mikudagur 10. november 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað er ein rættilig urskóg av
sakarmálum savnað í eitt í
landsrættinum í dag.
Sonevnda TAKS-málið er
endað í Eystara Landsrætti,
og málini á rættarlistanum
eru TAKS móti Bjørn á Heyg-
um,
Rodmundur
Nielsen
móti TAKS í øðrum lagi móti
P/F Wenzel, P/F Wenzel móti
Rodmundi Nielsen, í øðrum
lagi móti TAKS, TAKS móti
Rodmundi Nielsen og TAKS
móti P/F Wenzel.
Í morgun er tíðin farin
við at dokumentera skjølini í
ymsu málunum, og tað hevur
tikið drúgva tíð.
Spurningurin um heimild-
ina at krevja inn MVG av
skrásetingargjaldinum tók
seg upp í 2006, tá ein bileig-
ari, ið hevði keypt bil sín
14. apríl í 2005, sendi TAKS
skriv, har hann kravdi MVG
av
skrásetingargjaldinum
afturgoldið.
Hann hevði keypt bil in
fyri 286.000 krónur, og av
hesum var MVG av skrá set-
ingar gjaldinum 16.400 krón-
ur. Hetta skrivið var dagfest
10. mars 2006.
TAKS er skjótt at svara og
vísir aftur kæruni við teirri
grundgeving, at teir siga seg
hava heimild til at krevja inn
MVG’ið.
Bileigarin gevst tó ikki og
sendir kæru til Skatta- og
avgjaldskærunevndina. Og
nú ber til.
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndin gevur kæraranum
rætt og staðfestir, at heilild
finst ikki í lógini at krevja
nevnda MVG inn. Hetta
boðar kærunevndin kærara
og TAKS frá. Hetta hendir 22.
oktober 2006.
Góðtaka ikki
TAKS tekur avgerðina til
eftirtektar, og í skrivi til
kæraran boðar TAKS frá, at
peningurin, 16.400 krónur,
verður goldin fyrsta dagin.
Men í sama skrivi boðar
TAKS eisini frá, at kærarin
skal vera klárur at gjalda
peningin aftur til TAKS, um
stovnurin vinnur sakarmálið,
sum teir leggja fyri Føroya
Rætt.
TAKS heldur fast um, at
heimild var at krevja MVG
av
skrásetingargjaldinum,
hóast Skatta- og avgjalds-
kæru nevndin ímillum ann-
að í síni grundgeving vísti
á, at heldur ikki politiski
myndugleikin metti, at nøkur
heimild fyrilá.
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndin vísir á, at júst hetta
var orsøkin til, at politiski
myndugleikin broytti lóg-
ina um skráseting av bil um.
Í viðmerkingunum í broyt-
ingunum verður hetta týði-
liga sagt.
Men TAKS vildi sum
nevnt ikki góðtaka hetta,
og koyrdi málið í Føroya
Rætt. Hetta vísti seg tó at
vera til fánýtis, tí Føroya
Rættur kom til júst somu
niðurstøðu sum Skatta- og
avgjaldskærunevndin, nevni-
liga at eingin heim ild fanst
fyri innkrevj ingini av MVG
av skrásetingargjaldinum.
Men hóast tvær klárar
avgerðir, valdi TAKS kortini
at royna málið á hægri stigi,
og tað verður so viðgjørt í
Eystara Landsrætti í dag.
Kann kosta dýrt
Sum sagt er fyrraparturin
farin við at dokumentera
skjølini í málinum, og tað er
sakførarin hjá TAKS, ið hevur
lagt hetta fram.
Vantandi heimildin snýkti
seg inn í lógina, tá henda varð
broytt í 1999 við virkni frá 1.
mai. Alt tíðarskeiðið fram til
2005 hevur skipanin so virkað
soleiðis, at bilasølurnar av
sær sjálvum hava kravt MVG
av
skrásetingargjaldinum,
og ikki fyrr enn politiska
skipanin varnast, at heim-
ildin at krevja gjaldið inn
vant ar, og hesin fyrsti bileig-
arin kærir, verður ljós varpað
á trupulleikan.
Dómurin í málinum kann
koma landskassanum illa
við, og avgerandi í mál in um
er, hvat teir tríggir lands-
rættardómararnir siga til
fyrningarfreistina.
TAKS
sig ur, at málini eru fyrnað,
meðan pástandurin hjá Bjørn
á Heygum er, at málini ikki
eru fyrnað.
Tað eru umleið 230 bil-
eigarar,
sum
hava
gjørt
vart við seg, og hjá teimum
er eingin trupul leiki. Stóri
trupul leikin er, um dóm urin
gongur Bjørn á Heyg um á
møti um at málini iikki eru
fyrnað, tí tá verður talan um
túsundtals bileigarar, sum
hava keypt bil í tíðar skeið-
inum frá 1. mai 1999 til 28.
apríl 2005.
Tað ber sjálvandi ikki til
at siga nakra nágreiniliga
upphædd,
men
tøl
sum
eitt stað millum 100 og 120
milli ónir krónur hava verið
frammi.
Seinnapartin eru prose-
dur urnar, men dómur fellur
neyvan í málinum fyrr enn
einaferð í næstu viku.
Nú skal skrásetingar
gjaldið avgerast
sakarmál Í dag er sonevnda skrásetingargjaldið fyri í Eystara Landsrætti, men
málið er so prinsipielt, at dómur neyvan fellur fyrr enn um eina viku
230 bíða
Bjørn á Heygum var saman við Rodmundi Nielsen valdur út sum umboðandi teir umleið 230 bileigararnar, sum
høvdu gjørt vart við seg, áðrenn fyrningarfreistin var úti. Teir báðir umboða allar møguleikan í sakarmálunum