Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. november · Nr. 156 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Jógvan Martin Hilmar Jan Hansen Tað var sama dag, sum Jógvan Martin Olsen almannakunngjørdi, at hann fór at leggja frá sær sum landsliðsvenjari, at hann fortaldi, at ein av orsøkunum til tað var, at hann nú ætlaði sær undir at taka hægstu venjaraútbúgving, ið fæst innan fótbólt, UEFA Pro License- útbúgvingina. Hetta var tann 29. september í 2008, og mikudagin í farnu viku var Jógvan Martin komin á mál, tá hann var til endaligu próvtøkuna, sum var at verja høvuðsuppgávuna, ið snúði seg um, hvørji fysisk krøv eru galdandi í Vodafonedeildini. Alt gekk upp á stás, og Jógvan Martin er nú fyrsti føroyingur við UEFA Pro License-venjaraprógvið. – Hetta hava verið tvey øgiliga krevjandi ár, tí ein slík útbúgving fer við nógvari tíð og orku. Men nú er tað gott, at tað er liðugt. Kortini vil eg fegin undirstrika, at hóast hetta hevur kravt nógv av mær og øðrum rundan um meg, iðri eg meg ikki um, at eg fór undir hetta, tá eg nú fekk møguleikan, sigur Jógvan Martin Olsen. Hesi bæði árini hevur hann ferðast niður til Danmarkar einar 15 ferðir, umframt at hann eisini hevur verið tvær námsferðir í sam bandi við útbúgvingina, so um framt at vera tíðarkrevjandi, er talan eisini um eina útbúgving, sum kost ar eitt sindur – serliga við tí nógvu ferðingini, ið krevst, tá tú býrt í Før oyum. Í tí eina førinum var talan um eina persónliga námsferð, og tá var hann í Hollandi í eina viku, har hann vitjaði fótbóltsfeløg í Rotterdam, og hin námsferðin var ein felagsferð í Svøríki, har allir vóru við, sum hava tikið útbúgvingina samstundis sum Jógvan Martin. Spælararnir ofrað seg Síðstu tvey árini hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari hjá Vík- ingi í Vodafonedeildini, og har hava tey merkt nógv til, at teirra venj- ari var í ferð við at útbúgva seg. Serliga spælararnir, ið hava verið beinleiðis partur av royndum og kann ingum, hann hevur gjørt, so hann til fulnar kundi fáa lýst evnið fyri høvuðsuppgávu síni. – Fyri at samla upplýsingar, havi eg fingið spælararnar at havt puls ur uppi á sær í tilsamans 10 dystum hetta tíðarskeiðið, og í tí eina dystinum bleiv videoanalysa gjørd av hvørjum einstøkum. Tað var heimadystin hjá Víkingi í september í fjør ímóti B36, tá 11 sjón varps upptøkutól vóru til stað- ar, so eitt fylgdi hvørjum av spæl- arunum, sigur Jógvan Martin, ið týðiliga er takksamur fyri hjálp og stuðul frá teimum, ið beinleiðis og óbeinleiðis hava verið partur av út- búgvingartilgongd hansara. – Eg kann ikki siga annað, enn at spælararnir hava ofrað seg fyri mína skyld, samstundis sum teir hava verið sera áhugaðir. Burtur úr hesum og øðr um, Jógvan Martin hevur kann að og ar beitt við, skrivaði hann so eina 63 síður langa høvuðs upp gávu, umframt at útivið hálvt annað- hundrað síður av fylgiskjølum eisini vóru við. Tað var hetta, ið skuldi standa sína roynd mikudagin – og eis ini gjørdi tað væl og virðiliga. Meðan hann hevur verið í gongd við útbúgvingina, hevur danski U19- landsliðsvenjarin, Per Andersen, verið hansara persónligi vegleiðari, og í tí sambandinum hevur hann nú verið tvær ferðir í Føroyum og hugt at, hvussu Jógvan Martin arbeiðir. Aftur um fótbóltin Við nýggja próvnum í hondini er Jógvan Martin Olsen sostatt fyrsti føroyingur, ið hevur tikið UEFA Pro License-útbúgvingina, men sjálvur vónar hann ikki, at hann verður tann seinasti. – Nú vil eg vóna, at hetta kann koyra undir aðrar, so teir eisini fáa hug at fara sama vegin, tí tað kann bara vera ríkandi og gevandi fyri føroyska fótbóltin, um fleiri fáa sær alla ta útbúgving og allan tann kunnleika, ið kann fáast, sigur hann, samstundis sum hann greiðir nærri frá, hví hann hevði hug at fara undir hesa krevjandi og drúgvu uppgávuna. – Eg hevði gjøgnum mítt arbeiði í Fótbóltssambandinum sæð, hvat virði kundi vera í at fara í holt við útbúgvingina, bæði tá eg ar beiddi við at byggja konseptið við ung- dóms landsliðum hjá FSF upp og tá eg var landsliðsvenjari. Tá sá eg, at um tú fert runt at hyggja at venj ingum ymsastaðni, so sært tú í grundini bara ta stóru og yvir- skipaðu myndina, men um eg kundi fáa hesa útbúgvingina, so kundi eg eis ini síggja alt tað, sum lá aftanfyri. Við henni sum grundstøði kundi eg síggja allar smálutirnar og og tær djúpru orsøkirnar til, at vit venja og arbeiða, sum vit gera. Lært sera nógv Eitt, sum Jógvan Martin leggur ser liga stóran dent á, tá hann nú hygg ur aftur á tað, hann hevur verið ígjøgnum, meðan hann hev- ur tikið UEFA Pro License-venjara- útbúgvingina, er alt tað, hann hev- ur lært av teimum, hann hevur ver ið saman við. – Eg kann nevna, at all ir leið- ararnir hava verið professio nellir fótbóltsspælarar, so teir hava eina øgiliga vitan um ting, eg slett ikki kendi nakað til ella visti nakað um áðrenn. Tað hevur givið mær Fótbóltur Mikudagin gjørdist Jógvan Martin Olsen fyrsti føroyingur, ið hevur fingið prógv í UEFA Pro License-venjara- útbúgvingini. – Hetta hava verið tvey øgiliga krevjandi ár, sum eru farin avstað við nógvari tíð og orku. Men eg iðri meg ikki um, at eg fór undir hesa utbúgvingina, tá eg fekk møguleikan, sigur hann