mánadagur 8. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. november · Nr. 156
16
Sosialurin
Hann vil steðga
grindadrápi
GRINDADRÁP Umhvørvisstríðsmaður, sum í fjør sigldi á
eitt hvalaveiðiskip og hevur sitið fýra mánaðir í fongsli í
Japan, skal nú til Føroya at stríðast ímóti grindadrápi.
Eyðun Klakstein
Føroyar fáa nú ein nýggjan
umhvørvisstríðsmann
at
stríð ast við.
45 ára gamli Pete Bethune
er ættaður úr New Zealandi,
og hann gjørdist víðagitin, tá
ið hann í fjør rendi sítt skip
á eitt japansk hvalaveiðiskip
í Suð urhøvum. Skipið hjá
Bethune, Ady Gil, sakk eft
ir saman stoyt in, meðan ja
panska hvala veiði skipið slapp
við minni skaða.
Nakrar vikur seinni fór
Pete Bethune umborð á sama
japanska hvalaveiðiskip, tí
hann vildi handtaka skiparan.
Bethune legði japanska skip
aran undir drápsroynd, og
hann vildi krevja 20 milliónir
krónur í endurgjaldi frá hon
um fyri at hava søkt Ady
Gil. Men endin var, at Pete
Bethune var tikin og send
ur til Japans, har hann sat 4
mánaðir í fongsli fyri til burð
in.
Ætlar sær til Føroya
Nú er Pete Bethune í holt við
at skaffa sær fígging til nýtt
umhvørvisskip, og hann ætlar
sær ikki aftur í suðurhøv at
stríðast. Nú skal kósin setast
í ein norðan, tí hann vil steðga
føroyska grindadrápinum.
– Eg ætli mær at gera vart
við árliga grindadrápið í Før
oy um, og harvið økja um
altjóða trýstið at fáa grinda
drápið steðgað, sigur Pete
Bethune við new zealandska
heimasíðuna Stuff.
Pete Bethune hevur sam
starvað við Sea Shepherd,
men fyri einum mánaði síðani
kvetti hann alt samband við
felagsskapin.
Hann
legði
leið aran í Sea Shepherd, Paul
Wat son, undir at verða óreiði
ligan og fyri at hava fingið seg
at søkkja Ady Gil við vilja fyri
at fáa um talu í fjølmiðlunum.
Hann vildi tí ikki halda
fram at samstarva við Paul
Watson, men ætlar sær at fáa
sær sítt egna umhvørvisskip.
Og tað skipið skal til Føroya at
stríðast.
eydun@sosialurin.fo
Navn:
Peter James Bethune
Aldur:
45 ár
Heimland:
New Zealand
Útbúgving:
Verkfrøðingur
Starv:
Skipari
Fakta
STRÍÐSMAÐUR
– Eg ætli mær at gera vart við árliga
grindadrápið í Føroyum, og harvið økja
um altjóða trýstið at fáa grindadrápið
steðgað, sigur Pete Bethune
ADY GIL
Pete Bethune rendi skipið hjá sær, Ady Gil, á eitt japanskt
hvalaveiðiskip í fjør. Ady Gill sakk eftir samanstoytin