mikudagur 10. november 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
Sosialurin
Oyggjablaðið
At eini ung hjún velja eina
nýggja og umhvørvisvinarliga
hital oysn,
skapar
sjálvandi
almennan áhuga.
Tey vóru nakað herfyri um
rødd í sjónvarpinum, og eftir
tað sóust fleiri fremmandir bilar
koyra í Sørpum fyri at hyggja
eftir húsum teirra.
Men har var sjálvandi ikki
nógv at síggja, tí bæði borihol,
jørð slangur og alt annað er
annað hvørt undir jørð, og øll
tann tekniska útgerðin innan
veggja.
Fólk vóru kortini forvitin
eftir at frætta um alt hetta við
berghitanum.
Hetta
merkti
Edith eisini ein dagin, hon var
farin til handils.
Eg møtti tá eini kvinnu, sum
kom yvir til mín og spurdi meg,
hvussu berghitin riggaði. Eg
svaraði bara, at tað riggaði sera
væl, og so prátaðu vit um tað,
greiðir Edith frá.
Onkur hevur eisini verið á
gátt fyri at fáa nærri kunnleika
um nýggju skipanina. Tí er ikki
óhugsandi, at mong onnur fara
at gera sum Edith og Jarnhold
Nattestad.
Í dag er støðan hon, at berg hita
skipanir taka millum 67 og 75% av
hitaorkuni úr umhvørvinum. Rest
in av orkuni kemur frá elveiting.
Hetta merkir millum annað,
at eini vanlig sethús sum brúka
jarðarhita heldur enn oljufýr, lata
mill um 3 og 10 tons minni av CO2 út
um árið, alt eftir, um elframleiðslan
er við olju ella við vatni/vindi.
Hetta merkir haraftrat, at meir
íløg an í eina berghitaskipan, við
ver andi oljuprísum og elprísum,
kann sparast inn aftur eftir umleið
10 árum.
(Kelda: jarðfeingi.fo)
Í september mánaði setti ting
maður in, Kári P. Højgaard nakr
ar fyrispurningar til vinnu
mála ráð harran,
Johan
Dahl
við víkj andi jarðhitaskipan.
4. oktober gav Johan Dahl
hon um hetta svar uppá fyrsta
spurn ingin:
Kann landsstýrismaðurin
upp lýsa, hvørjir partar av vinnu
ni eru hoyrd, viðvíkjandi jarð
hita skipanum í Føroyum?
Johan Dahl svarar: Í løtuni
ver ð ur arbeitt við at gera eina
lóg um berghita. Lógin verður
skjótt klár at fara til hoyringar
og tá verður vinnan eisini hoyrd.
Endamálið við lógini um berg
hita er at fáa skipað viður skifti
so leiðis, at atlit verða tikin til
um hvørvið, brúkaran, býar plan
legg ing og marknaðin.
Sum nú er, eru ongar reglur á
hes um økinum og tá vit fyrr í ár
kannaðu hesi viðurskifti, eru vit
komin til ta niðurstøðu, at tað
stend ur einum og hvørjum frítt
at bora 150200 metrar niður í
jørð ina á egnum grundstykki.
Jarð hitaskipanir eru nú einaferð
soleiðis háttaðar, at um tær
verða dimensioneraðar rætt og
at fakkunnleikin er til staðar hjá
teim um, sum gera arbeiðið t.e.
brunn borarar og installatørar,
kunnu jarðhitaskipanir veruliga
gera
mun
fyri
umhvørvið
(Co2) og samstundis vera ein
hita skipan, sum er bíligari at
reka enn t.d. upphiting við
oljufýri. Mett verður, at er ein
jarðhitaskipan ikki dimensioner
að og installerað rætt, verður
hon ineffektiv og hevur ikki
tey jaligu árin á umhvørvið. Tí
mettu vit, at tað var neyðugt at
lóg geva á hesum øki. Harafturat
er ein jarðhitaskipan mett at
kos ta um kr. 130.000 og hetta er
ein stór íløga hjá einum húski.
(Kelda: logting.fo)
130.000 kr.
Elnýtslan hevur verið á góðum støði, og
útreiðslurnar til vatn og hita liggja um 700
krónur um mánaðin. So tað er ikki so galið
Eg havi ongatíð verið bangin
fyri at royna okkurt nýtt og øðrvísi.
So hetta var bara ein spennandi
avbjóðing fyri meg, at kunn hita
okkara hús upp við berghita
Uttan síggja tey út sum so mong onnur sethús, men innan er stórur
munur á. Húsini hjá Jarnhold Nattestad eru upphitað við berghita, og
liggja útreiðslurnar til hita og brúksvatn uppá 700 krónur um mánaðin
Mynd: Jens Kristian Vang
(Ó)VANLIG SETHÚS
10 ár Áhugi