mánadagur 8. november 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. november · Nr. 156
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Eg veit
ikki við
vissu, um eg
spæli aftur
RÓGVI JACOBSEN,
FÓTBÓLTSSPÆLARI
Tað vísti
seg, at KÍF-
kvinnurnar
vóru meira
uppsettar og
klárar enn
vit
KATRIN OLSEN,
TERNAN
Hetta
hava verið
tvey øgiliga
krevjandi
ár, tí ein slík
útbúgving
fer við
nógvari tíð
og orku
JÓGVAN MARTIN OLSEN,
FÓTBÓLTSVENJARI
Uni Holm Johannesen
Tað eydnaðist ikki Páli Joensen
at leggja Sebastian Rouault aftur
sum seg.
Tað var annars dysturin millum
føroyingin og fraklendingin, sum
tey flestu gleddu seg til.
Teir báðir kappaðust í EM-
undan kappingini í Budapest í
summar.
Í Stokkhólmi í gjár var Rouault
aftur skjótari á teimum 1500 metr-
unum.
Fraklendingurin vann greitt.
Tíðin hjá Rouault var 14:37.94.
Tað var besta tíðin á hesum tein-
inum í ár.
Pál kom á mál við tíðini
14:54.21.
Seks heiðursmerki
Pál Joensen hevur tikið lut í
trim um World Cup-stevnum og
seks kappingum seinastu vik-
una. Vágbingurin hevur vunn ið
eitt heiðursmerki í øllum kapp-
ingunum.
Hann vann gull í 400 metra frí
og 1500 metra frí í Moskva í farnu
viku.
Svimjisamband Føroya sigur, at
tey eru sera væl nøgd við úrslitini
hjá Páli.
Kappingarnar hava verið ein
liður í fyrireikingunum til HM-
kappingina í Dubai í desember.
uni@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Menn og kvinnur í sunnaru helvt í Suðuroynni høvdu lagt
nógv fyri at geva fótbóltsspælarunum kring landið eina jaliga
uppliving, aftaná eitt drúgt og strævið kappingarár. Reika var
fyri einum stórfingnum tiltaki, nevnliga innandura FM í fótbólti,
har spælarnir eisini skuldu møtast í veitslulagi um kvøldið og
taka sær av løttum, aftaná lokna innandura FM-kapping í
fótbólti. Hæddarpunktið á veitsluni skuldi so verða, at spælarnir
valdu ”ársins spælara” – eina sonevnda ”Player´s player award”.
Tilmeldingarnar komu eisini í stórum tali, og lagt var upp til tað
stóra endabrakið í Vágshøll.
Fyrireikarnir boblaðu av optimismu, tá vit høvdu samrøðu við
tey á Rás2 seinast í oktober, og forvæntningarnar vóru bygdar
upp til henda langa, spennandi leygardagin suðuri í Vági, tá tann
føroyska fótbóltsfamiljan skuldi møtast undir øðrum kørmum.
Men tíverri gjørdist tað sum ein klassisk donsk máliska boðar
frá, at: ”Forventningens glæde er den største”. Krop á kroppi
meldaðu liðini norðanfjørðs avboð til innandura FM í fótbólti,
aftaná at hava meldað til kappingina fyrst. Fyrireikarnir, sum
høvdu lagt nógv fyri, stóðu eftir við einum nærum blankaðum
tilmeldingarlista, og einari verkætlan sum var vorðin ógvuliga
minimalistisk. Bert kvinnurnar hjá AB, og mennirnir hjá B68
og Undrinum vildu njóta tað tiltikna stóra gestablídni, sum
suðuroyingar eru kendir fyri. Øll onnur lið norðanfjørðs meldaðu
pass, áðrenn kortini vóru blandað.
Fótbólturin tapti tí ferðing við einari ferju var ein forðing, og
FM í fótbólti gjørdist tí ein fiasko, tá um prestisju ræður. Ikki
tað, suðuroyarliðini høvdu saman við AB, B68 og Undrinum ein
góðan leygardag í Vágshøll við eftirfylgjandi dansi. Men tað er
so hjartaliga synd í stríðskvinnuni og stríðsmanninum, sum so
hjartagóð løgdu so nógv fyri, at tann føroyska fótbóltsfamiljan
kundi koma saman og fáa ein veitslukendan endabrest. FC
Suðuroy hevði uppiborið eina succés-uppliving aftaná tað fyrsta
kappingarárið í bestu føroysku fótbóltsdeildini, men tey mugu
bara ásanna, at suðuroyingar eru við skerdan lut, eisini tá ein
kýtir seg fyri at geva øllum ”norðingunom” eina jaliga uppliving,
og sýna teimum stórt gestablídni. Synd og harmiligt – eingin
kann lasta FC Suðuroy, um tey í framtíðini ikki tora í holt við eitt
slíkt tiltak aftur!
Klumman:
Fótbóltur,
ferðing,
ferja, forðing,
fiasko
Rouault var
nógv betri
Hóast Pál ikki megnaði at hótta Rouault, so hevur
vágbingurin fingið nógv flott svimji úrslit
Nýtt føroyskt met
Birita Debes, Flot, setti nýtt føroyskt met í 50 metra
firvald undir World Cup-kappingini í Stokkhólmi.
Tíðin hjá Biritu Debes 29.08 sekund. Tíðin var tríggjar
hundraðpartar betri enn gamla metið, sum Shaila
millum Garðarnar átti. Tað setti hon, tá hon vann gull
á oyggjaleikunum á Álandi við tíðini 29.11 sekund. Birita
Debes kláraði eisini kravtíðina til Oyggjaleikirnar við
hesu tíðini.
Svimjing Seks heiðursmerki í sjey dagar
var úrtøkan hjá Páli Joensen í World
Cup seinastu vikuna. Um vikuskiftið
vann vágbingurin bronsu og silvur