-2
25-18, 21-25, 25-20, 18-25, 15-7
Hilmar Jan Hansen
Tveir sigrar á rað. Eingin ivi man
vera um, at tað er ein góð kensla
hjá KÍF-kvinnunum, tí síðsta kapp-
ingarár vóru tær langt frá at uppliva
nakað, ið bara minti um tað. Men
ikki minni er tað veruleikin, eftir at
KÍF fyrst á útivølli vann á TB og nú
á útivølli eisini vann á Ternuni.
Ikki var heldur sørt, at fólk
í Kollafirði høvdu ein varhuga
av, at okkurt gott kundi spyrjast
burtur úr júst hesum dystinum, tí
koll firðingar mundu eiga væl og
virðiliga bróðurpartin av áskoð-
arunum, ið vóru komnir í skúla høll-
ina á Toftum at hyggja.
Tað var tó heimaliðið, ið legði
betur frá landi, og kom á odda 6-0.
Men kortini kom KÍF afturíaftur
og endaði við at vinna spennandi
endabrestin á settinum, ið endaði
26-28. Tær í Ternuni fullu tó ikki í
fátt, men bygdu í øðrum setti víðari
á tað, sum hevði riggað í byrjanini,
so nú stóð 1-1 í settum.
Eisini í triðja setti sá eina góða
løtu út til, at Ternan kundi bíta frá
sær, tí toftakvinnur vóru á odda upp
til 18, men so tók KÍF yvir og vann
javna og tætta settið, áðrenn tað í
fjórða setti ongantíð gjørdist serliga
spennandi, tí kollfjarðarkvinnur
trygt og miðvíst koyrdu sigurin
heim.
KÍF snøgt sagt betri
– Tað vísti seg, at KÍF-kvinnurnar
vóru meira uppsettar og klárar enn
vit, og tá tað sá út til, at vit kundu
koma innaftur í dystin, vóru tær
nógv meira við upp á tað og vístu
seg snøgt sagt at vera betri enn vit,
sigur Katrin Olsen, spælandi venjari
hjá Ternuni.
– Vit royndu at lesa tær av, men
hvørja ferð vit hildu, at vit høvdu
fingið fatur í teimum, broyttu tær
spælið, so vit ikki kundu fylgja
ordiliga við. Eisini høvdu vit gjørt
onkrar broytingar á liðnum, sum tó
ikki riggaðu so væl, so tí var einki at
siga til, at KÍF vann henda dystin.
Men vit hava meira í okkum og
skulu nokk koma sterkt aftur.
Ternan hevur vunnið sett í øll-
um dystunum higartil, uttan ein-
um, so tað kann væl henda seg,
at kvinnurnar á Toftum fyrr ella
seinni gera bart. Hinvegin hava tær
úr Kollafirði longu gjørt tað, og við
sigr inum leygardagin tóku tær enn
eitt fet frá botninum í Eik-liguni.
Hilmar Jan Hansen
Bæði TB og Mjølnir høvdu brúk
fyri einum sigri, tá tey møttust
í
Trongisvági
leygardagin.
Fyri viku síðani tapti TB á
heimavølli fyri KÍF, og Mjølnir-
kvinnurnar fóru tómhentar
heimaftur av Kambsdali, har
tær máttu lúta fyri ÍF.
At bæði vildu vinna, sást
eisini frá byrjan, tí tvey tey
fyrstu settini vóru rættiliga
jøvn. Í fyrsta setti byrjaði TB
væl, kom á odda 8-2 og hevði
leiðsluna heilt upp til 23, men
spakuliga kom Mjølnir meira
og meira fyri seg og fekk í
evstu løtu tikið settið. Í øðrum
setti var Mjølnir alla tíðina eitt
vet frammanfyri og fór so frá
TB, tá komið var upp í 15, og
klaksvíkskvinnur sóu alsamt
sterkari út.
Slett eingin ivi var um
yvirvágina í triðja setti, tí tá
vístu kvinnurnar hjá Mjølnir
veruliga, at tær vóru betra
liðið. Blokkurin riggaði øgiliga
væl, og til tíðir var álopsspælið
eisini gott, og tað stutta av tí
langa var, at Mjølnir spældi TB
av vøllinum og tryggjaði sær
kærkomna 3-0 sigurin.
