Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 14. februar 2002 23 Tað mesta av trimum umførum er nú farið aftur um bak í FM-kappingini fyri lið, og higar til er liðið Allan Dal-Christiansen fremst. Í aðru deild er Øssur Winthereig á odda við liðfeløgum sínum BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen FM fyri lið Eftir spæliætlanini hjá FBS skuldu fýra umfør í FM kappingini fyri lið leikast í Fuglafirði seinasta vikuskifti. Men illveðrið fekk nevndina at avlýsa kappingina fríggja- kvøldið, so byrjað varð ikki at spæla fyrr enn leygardagin, og tá fingu hvørki klaksvíkingar ella vágafólk møtt upp fyri veður. Tá liðugt var at leika sunnukvøldið vóru næstan trý umfør liðugt leikt. Dystirnir, ið ikki vóru leiktir í Fuglafirði, skulu í staðin leikast í Bridgehúsinum í Havn sunnudagin 3. mars. Allan og Øssur framvegis á odda Úrslitini í 1. deild broyttu ikki stórvegis um støðuna. Tað er enn liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Allan Dal- Christiansen, Dánjal Pauli Mohr, Per Kallsberg, Heðin Mouritsen og Jóannes Mouritsen), ið liggur fremst, men munurin er kortini ikki størri enn so, at Símin Lassaberg (Símin Lassaberg, Árni Dam, Magni Jøkladal og Dia Jacobsen) og Junior Buss Taxa (Bogi Simonsen, Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen) enn tosa við um, hvar meistaraskapið skal enda. Í 2 .deild er eisini harður dystur um tey fremstu plássini. Liðið hjá Øssuri Winthereig (Øssur Wintereig, Kaj Alstrup, Robert Langgaard, Eyðun Anthoniussen, Høgni Hansen og Jens Pauli G. Nolsøe) liggur enn á odda. Á øðrum plássi er liðið hjá Hans Egil Joensen (Hans Egil Joensen, Edmund Joensen, Ingibjørg Hansen og Steinbjørn Zachariassen) og á triðja plássi liðið hjá Jórun Johannesen (Jórun Johannesen, Maria Christiansen, Oddmar Danielsen, Einar Ellingsgaard og Johannes Skaarup). Úrslitini í 1. deild Símin Lasssaberg — Allan Dal-Christiansen 17-13 Junior Buss Taxa — Hanus Bærentsen 18-12 Carl Mikkelsen — Jóna Grunnveit 09-21 Allan Dal-Christiansen — Junior Buss Taxa 15-15 Símin Lassaberg — Carl Mikkelsen 13-17 Hanus Bærentsen — Jóna Grunnveit 18-12 Hanus Bærentsen — Allan Dal-Christiansen 02-25 Carl Mikkelsen — Junior Buss Taxa 16-14 Jóna Grunnveit — Símin Lassaberg 06-24 Allan Dal-Christiansen — Jóna Grunnveit útsett Símin Lassaberg — Junior Buss Taxa útsett Hanus Bærentsen — Carl Mikkelsen úsett Úrslitini í 2. deild Eyðun Jakobsen — Hallur Ellingsgaard útsett John Reid Skoralíð — Øssur Winthereig 09-21 Hans Egil Joensen — Danny Transoprt 17-13 Álvur Klakk — Jórun Johannesen útsett Hallur Ellingsgaard — Øssur Winthereig 13-17 Danny Transport — Jórun Johannesen 11-19 John Reid Skoralíð — Hans Egil Joensen 07-23 Álvur Klakk — Eyðun Jakobsen útsett Jórun Johannesen — Hallur Ellingsgaard 25-03 Øssur Winthereig — Danny Transport 15-15 Eyðun Jakobsen — John Reid Skoralíð 25-04 Hans Egil Joensen — Álvur Klakk 25-04 Hallur Ellingsgaard — Danny Transport útsett Øssur Winthereig — Jórun Johannesen Útsett Eyðun Jakobsen — Hans Egil Joensen Útsett John Reid Skoralíð — Álvur Klakk Útsett Støðan í 1. deild (10 dystir) nr lið leikt stig 1 Allan Dal-Christiansen 6 127 2 Símin Lassaberg 6 114 3 Junior Buss Taxa 6 105 4 Carl Mikkelsen 6 75 5 Hanus Bærentsen 6 51 6 Jóna Grunnveit 6 48 Støðan í 2. deild (14 dystir) nr lið leikt stig 1 Øssur