mánadagur 8. november 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 8. november · Nr. 156
Sosialurin
Ítróttarblaðið
koMin á Mál
ófatiliga nógv, og hetta kundi eg
ongantíð lært í Føroyum. Eisini
hevur útbúgvingartilgongdin givið
mær eitt stórt og týdningarmikið
netverk, ið eg heldur ikki hevði
fingið, var eg ikki farin undir út
búgv ingina, sigur hann.
Við sínum nýggju pappírum
í hondini hevur Jógvan Martin
Olsen eisini heilt aðrar møguleikar,
enn hann hevði frammanundan, tí
eitt UEFA Pro Licensevenjaraprógv
kann vera nógv vert, skuldi ein
fyri spurningur komið um okkurt
venj arastarv uttan fyri føroysku
landoddarnar.
– Tá eg var farin frá sum lands
liðsvenjari, var onkur útlendskur
fyrispurningur, men so kom Víking
ur inn í myndina, og tað gjørdist
ikki aktuelt. Men hevði onkur
fyrispurningur komið í dag, hevði
eg helst verið meira áhugaður,
tí nú veit eg, at eg havi neyðugu
førleikarnar. Og tað vildi sjálvandi
verið spennandi at sloppið at roynt
seg sjálvan í einum øðrvísi um
hvørvi, sigur Jógvan Martin, sum í
øllum førum sleppur út at ferðast
onkra ferð aftrat í sambandi við út
búgvingina.
– Skal eg varðveita prógvið, er
eitt krav, at eg haldi meg dagførdan
við í minsta lagi tveimum skeiðum
næstu trý árini, og tey skeiðini eru
so ikki í Føroyum. Hinvegin eri eg
ikki minst spentur, at sleppa at
geva frá mær tað, eg havi lært, so
tað kann gagna føroyskum fótbólti
og kanska skunda undir, at aðrir
venj arar fara sama veg.
hilmarjan@sosialurin.fo
Samstundis, sum Jógvan Martin
Olsen hevur tikið UEFA Pro License-
venjaraútbúgvingina, hevur
hann røkt starvið sum venjari hjá
Víkingi, har serliga spælararnir
hava verið partur av tilgongdini
Mynd: Hilmar Jan Hansen
SPÆLT VIÐ
Jógvan Martin Olsen kundi vera errin mikudagin, tá hann sum
fyrsti føroyingur vardi høvuðsuppgávu sína sum UEFA Pro License-
venjari. Frá vinstru: Ole Brandenburg, høvuðsinstruktørur, Jógvan
Martin Olsen, Peter Rudbæk, instruktørur, og opponenturin, Niels
Nielsen, ið er eitt slag av »danskari útgávu av Magna Mohr«
Mynd: DBU
PRÓVTØKAN
UEFA Pro License er hægsta
altjóða venjaraútbúgving innan
fótbólt, ið kann takast. Fyri at
kunna taka hana, krevst millum
annað, at ein venjari fyrst hevur
bæði A og Bprógv. Í mun til A
og Bútbúgvingarnar, ið snúgva
seg meira ítøkiliga um sjálvan
fótbóltin, fevnir Pro Licenseút
búgvingin eisini um alt annað,
ið er rundan um sjálvt fót bólts
spælið.
Millum annað leggur danska
fótbóltssambandið, DBU, stóran
dent á, at venjarar við Pro
Licenseútbúgvingini skulu vera
førir fyri at leiða liðið, at leiða
lið ið rundan um liðið, umframt
at »lesa spælið uttan fyri vøllin,«
so sum at nevnd, fjølmiðlar,
fjepp arar og so framvegis. Men
fyrst og fremst er tó sjálvur fót
bólturin í fokus.
Talan er um eina bæði teo
retiska og praktiska útbúgving,
ið fevnir um tilsamans 240 tím ar,
harav 90 tímar fevna um prak
tiska partin. Útbúgvingin verð
ur tikin í modulum, fevnir um
skrivligar uppgávur og náms
ferðir, umframt at skrivast skal
ein høvuðsuppgáva, ið bæði skal
góðkennast og verjast, áðrenn
prógv verður latið.
Í flestu europeisku londum
verður kravt av venjarum í bestu
deildini, at teir hava UEFA Pro
Licenseútbúgvingina, so talan
er tí eisini um eina útbúgving,
ið kann geva atgongd til sjálvt
hægstu venjarasessir í Europa.
Jógvan Martin Olsen er 49 ára
gamal. Í tilsamans 15 ár spældi
hann við barndómsfelagnum,
B68, har hann var við til at vinna
FM í 1984, 1985 og 1992. Í
1993 var hann venjari hjá B68
í 2. deild, og í 1994 og 1995
spælandi venjari hjá LÍF, áðrenn
hann seinnu hálvu av 1997
var venjari hjá B68 í 1. deild.
Síðani vandi hann NSÍ frá 2002
til 2004, og fyrsta árið vann
hann Løgmanssteypið og silvur
í landskappingini, umframt at
gerast ársins venjari. Síðani
2009 hevur hann verið venjari
hjá Víkingi, har hann hevur
vunnið Løgmanssteypið og
bronsu í landskappingini.
Mest kendur er hann frá
landsliðsarbeiðinum, har hann
fyrst frá 1996 til 2008 var við
til at byggja upp konseptið
við ungdómslandsliðum hjá
Fótbóltssambandinum. Frá
1994 til 1998 var hann U17-
landsliðsvenjari og frá 1997 til
2003 U19-landsliðsvenjari. Í
1996 var hann hjálparvenjari hjá
A-landsliðnum, til hann í 2005
tók við sum A-landsliðsvenjari, ið
hann var fram til 2008.
Um UEFA
Pro License
Jógvan Martin