Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. november · Nr. 156 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Manchester/Liverpool – Hasir eru Wolverhampton við­ halds menn. Teir hava einki at gera her, koyr teir til helvitis út her frá! Soleiðis ljóðað rópini frá tveim­ um ungum Manchester United við haldsmonnum, tá tveir Wolver­ hampton viðhalds menn gerast ovurfegnir, tá Wolver hampton javnar mitt í seinna hálvleiki. Eg upplivi hetta á East Stand Tier 2, sum er handan annað málið. Har halda bara Manchester United við haldsfólk til, og tey vóru ikki fegin um, at Wolverhampton við­ haldsmenn sótu ímillum tey. Tað gingu bara nøkur fá sekund, so komu trygdarfólk og løgreglufólk á staðið og fingu tamarhald á støð­ uni, so ófriður ikki tók seg upp. Tað er fjáltur á mannamúgvuni, tað sum eftir er av dystinum. »Fergie Time« United­viðhaldsfólk hátíðarhildu undan dystinum, at Sir Alex Ferguson hevur verið venjari hjá Man chester United í 24 ár. Løtuna aftaná útjavnandi málið frá Wolver hampton, sær Manchester United út sum eitt lið á veg inni eina kreppu. Teir spæla ov nógvar javn leikir, fíggjarligt óskil lúrir handan leiktjøldini, ongin avloysari funnin fyri Cristiano Ronaldo, og liðið á vøllinum ger fleiri villur enn gott er. Men aftaná 24 ár við skotska venjaranum á odda, hevur fót bólts heimurin lært ikki at seta spurnartekin við Sir Alex Ferguson, og aftur í dag fá vit sjón fyri søgn, hví eykatíðin hevur fingið heitið »Fergie time.« Í 93.minutti rekur Ji­Sung Park framvið verjuni hjá Wolverhampton, og við vinstra beini smekkar hann bóltin í kassan til endaliga úrslitið 2­1. Manchester United hevur utt an Dimitar Berbatov, Wayne Rooney, Ryan Giggs, Nani, Antonio Valencia, Michael Owen og Michael Carrick vunnið á Wolverhampton. Tað var ikki vakurt, men kortini ein stað­ festing av breiddini í hópinum hjá Sir Alex. Torres søkti Chelsea Seinast Chelsea var á Anfield var á næstseinasta leikdegnum í fjør. Tá vunnu teir ein lættan 2­0 sigur og vikuna eftir vunnu teir meistara­ heitið. Eftir tann dystin tóktist Liver pool­viðhaldsfólk als ikki so ørg um tapið, og undan tí dyst inum var ilt at fáa eyga á nakra opti­ mismu. Sunnudagin var søgan ein onnur. Uttanfyri Anfield merkist ein positivur stemningur undan dystinum, og fólk eru í góðum hýri. Nýggir eigarar, tveir sigarar á rað og ikki minst gott veður. – Eg havi eina góða kenslu í dag, vit fara at vinna, sigur síðumaðurin, beint sum Howard Webb bríkslar dystin í gongd. Og rætt hevði hann. Bara 11 minuttir eru leiktir, tá Fernando Torres leggur Liverpool á odda. So gott hevur lagið ikki verið á Anfield, síðani Liverpool í fjør vann á Manchester United. Chelsea lík­ ist ikki sær sjálvum, og Liverpool heldur fram at leggja trýst á. Beint fyri hálvleik er Torres aftur uppá spæl og tykist av álvara at hava funnið formin, tá hann skorar sítt næsta mál. Manchester United døgnið Tá farið verður til hálvleiks á Anfield er akkurát eitt døgn síðani, at blýanturin var spískaður á Old Trafford og á blokkinum stendur framvegis; »Manchester United ávegis krep...« Eitt døgn seinni er Chelsea aftanfyri 2­0 og kemur ikki aftur í aftur. Arsenal og Tottenham hava tapt, og nú eru bara tvey stig á muni upp til Chelsea á fyrsta pláss inum. Mikukvøldið skal United á vitjan hjá grannunum í Man chester City, sum undan viku­ skiftinum høvdu tapt trýggjar dystir á rað. Tá fara vit helst at síggja eina sterkari uppstillig, og kemur Manchester United væl frá tí dystinum, so er vánaliga avrikið leygardagin móti Wolverhampton langt síðani gloymt. Og gloymt er eisini pappírið í blokkinum við áskriftini: »Manchester United ávegis kreppu?«. trondur@sosialurin.fo Sir Alex fekk aftur fult í yvirtíðini Premier League Blýanturin er spískaður og tíðin er farin á Old Trafford, also vanliga leiktíðin. Gestirnir úr Wolverhampton eru í løtum omaná, og aftaná 92 minuttir er støðan 1-1. Spurningurin um kreppu í Manchester United er so smátt farin at spøkja. Sosialurin var á Old Trafford, tá fótbóltsheimurin enn eina ferð varð mintur á hví tíðin, sum dómarin legggur afturat vanligu leik- tíðini, verður nevnd »Fergie Time« Liverpool leikarar og viðhaldsfólk fegnast saman við tvey mál skjútt anum, Fernando Torres Mynd: Polfoto Aftur hesaferð var dysturin farin væl inní yvirtíðina, tá Alex Ferguson og Manchester United fingu sigursmálið Mynd: Polfoto eL NiNo Fergie Time