Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur fingið tøl yvir oljunýtsluna hjá skip­ unum hjá Fiskiveiðieftir­ litinum, Tjaldrinum og Brimli. Hetta eru tøl, sum vísa samlaðu nýtsluna og kostnaðin av oljuni aftur til ár 2007. Tøl eru eisini yvir oljuprísirnar hesi árini. Sí talvu Hyggja vit at hesum tøl­ um, síggja vit, at oljuprísir­ nir vóru hægstir í 2008, tá liturprísurin hjá Tjaldrinum var 4,82 krónur fyri liturin – og hjá Brimli 4,45 krónur fyri liturin. Í 2008 gav løgtingið Fiski­ veiðieftirlitinum eykajáttan, so skipini kundu sigla. Taka vit árið í ár, hava oljuprísirnir verið høgir og væl hægri enn árini 2007 og 2009. Í Sosialinum mánadagin, segði Jóhan Simonsen, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum, at Tjaldrið og Brimil restina av hesum árinum ikki fara at sigla meiri enn neyðugt, men at annað skipið altíð fer at liggja til reiðar at fara avstað, um bráðfeingisuppgávur verða. – Eftirlit er ikki bráðfeingis uppgávur, og tí verður tað hesin parturin, sum vantandi fíggjarliga rásarúmið hjá Fiskiveiðieftirlitinum gongur útyvir. Jóhan Simonsen segði, at siglingin hjá Tjaldrinum og Brimli verður ógvuliga avmark­ að restina av hesum árinum. – Tað er greitt, at tá okkum vantar pening til rakstur, er tað samstundis ein trupul­ leiki fyri fiskiveiðieftirlitið á havleiðunum, segði Jóhan Simonsen, fulltrúi. Minni virksemi Í brævi, sum Fiskimálaráðið hevur sent fíggjarnevnd løgtingsins, verður sagt, at útlit ikki eru fyri at hava bæði skipini siglandi alt árið í 2011 orsakað av hækkandi oljuprísunum og nógv øktu prísunum á eykalutum til skipini. Fiskimálaráðið vísir eisini á, at ov lítil játtan til Fiski­ veiðieftirlitið eisini hevur ført til, at viðlíkahald eru útsett, og hetta er eisini ein orsøk til støðuna. Fiskiveiðieftirlitið hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at virksemið hjá øðrum skipi­ num væntandi verður hálv­ erað í komandi ári, soleiðis at annað skipið bert verður í sigling í 23 vikur í mun til tær 46 vikurnar, sum annars verður siglt. vilmund@sosialurin.fo Siglingin verður nógv skerd í komandi ári OLJA Tað er kostnaðarmikið at hava skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum siglandi í eitt ár. Bara higartil í ár hava Brimil og Tjaldrið brúkt fyri tilsamans 4,2 miljónir krónur í olju, og tøl hjá stovninum siga, at Brimil hevur brúkt tvífalt so nógva olju sum Tjaldrið Tølini yvir ár, bunkring, krónur og liturprísir fyri Tjaldrið eru hesi: Ár: Litrar Krónur Oljuprísir 2007 412.680 1.311.351 3,18 2008 313.849 1.512.534 4,82 2009 448.393 1.315.005 2,93 2010 388.587 1.467.904 3,78 Taka vit Brimil, eru tølini hesi: 2007 1.155.078 3.715.640 3,22 2008 1.135.232 5.051.344 4,45 2009 1.093.737 3.215.930 2,94 2010 741.580 2.800.474 3,78 Vilmund Jacobsen Tíðliga seinnapartin í gjár tíðindaskriv um, at Varðin í Gøtu saman við Framherja í Føroyum og Samherja í Íslandi eru í samráðingum um at yvirtaka Faroe Seafood. Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, sigur, at enn eru samráðingarnar ikki komnar á mál, men nógv bendir á, at ein avtala kemur upp á pláss. – Vit høvdu ikki sent út tíðindaskriv um samráð­ ingarnar, um ein avtala ikki var nær. Faroe Seafood er eitt livandi felag, og broytingar henda jú hvønn dag. Nøkur ítøkilig viðurskifti skulu tí á borðið, og tá øll viðurskifti eru greið, vita vit, um egg ella ungi spyrst burtur úr hesum samráðingum, sigur hann. Anfinn Olsen leggur aftrat, at keypa Varðin, Fram­ herji og Samherji Faroe Sea­ food, heldur virksemið fram uttan steðg. Spurdur, hvør kemur at fíggja fyritøkuna, sigur hann, at tað ivaleyst verða teir partar, sum frammanundan fíggja felagið. Hesi eru Kaupthing, Eik Banki, Nordik Bank og Realurin, sum partvís fíggjar skipini, ið eru partur av samtakinum. – Vit skulu so eisini út við nýggjum partapeningi, men hvussu nógv talan verður um, kann eg ikki siga í løtuni, sigur Anfinn Olsen, reiðari. Millum 500 og 700 fólk eru knýtt at flakavirkjunum hjá Faroe Seafood. 100­120 mans eru knýttir at skipunum, 40 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn – og 12 fólk eru knýtt at virksemi uttanlands. Feløg, sum eiga meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum, eru hesi: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%), Vátryggingarfélag Íslands hf (19%) , Framtak (17,5%) og Sp/f 29.03.2006 (7,5%). vilmund@sosialurin.fo Føroyskt vinnulív keypir Faroe Seafood FAROE SEAFOOD – Keypa vit Faroe Seafood, er ætlanin, at virksemið heldur fram uttan steðg, sigur Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja Fiskiveiðieftirlitið hevur boðað Fiskimálaráðnum frá, at siglingin hjá øðrum hjálpar-og vaktarskipinum helst verður helvtina minni í komandi ári, tí játtanin røkkur ikki til, at bæði Tjaldrið og Brimil verða í sigling alt árið