Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157 18 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Sandavágur: - Okkara hús eru eini vanlig hús, í allar mátar. Men vit hava kortini lagt dent á, at tey skuldu gerast eftir øllum for skrift- um og vera væl bjálvað, siga ungu hjún ini sum fluttu inn í nýggi set- hús síni í apríl mánaði í fjør. Tey bæði, Edith og Jarnhold Natte stad høvdu tó eitt ynski og ein dreym sum nú skuldi gerast veru leiki: Í fyrsta lagi at seta føtur undir eg ið borð. Men í øðrum lagi skuldu tey hitast upp við onkrum øðrum enn olju. Tey kannaðu ymiskar møgu- leik ar fyri orku, og komu so líðandi fram til, at berghiti var eitt gott alterna tiv. - Eg havi ongatíð verið bangin fyri at royna okkurt nýtt og øðrvísi. So hetta var bara ein spennandi av bjóð ing fyri meg, at kunna hita okkara hús upp við berghita, slær Jarn hold fast. Tey fluttu inn í 150 fermetrar stóru sethúsini í apríl mánaði í fjør. Tey standa í nýggja býlinginum í Sanda vági, nevndur “Í Sørpum”. - Her er fínt at búgva, staðfesta tey bæði Edith og Jarnhold, sum eiga børnini Kristina, Jónatan og Re bekka. Dýr olja Áhugin hjá teimum báðum fyri hita og bjálving byrjaði fyri fýra árum síða ni, meðan tey búðu í Noregi. Tey arbeiddu her á eini av miðstøðunum hjá missións felags- skapinum “Youth with á mis sion”, her tey millum annað ar bei d du saman við kenda norska lov sangs- leiðara num, Jan Honning dal. Tá tey fýra árini á norskari jørð nærk aðust endanum, byrjaðu hjún ini so smátt at tosa um heim- komuna - hvar tey skuldu búseta seg; hvussu húsini skuldu síggja út; hvat arbeiði tey kundu fáa; og ikki minst, hvussu skuldu komandi heim teirra hitast upp. Hóast Edith er úr Havn og Jarn hold úr Miðvági avgjørdu tey at byggja norðarlaga í Sandavági. Um sókn varð send um grundøki og varð hon seinni játtað. - Um hetta mundið var olju prís- ur in í hæddini, og tað skundaði sjálv andi undir ætlanir okkara at velja okkum aðra orkukeldu, enn júst oljuna, greiðir Jarnhold frá. Ein møguleiki, sum tey kendu úr Noregi vóru hitapumpur. Tey kann- aðu møguleikan fyri hesi loysnini í Før oyum fyri fimm árum síðani, gjørdust tey bæði ikki sørt ovfarin. - Vit spurdu okkum fyri hjá eini vælkendari hitafyritøku um møgu leikan fyri at brúka eina hita- pumpu í okkara nýggja heimi. Men so løgið tað enn kann ljóða, so vistu teir einki um hetta tá, greiðir Jar n- hold frá. Í dag er støðan sjálvandi øðrvísi, tí nú eru luft-til-luft hitapumpur at síggja í nógvum heimum kring landið. Tey fyrstu Sum tann ídni og virkni - og annars ólærdi - maðurin sum Jarnhold er, gavst hann ikki á hondum, hóast hann ikki fekk svar uppá allar spurn- ingar sínar. At hann eftir heimkomuna fekk arbeiði hjá Leif Mohr í Havn, og nú sum søluleiðari í Sandavágs Timbur- handli hevur bert økt um for vitni og áhuga hansara fyri hita, bjálv ing og orku. Tá grundøkið varð fingið til vega, mát ti avgerðin um hit a skipan ina eisini takast. Hvørji aðrir møgu leik- ar enn hitapumpa, olju fýring og líknandi, vóru til staðar. Hjúnini í Sandavági vóru hepp in, og komu við í eina roynd hjá Jarð- feingi, ið vildi kanna um til bar at hita hús upp í Føroyum við berg hita. - Hetta ljóðaði sera áhugavert. At so okkara hús gjørdust millum tey fyrstu sum fingu berghita, gjørdi bara tað heila uppaftur meiri spennandi, sigur Jarnhold bros andi. 700 krónur Hetta við berghita var kortini ikki ókent fyri tey bæði. Tá tey vóru í Noregi, búðu tey eitt skifti í eini íbúð ið var hitað upp við berghita. - Hetta tyktist vera ein góð og hósk andi loysn fyri okkum. Tá vit síðani fingu møguleikan at vera við í hesi ætlanini hjá Jarðfeingi, tóku vit sjálvandi av. Í sambandi við útstykkingina av sethúsum teirra varð borað eitt 200 metrar djúpt hol, higar tvær slang ur eru lagdar fyri at fáa hitan úr jørð ini og inn í sethúsini. Henda skipanin er rættiliga ein- føld, og snýr seg í stuttum, um at ein koyr ir kulda niður í jørðina og tekur hit an innaftur, og brúkar hann víðari til upphiting av væl bjálvaðu og væl útluftaðu sethúsum teirra. Og royndir teirra hava eisini ver- ið góðar og hava svarað til vónir nar. Tey brúka 8000 krónur um árið til upp hiting og brúksvatn, og góð ar 7000 til el. - Ja, elnýtslan hevur verið á góð- um støði, og útreiðslurnar til vatn og hita liggja um 700 krónur um mánað in. So tað er ikki so galið, sláa tey bæði, Edith og Jarnhold fast. snorri@sosialurin.fo Vanlig sethús við óvanligari orku BERGHITI Húsini á Liljuteigi 8 eru sum mong onnur hús í nýggja býlinginum her í Sandavági. Nýggj, snøgg og við einum øki, har ein enn ikki hevur gjørt alt rundanum. Men so heldur eisini øll samanbering uppat: Hetta er eitt av teim fyrstu sethúsunum her á landi sum fær hita úr jørðini. - Vit bæði eru ikki grønir forsprákarar, sum onkur kanska kann halda. Vit eru góð við umhvørvið, og kann ein samantvinna hetta við at spara pening til orku, so er nógv vunnið, sigur Jarnhold Nattestad Hjúnini Edith og Jarnhold Nattestad vilja ikki lýsa seg sjálvi sum forsprákarar fyri tí grøna. - Vit eru góð við umhvørvið, siga tey bæði, sum í apríl mánaði í fjør fluttu inn í nýggj hús í Sandavági Mynd: Jens Kristian Vang UMHVØRVI