Winthereig 6 114 2 Hans Egil Joensen 6 104 3 Jórun Johannesen 5 100 4 Danny Transport 6 89 5 Hallur Ellingsgaard 5 73 6 Eyðun Jakobsen 4 52 7 John Reid Skoralíð 6 49 8 Álvur Klakk 4 45 Klípa eftir dreinginum? Eitt av spølunum frá kappingini í 1. deild leygardagin var ein stórislemmur, sum varð meldaður við fleiri av borðunum. Onkur kom bara í lítlaslemm. Vit skulu fyrst síggja, hvat hendi við borðið, har ið Junior Buss Taxa leikti ímóti Allan Dal-Christiansen. N/NS AJ83 QJ10 A10 A1083 973 654 974 8642 J962 QJ85 54 KQ2 AK5 K632 KQ7 V N E S Bogi Rói á R. Simonsen Joensen - 1UT pass 4KL Pass 4UT pass 7UT Pass pass pass 4kl spurdi eftir essum. Bogi fekk rúQ út. Har eru 12 stikk frá topp. Spurningurin er, hvussu kleyvarin skal spælast, og tá Bogi valdi at toppa litin, fór hann niður. Við hitt borðið gingu meldini soleiðis: V N E S Heðin Jóannes Mouritsen Mouritsen - 1UT pass 5UT Pass 6KL pass 7UT Pass pass pass 5ut var stóraslemms invit, og 6kl vísti 4 lit. Heðin fekk kleyvara út frá Eystan, og kundi longu í fyrsta stikki leggja niður fyri 13 stikk. Við borðið har Børge Egholm og Georg Egholm á liðnum hjá Hanusi Bærentsen eisini meldaðu 7ut, fekk Børge rúQ út. Hann tók øll síni stikk í spaðara, hjartara og rútara og hugdi væl eftir, hvat mótspælararnir kastaðu. Til tann fjórða spaðaran kastaðu báðir mótspælararnir rútara, og Børge hugsaði, at tað mátti vera ein góð grund fyri, at Vestan ikki kastaði kleyvara. Hann tók tí kl K og kl Q, klípti síðan við tíggjunum og fekk øll 13 stikkini. FM blandað pør FM kappingin fyri blandað pør (mix pør) verður í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 16. februar kl. 14.00. Tað er longu tíð at tekna seg til. Spæld verða í minsta lagi 40 spøl alt eftir, hvussu nógv pør tekna seg til kappingina. Tekning hjá Marjun Restorff tel 319142 ella í Bridge- húsinum. Kostnaður fyri kappingina er kr. 120, - fyri parið. FM Veteran par Árliga Veteran parakappingin í bridge, verður í Bridge- húsinum sunnudagin 17. mars kl 14:00. Tað er longu tíð at tekna seg til. Spæld verða í minsta lagi 40 spøl alt eftir, hvussu nógv pør tekna seg til kappingina. Tekning hjá Marjun Restorff tel 319142 ella í Bridgehúsinum. Kostnaður fyri kappingina er kr. 120, - fyri parið. Liðið hjá Allani er á odda Sunnukvøldið var B36 verjuspælarin, sum í 1997 varð inn- skiftur tríggjar ferðir, fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu Tað tók sína tíð hjá B36 manninum Arnbirni Dani- elsen at sleppa upp í part ímillum teir fyrstu ellivu á landsliðnum. Í 1997 flutti hann úr B68 og til B36. Hetta sama árið kom hann fyrstu ferð á landsliðið. Tað var í vinardystinum 27. juli í Høfn í Íslandi. Ísland vann 1-0. Tað vóru bara fjúrtan føroyskir spælarar í ferða- lagnum, og Arnbjørn loysti beinanvegin eftir steðgin fyrrverandi liðfelagan í B68, Jákup Eli Olsen, av. Í vinardystinum ímóti Estlandi í Tartu hálva aðra viku seinni, 6. august, spældi Arnbjørn síðstu níggju minuttirnar. Føroyar vunnu 2-0, og Arnbjørn loysti Jan Allan Müller av. 11. okt. hetta sama heystið taptu Føroyar EM undan- kappingardyst 3-1 niðri í Gijón í Spania. Ta ferðina loysti Arnbjørn Danielsen Øssur Hansen av síðstu tólv minuttirnar. Tann dysturin var tann 51. altjóða skrásetti hjá Føroyum. Ikki fyrr enn í síðsta dystinum í fjør – á útivølli í Slovenia – kom Arnbjørn Danielsen