Sostatt er Mjølnir væl við
har frammi, við sama stigatali
sum Fleyr og bara tvey stig
aftan fyri SÍ. Hinvegin er tað
ikki enn av álvara farið at
líkjast hjá TB, sum í vár spældi
FM-finalur, so í løtuni bendir
einki á, at TB í vetur megnar at
bjóða teimum fremstu av.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Tá onkrir av royndaru spælarunum
fara av einum liði, ræður um at
finna aðrar í teirra stað. Millum
berandi kreftirnar á kvinnuliðnum
hjá SÍ hava verið bíggjarsystrarnar,
Birgit og Helga Guttesen. Í fjør fór
Birgit til Mjølnir, og í ár er Helga
farin til ÍF.
Hetta hevur sjálvandi við sær,
at tað hjá SÍ ræður um at styrkja
tóma plássið eftir Helgu, og tá
liðið leygardagin tók ímóti Fleyr
í skúlahøllini í Sørvági, sá henda
uppgávan í øllum førum út til at
vera loyst. Heidi Christiansen, sum
annars mest hevur verið á miðj uni,
spældi nú á diagonalinum – og tað
kláraði hon sera væl, bæði í álops-
spælinum og við góðum servum.
Dysturin leygardagin var ein av
teimum, ið kann fáa stóra ávirk an
á, hvat lið er ovast, tá fyrsti trið-
ingurin av kappingini er farin aftur
um bak. Oddaliðið tá fær pláss í
steypa finaluni, so liðini leggja stór-
an dent á at standa seg væl fyrsta
triðingin.
Upplagdur fimmsettari
SÍ byrjaði dystin væl við góðum
verjuspæli, ikki minst á gólvinum,
um framt at Annika á Stongum frá
hevaraplássinum fleiri ferðir fann
tóm øki á hinari vallarhálvuni,
so hon kundi lobbað nøkur stig
heim. Men longu í øðrum setti
byrj aði Fleyr at koma fyri seg, og
við skjótum og góðum spæli eydn-
aðist at leggja trýst á SÍ, ið ikki fekk
verjuspælið at rigga líka væl. Somu-
leiðis var sera javnt í triðja setti, ið
SÍ tók.
Sum fjórða sett byrjaði, kundi
tað saktans sæð út, sum var SÍ á
veg ímóti einum óvæntað tryggum
sigri, tí sørvágskvinnur vóru fleiri
stig á odda, áðrenn Fleyr kom fyri
seg og bardi seg innaftur í dystin.
Fleyr tók eisini hetta settið, og tí
gjørdist tað til ein fimmsettara, ið
samanlagt eisini mundi vera einasti
rætti endin á einum spennandi og í
løtum væl spældum dysti, har liðini
hvørt í sínum lagi vóru náðileys,
tá mistøk blivu gjørd hinu megin
netið.
Fimta settið sá eisini í eina løtu
út til at gerast minst líka spennandi,
sum dysturin hevði verið yvir tey
fýra undanfarnu settini. Men tá
tað stóð á jøvnum 6-6, gjørdi SÍ av-
gerandi lopið og fór avstað. Fleyr
fekk ikki fatur í servunum, so tí
gjørdist tað ein sannførandi sigur
til SÍ í hesum settinum, tí Fleyr fekk
bara eitt stig aftrat.
Hóast SÍ hesa ferð var omaná,
man lítið vera at ivast í, at bæði liðini
fara at gerast drúgv í kappingini.
Hetta var fyrsti ósigurin hjá Fleyr
í fýra dystum, og hann gjørdi ikki
meira skaða enn so, at Fleyr fram-
vegis er nummar tvey, tvey stig aft-
an fyri SÍ, sum hevur vunnið sínar
fýra higartil.
Mjølnir
er við
Flogbóltur Hóast tað gekk javnt á
tvey tey fyrstu settini, hevði Mjølnir
fleiri streingir at spæla uppá og var
so mikið sannførandi í triðja setti,
at talan gjørdist um greiðan sigur
Spenningur í Sørvági
Flogbóltur Kvinnurnar hjá SÍ og
Fleyr skiftust um at vinna settini, men
í evstu løtu hevði SÍ tað, sum skuldi til
fyri at vinna fimta og avgerandi settið
KÍF er flúgvandi
Flogbóltur Kvinnurnar úr Kollafirði
hildu leygardagin á Toftum fram, har tær
sleptu í Trongisvági fyri viku síðani, og
KÍF hevur tikið tvey stór fet frá botninum
KÍF-kvinnurnar vóru ovurfegnar eftir sigurin á Ternuni,
sum var annar útisigurin á rað hjá KÍF
Myndir: Álvur Haraldsen
FEgNAr