Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 8. november · Nr. 156 Sosialurin Jan Müller Blaðið skrivar, at eitt óhapp á Gullfaks C feltinum, sum Statoil rekur, kundi verið eitt eins álvarsligt sum óhappið í Meksikanska flógvanum herfyri, men av tilvild hendi eingin álvarslig vanlukka. Sambært blaðnum hevur Statoil júst latið eina kanning av hendingini til norska kolvetniseftirlitið. Hon við­ ger alla gongdina fram til 19. mai, tá 89 fólk vórðu flutt av boripallinum av ótta fyri eini spreinging. Undir boringini av einum oljubrunni rakti borurin við ein lumma av nátúrgassi í undirgrundini. Gassið, sum er undir sera høgum trýsti í undirgrundini, oyðilegði all ar trygdarventilarnar og streymaði upp gjøgnum bori rørið. Orsakað av einum ótøttum røri hevði manningin á Gullfaks einki tamarhald á gassinum, sum kom heilt upp til pallin. Í ávísum støðum á pallinum varð mett, at eldur kundi koma í gassið stendur í frágreiðingini frá Statoil. Ein neisti hevði kunnað fest í og verið orsøkin til eina spreing­ ing. Sambært frágreiðingini hevði hetta kunnað fingið álvarsligar avleiðingar, men Statoil metir, at vandin var undir eitt prosent. Víðari skrivar blaðið, at tað var júst ein slík hending, sum fór fram í Meksikanska flógvanum 20. apríl, har 11 fólk doyðu og 17 vórðu skadd. Á Gullfaks varð mann­ ing in flutt til lands. Eingin spreinging hendi men tveir mánaðir gingu, áðrenn Stat­ oil aftur hevði tamarhald á støðuni. Og sambært frá­ greiðingini var tað tilvild, sum gjørdi, at boribrunnurin á havbotninum ikki varð oyðilagdur. Um ikki eitt hol í brunninum hevði verið fylt við borimóru, varð sannlíkt, at olja varð likin út á sama hátt sum í Meksikanska flógv anum. Støðan á Gullfaks var ein álvarslig hending og sum kundi endað galið. – Tað hevur týdning, at vit læra av hesum sigur Øjstein Michel­ sen, konsernstjóri hjá Statoil viðvíkjandi kanning og fram­ leiðslu við Dagens Nærings­ liv. Kanningarfrágreiðingin finst at Statoil fyri ikki at hava tilrættalagt arbeiðið nóg væl, eins og fyri vána­ liga váða meting og fyri at bori manningin ikki hevði kompe tansurnar til at fremja ta ser støku boringina. Noreg ein neista frá vanlukkuni Óhapp Ein av boripallunum hjá Statoil í Norðsjónum var raktur av sama skeivleika, sum varð orsøkin til óhappið í Meksikoflógvanum skrivar norska blaðið Dagens Næringsliv. Tað mundi gingið heilt galið á Gullfaks C pallinum hjá Statoil, men tilvildin kom felagnum til hjálpar skrivar Norsk Næringsliv Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið Um alt landið! Íslendskar rullupylsur Nakkasteikir – kjøtugar – strektir, 1,2-1,4 kg – nýflett uml. 2,8 kg – íslendskur – nýsælendsk uml. 1,8 kg 3200 g Íslendsk lambskrov Íslendskir lambsbøgir Turrur fiskur Lambstjógv Cherry Valley dunnur Fyri kilo 4995 Fyri hvørja 12995 Fyri kilo 4995 Fyri hvønn 6995 400 g fyri 15995 Fyri hvørt 11995 Fyri hvørja 12995