aftur á liðið. Tá loysti hann Johan B. Hansen av, tá tað restaðu tíggju minuttir. Og so var tað nú sunnudagin, at B36 verjuspælarin spældi fyrstu ferð allar 90 minuttirnar. Í B36 hevur hann fyri tað mesta verið miðverji. Sunnudagin var hann vong- verji í vinstru. Tað plássið plagdi hann at røkja fyrstu tíðina, eftir at hann í 1993 kom á besta liðið hjá B68. jh Arnbjørn bíðaði í fimm ár 23 22 Nr. 30 - 14. februar 2002 Sjey spælarar vóru við fyrru ferð Í Liktinstein vóru teir fyri tveimum árum síðani vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna á føroyska landsliðnum LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Tá føroyska landsliðið seinnapartin í dag fer á vøllin suðuri á Kypros, verður tað onnur ferðin, at Liktinstein verður mót- støðuliðið. Fyrra ferðin var mikudagin 26. apríl í 2000. Ta ferðina varð dysturin spældur á Rheinpark stadi- on í Vaduz, sum er høvuðs- staðurin í lítla og ovurríka fúrstadøminum í Alpunum. Fótbóltsspæið var einki at reypa av ta ferðina. Minnisríkasti parturin frá ferðini mundi vera sera snotuliga stadion, og so at føroyska liðið fyri triðju ferð á rað misnýtti eitt brotsspark. Hesa ferð var tað Øssur Hansen, sum í 57. minutti sendi úr ellivu metrum og omanfyri tvør- træið. Føroyar vunnu 1-0. Mál- ið skoraði innskifti Uni Arge í 71. minutti. Síðstu løtuna var fullikomuliga útselt hjá heimaliðnum, Todi Jónsson sneiddi seg fleiri ferðir leysan, men hann var ikki nóg avgjørd- ur. Føroyingar vóru sjálv- andi fegnir um, at tað hevði eydnast at vinna. Sigurin var tann fyrsti í átjan mán- aðir. Harafturímóti vóru teir í Liktinstein sera vónbrotnir um, at teirra lið hevði tapt. Sum hjá føroyingum, so er luturin hjá Liktinstein oftast at stríðast fyri at avmarka tapini. Ímóti Føroyum sóu teir sær ein møguleika at vinna, men tað miseydnaðist. Sveinaroyndin hjá Jákupi Dygst undan fráferðini til Liktinstein góvu Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen og Hans Fróði Hansen av- boð, tí teir vóru skaddir. Tí vóru bara sekstan spælarar í ferðalagnum. Liðið sá soleiðis út: Jens Martin Knudsen – Fróði Benja- minsen, Jan C. Dam, Jens Kristian Hansen – Allan Mørkøre (Jákup á Borg, 54.), Sámal Joensen (Rógvi Jacobsen, 76.), John Pet- ersen (Jóhannis Joensen, 90. min.), Julian Johnsson, Øssur Hansen (Henning Jarnskor, 76.) – Kurt Mørk- øre (Uni Arge, 54.), Todi Jónsson. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað eru sjey spælar- ar í føroysku leguni á Kypros, sum hava vunnið á Liktinstein: Jens Martin Knudsen, Jákup á Borg, Sámal Joensen, Rógvi Ja- cobsen, John Petersen, Jóhannis Joensen og Uni Arge. Jákup á Borg minnist iva- leyst væl til dystin. Tað var eingin loyna, at Allan Simonsen var eitt sindur troyttur av, at Jákup á Borg ikki hevði víst tað spælið á landsliðnum, sum avrikini í B36 høvdu boðað frá, at hann var førur fyri. Tá Jákup tíggju minuttir inn í 2. hálvleik fekk møguleik- an var tað við boðunum um, at nú var tað upp til Jákup sjálvan at sannføra venjaran um, at B36 mað- urin eisini í framtíðini skuldi vera partur av lands- liðshópinum. Sjáldan man Jákup hava verið so upp- settur og ágrýtin, sum hann var henda stóra hálva tím- an. Eftir dystin ímóti Liktin- stein var Jákup á Borg ikki á landsliðnum í eitt lítið ár. Men síðani í mars í fjør hevur hann verið fastur maður. Andrew verður