mánadagur 8. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. november · Nr. 156
14
Sosialurin
Randi Jacobsen
Týsdagin, 2. november var
fyrsti harudagur, og av tí at
líkindini um morgun vóru
góð, vóru fleiri henda dagin í
haganum og skutu harur.
Millum teirra vóru fjall
menninir
í
Heimhaga
í
Norðra dali, soleiðis sum tað
er í øðrum høgum eisini. Í
áravís hava fjallmenninir
havt hagan sum haruhaga.
Væl bar til henda dagin
hjá teimum. Teir vóru fimm
menn og fingu samanlagt
345 harur.
– Ættin var annars ikki
góð, og út á dagin fór at
regna. Hevði tað ikki verið,
høvdu vit óivað sæð væl fleiri
harur, sigur Annfinn Reinert,
ein av harumonnunum.
Fleiri staðni siga tey frá
nógvari haru í ár.
Hann sigur, at teirra hagi
er ein góður haruhagi. Og
betri er, um kavin liggur, tí
høgættin rekur harurnar
suðureftir.
Besti dagur, sum hann
veit um, var í 1978. Tá fingu
fýra menn 70 harur.
Vanliga fáa teir 80100
harur um árið.
Ymist er, hvussu ofta teir
eru eftir harum, og tað er fyri
taå mesta bara fyrsta dagin,
at allir eru við.
Harumenninir í Heimhaga
eru Ólavur Reinert,
Annfinn Reinert, Johannes
Reinert, Rólant Reinert
og Herleif Hammer
Nógv hara í ár
Fyrsta harudagin skutu fimm menn 45 harur í Heimhaga í Norðradali
Randi Jacobsen
Nógvir føroyingar hava ong
antíð hoyrt um listakvinnuna
Fridu
Zachariassen,
sum
búði í Klaksvík. Flestu klaks
vík ingar hava tó í hvussu
er sæð verk hennara, tá ið
teir hava havt ørindi eitt
nú í sparikassanum ella í
sjúkrakassanum.
Nú er so ein framsýning við
einum úrvali av málningum
og tekning hennara at síggja
í Listaskálanum.
Frida Zachariassen kann
sum listakvinna ikki sam
metast við nakað annað
listafólk í Føroyum. Hon byrj
aði at mála naturalistiskt,
men fann seinni sín egna
stíl.
Tað var eitt stórt arbeiði
hjá Listaskálanum at finna
fram til, hvar myndirnar hjá
Fridu vóru, men við góðari
hjálp frá Norðoya Listafelag,
skyldfólkum
hennara
og
øðrum fólkum, við vitan um
føroyska list, eydnaðist at fáa
savnað myndir, sum allar eru
læntar til framsýningina.
Tá ið framsýningin læt
upp leygardagin, var mót
tøka, har Steintór Ras mus sen,
bróðursonur Fridu Zacha
riassen sang tveir sangir,
sum hóskaðu til høvið, og
Malan Marnersdóttir greiddi
frá um Fridu Zachariassen og
um hennara list.
Frida Zachariassen ar
beiddi
á
skrivstovum
í
Klaks vík, í nøkur ár búði
hon í Danmark, og hon ferð
aðist altíð nógv. Hon var á
tekniskeiði
nakrar
ferðir,
og hon fylgdi eisini einum
bretskum
brævaskeiði
í
tekning.
Tað hevru undrað mong,
hví Frida Zachariassen hev
ur verið so burturgloymd
sum
listakvinna.
Summi
gita, at tað kom av, at hon
búði í Klaksvík, burtur frá
listafólkaumhvørvinum
í
Havn. Ein orsøk kann vera,
at hon var kvinna, og onkur
nevnir, at Frida Zachariassen
var ein kvinna, sum ikki
legði fingrarnar ímillum og
tordi at siga sína hugsan eitt
nú í lesarabrøvum. Malan
Marnersdóttir nevndi í røøu
síni, at tað neyvan var av
tilvidl, at Frida Zachariassen
helt seg burtur úr Klaksvík,
tí í læknastríðið leikaði upp a
tað harðasta í 50árunum.
Bókin um Fridu Zacha
riassen hevur bæði føroysk
an,
danskan
og
endkan
tekst.
Ein sjáldsom listakvinna
Malan Marnersdóttir
hevur skrivað bókina um
Fridu Zachariassen
Leygardagin læt upp stór framsýning í Listaskálanum
við málningum og tekningum eftir Fridu Zacharias
sen. Samstundis kom út bók, sum Malan Marners
dóttir hevur skrivað um listakvinnuna
hara
List