Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 8. november · Nr. 156 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Sostatt er hann triðji føroy­ ingurin, íslendska felagið hev­ ur knýtt at hópinum, síð ani Kristján Guðmundsson, sum stóð á odda fyri HB fyrr í ár, tók yvir í Vali. Hinir báðir eru gamli liðfelagin hjá Jónasi í B36, Christian Mouritsen, og Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur verið partur av lands liðshópinum. Umframt at hava spælt við B36, hevur Jónas Þór Næs eisini umboðað bæði NSÍ og AB í Føroyum. Haraftrat hevur hann spælt við bæði Fremad Amager, BK Frem og HB Køge í Danmark. Sambært heimasíðuni hjá Vali, er sáttmálin galdandi fyri tvey ár. Jónas Þór Næs er skrásettur fyri 18 landsdystir og er út­ tikin til venjingardystin móti Skotlandi, sum verður 16. november. Rólant Waag Dam Toppskjúttin á føroyska lands­ lið num hevur møguliga spælt sín seinasta landsdyst. Seinast Rógvi Jacobsen var á vøllinum, var 16. mai í ár, tá hann varð skiftur inn í dystinum fyri ÍF móti HB, og sum støðan er í løtuni, er ógreitt, um hann kemur aftur á føroysku graslíkisvøllirnar yvirhøvur. – Tí hugsi eg ikki um fótbólt í løt­ uni. Støðan hevur verið so ógreið so leingi, og tað fyllir ov nógv, um eg skal hugsa um tað alla tíð ina, sigur Rógvi Jacobsen, sum fekk skaðan í fótin, tá hann spældi lands kapp­ ingardyst móti B36 í Fuglafirði 2. mai. Ein dyggur smeitur fyri ÍF, sum kortini megnaði at spæla seg til altjóða fótbólt. Kerr sendi Rógva til Írlands Ein annar, sum hevur saknað Rógva Jacobsen, er Brian Kerr. Lands liðs­ venjarin hevur tískil eisini borið so í bandi, at Rógvi Jacobsen slapp undir serkøna hond í Írlandi. – Har hugdu fimm serfrøðingar upp á meg, umframt at eg eisini var í MR­skannaranum, fyri at fáa staðfest trupulleikan, greiðir Rógvi Jacobsen frá. Hesir serfrøðingarnir eru, sam­ bært Rógva Jacobsen, bjartskygdir. – Teir siga, at útlitini hjá mær eru góð, men sum er, er støðan ikki nóg góð, ger Rógvi Jacobsen greitt. Hann hevur fingið eitt yvirlit yvir serligar venjingar, hann skal gera. – Og nú kann eg spakuliga eis­ ini renna beinar teinar, sigur Rógvi Jacobsen fegin. Áleyparin úr Klaks­ vík fær kortini ikki runnið til síður­ nar og enn minni sparkað nakran bólt. Trupulleikin hjá Rógva Jacobsen er ein spong í fótinum, sum hovnar hvørja ferð hann rennur, og hetta tarnar honum so mikið nógv, at hann at enda ikki fær runnið. Vil ikki binda seg Hóast serfrøðingarnir eru bjart­ skygdir, og tað spakuliga gongur framá hjá Rógva Jacobsen, so ynsk­ ir hann ikki at knýta seg at nøkrum felag. – Sum sagt, so veit eg ikki við vissu, um eg spæli aftur. Tað gongur framá, men tað er so seint, og eg veit heldur ikki, um tað verður ordiliga gott aftur yvirhøvur. Tað veit eg ikki fyrr enn um nakrar mánaðir. Tí vil eg ikki binda meg til nakað felag, tí tað kann leggja eitt ávíst tríst á meg um at koma í gongd, sum aftur kann oyðileggja uppvenjingina, greið ir Rógvi Jacobsen frá. Samstundis ynskir hann heldur