í álopinum HB álopsmaðurin fer at loysa Christian Høgna Jacobsen av, og Jón Rói Jacobsen fer at loysa Pól Thorsteinsson av, um hesin ikki verður tøkur LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Jógvan Martin Olsen líkist ikki Allani Simonsen, tá tað snýr seg um at kunngera, hvussu liðið fer at síggja út. Allan Simonsen gekk høgt uppí, at einki skuldi leka út, fyrrenn ein tíma undan dystarbyrjan. Jógvan Martin Olsen segði longu leygardagin, hvussu liðið fór at síggja út ímóti Pól- landi, og eisini undan dyst- inum ímóti Liktinstein heldur venjarin seg ikki hava nakað at dylja: – Tað verður í hvussu so er ein broyting, og heilt nógv bendir á, at tað sam- mett við dystin ímóti Póllandi verður neyðugt at gera tvær broytingar. Andrew av Fløtum fer at avloysa Christian Høgna Jacobsen, sum beinanvegin eftir dystin ímóti Póllandi fór til Spania. Pól Thor- steinsson er sera ivasamur. Um hann ikki verður tøkur, so fer Jón Rói Jacobsen at spæla í miðverjuni saman við Bartali Eliasen. Bartal noyddist at taka seg aftur sunnukvøldið, tí hann var eitt sindur skaddur í fótlið- num, men tíbetur hevur tað tikið seg heilt væl upp hjá honum. Dyggur smeitur Jógvan Martin Olsen ásannar, at tað er ein sera dyggur smeitur, at Pól Thorsteinsson ikki verður við ímóti Liktinstein: – Pól var stýrimaður á liðnum ímóti Póllandi. Hann hevur havt trupul- leikar við hælsinuni, men hann hevði kanska verið førur fyri at spælt ímóti Liktinstein, um einki annað var komið uppí. Ímóti Pól- landi fekk hann eitt spark yvir fótliðin, og tá hann umframt stoytin eisini koykti fótin, tykist ikki vera hugsningur um, at hann verður førur fyri at spæla ímóti Liktinstein, tíverri, sigur Jógvan Martin Olsen, sum kortini hevur stórt álit á Jón Róa Jacobsen. – Hann kenni eg frá yngru landsliðunum. Jón Rói er sera evnaríkur og skilagóður, og ta løtuna, sum hann var á vøllinum ímóti Póllandi, sóu vit, at hann megnar væl uppgáv- una. Andrew fyrstu royndina At Andrew av Fløtum fær møguleikan í álopinum saman við liðfelaganum, Una Arge, man vera kær- komið høvi hjá álops- manninum, sum í fleiri ár hevur verið mettur at hava góð evni at vísa, at tað er nakað í metingunum. Í fjør spældi Andrew av Fløtum bara við í trimum teimum fyrstu landskappingardyst- unum. So var hann so mikið illa skaddur, at hann ikki fekk vant. Andrew er skrásettur fyri tveir landsdystir. 31. januar í fjør loysti hann síðstu trettan minuttirnar Øssur Hansen av, tá Føroyar á útivølli spældu málleysan javnleik ímóti Svøríki, og sunnukvøldið var hann á vøllinum eina lítla løtu ímóti Póllandi. Jógvan Martin Olsen sigur, at hann hevði ætlað, at allir spælararnir, sum eru við í ferðalagnum, skuldu sleppa upp í part. Men hann torir ikki at geva nakað lyfti um, at teir, sum sótu á beinkinum allar 90 minutt- irnar sunnukvøldið, fara á vøllin í dag: – Tað valdast um, hvussu tað fer at tørna út, staðfestir venjarin. Tríggir spælarar sótu á beinkinum allar 90 minutt- irnar sunnukvøldið. Felags fyri Meinhardt Joensen, KÍ, Palla Augustinussen, VB, og Klæmint Matras, B36, er, at talan verður um fyrsta landsdystin, um teir fáa møguleikan í dag. Síðani hann fyri einum ári síðani slapp millum teir fyrstu 11, hevur Jákup á Borg verið fastur fúsur áq landsliðnum Andrew av Fløtum fer væntandi at byrja inni í føroyska álopinum í dag C M Y K 22