mánadagur 8. november 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 8. november · Nr. 156
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
5
4
1
12
5
7
8
2 SÍ
4
3
1
11
3
8
6
3 Mjølnir
5
3
2
9
7
2
6
4 Fleyr
5
2
3
8
11
-3
4
5 TB
5
0
5
1
15
-14
0
Venjarin hjá ÍF, Suni Hansen, sum her leggur sínum spælarum lag á, var væl nøgdur við innsatsin hjá
ungu monnunum, sum vunnu á Fleyr fríggjakvøldið og tí er oddalið í Eik-liguni hjá monnum
Myndir: Álvur Haraldsen
NØGDUR
Hilmar Jan Hansen
Tá tú skalt seta tær mál fyri, hvat
tú ætlar tær at røkka, er ofta
skilagott at vera realistiskur.
Nú
flogbóltsmenninir
hjá
TB eru komnir upp í bestu
deildina, hava teir tráa eftir at
vunnið sítt fyrsta sett, og hetta
gjørdist veruleiki, tá TB í gjár
var í Klaksvík og spældi ímóti
Mjølnir.
Liðið hjá klaksvíkingum
er vanliga við í fremstu røð,
og lítið bendir á, at ætlanin er
nakað annað í ár heldur. Tí var
ikki væntandi, at TB skuldi fáa
tað stóra við sær suðuraftur,
men »against all odds« eydn
aðist TBmonnunum at síggja
annað enn eitt null á sínari
síðu á úrslitatalvuni.
Eftir fyrsta settinum at
døma, bendi sera lítið á, at TB
skuldi fáa nakað sum helst,
tí Mjølnir var greitt omaná
og vann sannførandi. Men í
øðrum setti minkaði munurin í
stórum, og í triðja setti hendi so
tað, ið menninir høvdu ynskt
sær. Tað gekk sum eftir ánni,
og TB var á odda 2411, tá stígur
kom í. Boban Ilic, sum hevði
sitið uttanfyri eina løtu, kom
á vøllin fyri Mjølnir, og tað var
um reppið, at TB ikki megnaði
at vinna síðsta bóltin, sum gav
settið.
Men tað eydnaðist – og
spælararnir vóru so fegnir, at
teir fullkomuliga gloymdu at
koyra armarnar niðuraftur.
Prísurin fyri tað gjørdist, at
Mjølnir var líka sannførandi í
fjórða setti, sum í fyrsta, og tí
gjørdist tað bara við hetta eina
settið hjá TB hesa ferð.
Hóast Mjølnir hevur ein
smalan hóp, eru einstakir spæl
arar, ið veruliga kunnu muna,
tá tað stendur eitt sindur á.
Sum nevnt, gjørdi Boban góðan
mun, tí tá hann var inni og
góða lagið var á honum, hevði
blokkurin hjá TB ongan kjans
at taka bóltarnar. Nakað tað
sama var eisini í fleiri førum,
tá Jón Syderbø spenti seg út í
álopsspælinum.
– Sjálvt um tað enn eina
ferð bleiv eitt tap, eru vit væl
nøgdir við dagin. Tað er gott
hjá monnunum at síggja, at tað
ber til at vinna eitt sett ímóti
einum av frægaru liðunum, og
tað gevur mót og áræði at halda
fram, sigur ein av venjarunum
hjá TB, Otto Gram.
FloGbóltUR Dysturin í Klaksvík í
gjár millum mennirnar hjá Mjølnir
og TB endaði, sum væntast kundi,
tí Mjølnir vann. Men stuttligt var
hjá teimum ungu TB-arunum at
taka sítt fyrsta sett í vetur
Fingu
fyrsta settið
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Talan var um ein rímiliga javnan og
ikki sørt undirhaldandi dyst, sum
mansliðini hjá ÍF og Fleyr spældu
á Kambsdali fríggjakvøldið. Serliga
vóru tað fleiri langar duellir, ið
gjørdu tað stuttligt hjá áskoð ar
unum.
ÍF var kortini liðið, ið hevði
munin, tá samanum kom. Hvørki
Bartal Eliasen ella Rúni Weihe,
sum eru teir mest rutineraðu spæl
ararnir hjá fuglfirðingum, vóru
við, so tí lá so mikið størri ábyrgd á
herðunum á teimum ungu.
– Liðið, vit høvdu hesa ferð, var
stórt sæð tað sama, sum spældi
alla kappingina í fjør, so tað var
stuttligt at síggja, at teir ungu tordu
at spæla. Sum heild koyrdi tað væl
hjá okkum, sigur venjarin hjá ÍF,
Suni Hansen.
Eitt undantak frá liðnum í
fjør var kortini, tí fyrrverandi
landsliðsvenjarin, Magnus Aðal
steins son, sum í vetur er venjari hjá
ÍFkvinnunum, spældi við monn
unum fríggjakvøldið.
Aftur og fram
At byrja við sá út til, at ÍF ætlaði at
gera bart, tí í fyrsta setti var ÍF á
odda allan vegin. Sama gongdin helt
fram í øðrum setti, men so steðgaði
upp og Fleyr raknaði meira við. Og
hóast ungu fuglfirðingarnir komu
fyri seg aftur ímóti endanum, tók
Fleyr hetta settið.
Fleyr tóktist hava fingið fatur
í rætta endanum, tí í fjórða setti
vóru havnarmenninir á odda 1915,
áðrenn tað vendi, tá ÍF svaraði aftur
og vann.
Fjórða sett, ið sálarliga var
avgerandi fyri báðar partar, var
nokk so javnt. Men ímóti endanum
sá ÍF út til at fara til stroks, men
tá fuglfirðingarnir komu upp á 22,
kom stígur í hjá teimum, so Fleyr
fekk javnað til 2222. Men í evstu
løtu vann ÍF avgerandi bóltarnar
og tók eisini hetta settið.
Við sigrinum hevur ÍF lagt seg
á odda í Eikliguni hjá monnum,
nú liðið hevur fingið átta stig
burtur úr sínum fimm dystum, so
líkt er til, at hetta verður annað
kappingarár, enn tað var í fjør. Fleyr
liggur hinvegin næstaftast við fýra
stigum fyri sínar fimm dystir, so
ósigurin merkir í øllum førum, at
Fleyr hevur nógv at arbeiða við og
fáa upp á pláss til komandi dystir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Teir ungu tordu
FloGbóltUR Uttan teir mest rutineraðu spælararnar, Bartal
Eliasen og Rúna Weihe, megnaði ÍF fríggjakvøldið at vinna
á Fleyr, sum tí dragnaði eitt sindur í manskappingini
Mjølnir - TB 3-1
25-11, 25-21, 19-25, 25-11
ÍF - Fleyr 3-1
25-22, 19-25, 25-22, 25-22