ikki at leggja fót fyri tey feløgini, sum kundu verið áhugað í honum. – Geri eg ein sáttmála við eitt felag, so kann tað hava við sær, at tey ikki knýta aðrar áleyparar at hópinum, ið ikki er serliga snilt, um støðan hjá mær verður tann sama næsta ár, eins og hon var í ár, sigur Rógvi Jacobsen, sum einans spældi seks dystir fyri ÍF í ár. Tí hevur toppskjúttin á føroyska lands liðnum onga avtalu við nak að felag í løtuni. Hann hevur kort ini ikki slept fótbóltinum heilt í høvd­ inum, men viðgongur tó, at hann hevur hugsað um, at hann møguliga hevur spælt sín síðsta dyst. – Men so skundi eg mær at hugsa um okkurt annað, sigur Rógvi Jacobsen, sum fer at brúka vet urin at gera serligar venjingar fyri fót in og annars renna tað, hann kann. rolant@sosialurin.fo Rógvi hugsar ikki um fótbólt Fótbóltur Sum støðan er í løtuni, veit Rógvi Jacobsen ikki, um hann spælir fótbólt aftur. – Eg eri ikki knýttur at nøkrum felag og havi heldur onga avtalu, tí eg veit ikki, um eg komi fyri meg aftur, sigur Rógvi Jacobsen, sum tó vónar tað besta Rógvi Jacobsen spældi seks dystir í júst farna kappingarárið, gjørdi fýra mál og fekk trý gul kort. Nú er ivasamt, um hann spælir aftur Savnsmynd: Álvur Haraldsen Jónas til ís­ lendskan fótbólt Fótbóltur Jónas Þór Næs hevur skrivað undir sáttmála við íslendska fótbóltsfelagið Valur Stig til føroyskar útisetar Fótbóltur Christian Lamhauge Holst varð skiftur inn í sigrinum hjá Silkeborg, meðan Atli Danielsen spældi allan dystin, tá FC Roskilde tryggjaði sær fyrsta stigið í tríggjar dystir Rólant Waag Dam Tað gongur ikki heilt sum ætl­ að hjá føroysku útisetunum í donskum fótbólti. Christian Lamhauge Holst hevur ilt við at býta seg fastan á liðnum hjá Silkeborg fyri tíðina, og FC Roskilde hevur ilt við at vinna stig, har Atli Danielsen annars er fastur fúsur á miðvøllinum. Eisini í gjár spældi Atli Danielsen dystin á tamb á sentrala miðvøllinum hjá FC Roskilde. Mótstøðuliðið var botn liðið Næstved, men tað eydn aðist einans Atla og teim­ um at spæla javnt 1­1. Fyrsta stigið í tríggjar dystir. Í dyst­ inum tiltuskaði Atli Danielsen sær eitt gult kort, sum hevur við sær, at hann er leik bann­ aður næsta dyst. FC Roskilde hevur við javn­ leikinum 19 stig og er numm ar sjey í deildini, men er bara eitt stig aftanfyri FC Vestsjælland, sum er nummar fimm. Hjá Silkeborg í bestu deildini hepnast tað heldur betur í gjár. Teir vunnu í evstu løtu 1­0 á FC Nordsjælland. Christian Lam­ hauge Holst varð skiftur inn í 57. minutti, tí framrættaða spælið hjá Silkeborg ikki hevði verið serliga sannførandi. Og hóast framrættaða spæl ið bøttist eitt vet eftir útskiftingina, so var kort ini sera langt millum upp løgdu málmøguleikarnar. Men fýra minuttir inni í yvir tíð ini, bragdaði umsíðir hjá Silke borg. Fyrrverandi Bolton­leikarin, Henrik Tømrer Pedersen, fekk bóltin í netið og tryggj aði soleiðis Silkeborg trý týdn­ ingar mikil stig. Við sigrinum hevur Silke­ borg 20 stig á sætta plássi, trý stig aftanfyri Brøndby á triðja plássi.